Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Runavíkar kommunu
Enska síðu
  Kommunan  
 
  Tænasta til tín  
 
  Kunningarstovan  
 
  Býráðið  
 
  Mentan og frítíð  
 
  Myndafrásagnir  
 
  Børn og ung  
 
  Bygging  
 
  Vinna
Virkir
Handlar
Gisting
Matstøð
 
 
  Port of Runavík  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 
Hans Jákup Johannesen er ársins íverkseti

Fríggjadagin 22. mars varð skálamaðurin Hans Jákup Johannesen av løgmanni avdúkaður sum "Ársins íverkseti". Heiðurin fær hann fyri at stovna og reka fyritøkuna Faroe Offshore Service, faroeoffshore.com

Felagið er stovnað á heysti 2010, og tá felagið 2 ár seinni, í september í 2012, flutti í egin høli, skrivaði Oljuportalurin soleiðis:

Enn ein nýggjur spíri í oljuvinnuni er so Faroe Offshore Service á Skála. Seinastu tvey árini hevur fyritøkan á Skála gjørt stóran mun. Hóast Hans Jákup Johannesen hevur verið nærum einsamallur at reka fyritøkuna, so hevur Faroe Offshore Service førleikament og leigað út hundraðtals føroyskar handverkarar til norsku oljuvinnuna. Og so mikið væl hevur gingist í hond, at Hans Jákup og hansara hjálparfólk herfyri kundu flyta inn í nýggj væla høli í Møttilsgili á Skála.

Hans Jákup sat undanfarna valskeið í Runavíkar býráð.

25-03-2013



Verkætlanin "Camping in the Rocks" vann Skúla FM

Eliesar, Áshild, Pætur og ÁsbjørnVerkætlanin "Camping in the Rocks" vann Skúla FM í íverksetan í Norðurlandahúsinum í dag.

Í stuttum var hugskotið handan verkætlanina at gera eitt kampingpláss í einum grótbroti í Haldarsvík. Næmingarnir greiddu frá hugskotinum, byggiætlanini og tekningum, og høvdu sett eina nágreiniliga fíggjarætlan upp fyri verkætlanina

Í vinnandi bólkinum vóru teir tríggir íverksetararnir Eliesar Eið av Hellunum, Pætur Egholm Jacobsen av Glyvrum og Áshild Jónsveinsdóttir av Toftum.

Eliesar, sum var stjóri og stovnari, Pætur, sum var grafikari og roknskaparleiðari, og Áshild, sum var aktivitetsleiðari, hava starvast við verkætlanini síðan seinaste heyst.

Tey hava havt íverksetan á breyt í 10. flokssamstarvinum millum Tofta Skúla og Runavíkar Kommunuskúla.

Ásbjørn Berthelsen, lærari, hevur verið vegleiðari hjá bólkinum.

Eftir sigurin í Norðurlendahúsinum legði bólkurin at landi hjá Sunda Kommunu og kom síðani út í Skúlan við Løkin, har hinir 10. floksnæmingarnir, sum í løtuni fyrireika sjónleikin Kúlla Knút í Løkshøll, fagnaðu Eliesari, Pæturi og Áshild. Eisini vóru foreldur og familja møtt at fagna vinnarunum.

Skúlastjórin, Durita Joensen, varaskúlastjorin, Ingvard Lamhauge, og mentanarleiðarin hjá Runavíkar Kommunu, Sølvi R. Hansen, bóru fram heilsanir, og síðani vórðu blómutyssi handaði til næmingarnar og vegleiðara teirra.

01-03-2013 17.00



Fyrilestur í Skúlanum í Søldarfirði

Í kvøld 11. oktober kl. 19 bjóðar ALS inn til almennan fyrilestur við heitinum “Mítt arbeiðslív og mítt lív" í fimleikahøllini í skúlanum í Søldarfirði.

Í kvøld hugleiða Amy Hansen og Tórbjørn Jacobsen.

Um tú ert arbeiðstøkur ella ikki, ert tú vælkomin á gátt at lurta, at drekka ein góðan munn og kanska fáa eitt gott prát.

Ætlanin er at hava fleiri slík kvøld í vetur.

11-10-2012 12.00



Runavík – ein kommuna í menning

Nú summarið er farið at halla, og fyrra hálvár er farið afturum, so mega vit ásanna, at fíggjarliga framgongdin í kommununi heldur sær. Inntøkurnar er hægri enn væntað, meðan samlaðu útreiðslurnar eru innan fyri samtyktu fíggjarætlanina.
Fyrra hálvár í ár er A-skattainntøkan 56,1 mió. í mun til 53,5 mió. í 2011. Hetta er ein vøkstur í skattainntøkuni á 2,6 mió., og svarar tað til 4,9%
Kemur hendan góða gongdin at halda sær restina av árinum, so fær kommunan uml. 5,2 mió. meiri inn í A-skatti í ár í mun til 2011.
Orsøkin er einføld, og er hon, at virksemið er vaksandi og lønarútgjaldingarnar tí størri.
Í kommununi er eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív, og er hetta sjálvur krumtappurin, sum skapar góðu gongdina. Arbeiði er til nærum allar vinnuførar hendur, og í vinnulívinum merkja vit størri bjartskygni nú enn fyri eini tíð síðani, og hevur vinnan tað gott, so smittar tað yvir á alt annað.
Virksemið annars í kommununi er rímuliga stórt í løtuni, og fleiri stórar byggiætlanir liggja fyri framman, sum fara at skapa fitt av arbeiði í kommununi. Skótarnir eru í hesum døgum farnir at byggja stórt og flott skótahús, kommunan fer at byggja stásiliga fimleikahøll í heyst og Almannamálaráðið fer at byggja Depil til børn og ung við fjølbreki seinni í ár. Allar hesar verkætlanir eru í Runavík.
Eisini byrjar kommunan við eini stórari vatnverkætlan í ár. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at framtíðartryggja bæði vestara og eystara arm av Runavíkar kommunu fyri gott vatn. Hetta er ein sera týdningarmikil ætlan fyri kommununa, tí við tí menning, sum verið hevur og vónandi fer at halda á, so verður tørvurin á góðum vatni at vaksa, og kommunan ætlar sær at vera fyrireikað til vaksandi tørvin. Hendan verkætlanin kemur at ganga fyri seg báðumegin fjørðin, men byrjað verður á Skála.
Umframt hesar stóru verkætlanir, so eru fleiri smærri verkætlanir kring um í kommununi.
Samanumtikið kunnu vit siga, at gongdin í kommununi er góð!

15-08-2012



Leiga av Ítróttarhøllini í Runavík

Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2012/2013, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi mánadagin 27.august 2012.

Runavíkar býráð

26-07-2012



Laksa- og sølutorgið í Runavík

Laksa- og sølutorgið verður við býráðshúsið í Saltangará leygardagin 21. juli frá kl. 10.00 - 16.00

Á skránni verður m.a.:

- Ókeypis smakkiroyndir av laksi frá Bakkafrost, sum Sjókaféin tilgerð
- Barnatiltak við Kapteyn Gardar og Stampa
- Tónleikaframførðsla við Una Debess og Edvard Nyholm Debess
- Brotssparkskapping
- SkipalistaKvissin 2012
- Listaframsýning við Jastrid Langgaard og Jørgin Olsen
- Spennandi sølutorg, mini djóragarður, tombola, fiskibrunnur og loppimarknaður

Sum nakað nýtt á laksatorginum er ætlanin eisini at hava ein loppumarknað har børn selja sínar brúktu leikur.

Ynskja tit at vera við á torginum ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Kunningarstovuna í Runavík, tlf. 417060 ella við at skriva til info@runavik.fo innan mikudagin 18. juli kl. 15.00.

Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar.

21-07-2012



Sprongt verður á Glyvrum

Í sambandi við at bátahylurin á Glyvrum verður dýptur verður sprongt í morgin leygardagin 24. mars um 3-tíðina seinrapartin. Í hesum sambandi verður heitt á allar bátaeigarar um at flyta bátarnar úr hylinum. Tey, ið eiga gøgn á landi í økinum, verða eisini biðin um at taka fyrivarni fyri at sprongt verður.

Runavíkar Havn

23-03-2012



Væleydnaður vinnufundur í Løkshøll

Fríggjadagin kl. 13.00 var Løkshøll karmur um ein kommunal vinnufund. Eini 130 fólk umboðandi 85 lokalar fyritøkur og Runavíkar Kommunu luttóku.

Endamálið við fundinum var at skapa eitt miðvísari samskifti millum vinnuna og Runavíkar Kommunu.

Klæmint Østerø, formaður í Vinnu- og Havnanevndini bjóðaði vælkomin. Síðani hugleiddi Magnus Rasmussen, borgarstjóri, um samstarvið og samanhangin millum vinnuna og kommununa. Hann vísti m.a. talvur við rakstri og íløgum hjá kommununi seinnu árini.

Eftir brunch í kantinuni í Skúlanum við Løkin greinaði Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, gongdina hjá vinnuni í kommununi. Hann hevði fleiri áhugaverdar samanberingar av vinnulívinum í Runavíkar Kommunu í mun til aðrar kommunur og landið sum heild.

Síðani vórðu eyguni vend meiri ítøkiliga móti menning av fiskivinnuni í Runavíkar Kommunu. Tórheðin Jensen frá Varðanum, Annfin Olsen og Jens Pauli Petersen frá Faroe Origin greiddu bæði yvirskipað og ítøkiliga frá teirra virksemi og hvørjar royndir teir høvdu við samstarvinum við kommunurnar í økinum.

Dagurin endaði við einum pallborðskjaki, sum Ingolf S. Olsen leiddi. Áhoyrararnir høvdu eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til pallborðsluttakararnar. Í pallborðinum luttóku Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, Eyðvør Berg, Varaleiðari í Berglon og Annfin Olsen, stjóri á Faroe Origin.

Fundurin endaði kl. 17.00

Sí fleiri myndir undir myndafrásagnir

15-02-2012 09.00



Dávid Reinert Hansen tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu

Runavíkar býráð hevur á fundi 9. februar 2012 sett Dávid Reinert Hansen í starv sum nýggjan tekniskan leiðara hjá kommununi. Hann tekur við starvinum eftir Oyvind Brimnes. Dávid er 51 ára gamal og hevur útbúgving sum sivilverkfrøðingur umframt eftirútbúgvingar. Hann hevur nógvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir frá stórum føroyskum verkætlanum. Dávid Reinert Hansen byrjar í starvinum 1. mars.
10-02-2012



Skálafjørðurin vælegnaður til oljumiðdepil

(Grein frá oljan.fo/Jan Müller)

Skuldi tað hent, at olja ella gass verður funnið í rakstrarverdugum nøgdum á føroyska landgrunninum í ár og ein verulig oljuvinna tekur seg upp í kjalarvørrinum, so er Skálafjørðurin eitt gott boð uppá ein komandi oljumiðdepil. Tað heldur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.

Gjøgnumbrot
2012 kann gerast árið, tá oljan fær veruligt gjøgnumbrot í Føroyum. So vónríkur var landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl í samrøðu við oljan.fo um ársskiftið. Hann sipaði her til komandi boringina á landgrunninum.
Hetta er áttandi brunnurin, sum verður boraður í Føroyum, og hóast einki rakstrarverdugt fund enn er gjørt, so hava vit kortini útvegað okkum eina rúgvu av týðandi upplýsingum um okkara undirgrund og hava m.a. staðfest, at her finst ein virkin kolvetnisskipan.

Bryggjukanturin
Allir hesir brunnar og aðrar kanningar hava skapt eitt stórt virksemi í Føroyum, ikki minst tí, at føroysk lóggáva sigur, at allar vørur og tænastur, sum verða brúktar í sambandi við oljuleiting, skulu um føroyskan bryggjukant. Tað hevur givið arbeiði til eitt nú oljuútgerðarhavnina í Runavík, til flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways, til heilsølur og onnur vinnuvirki.

Verður eitt lønandi fund gjørt í hesum árinum fer spurningurin um, hvar komandi oljuvirksemið skal savnast, aftur aktuelt. Tað er so heldur einki dulsmál, at Runavíkar kommuna arbeiðir við at menna Skálafjørðin til framtíðar oljudepil í landinum, nú oljuútgerðarhavnin í Runavík hevur hýst teimum fyrstu sjey boringunum á landgrunninum. Royndirnar frá hesum arbeiðinum hava fingið bæði myndugleikar og vinnulívið á staðnum at seta út í kortið eina framtíðar oljuvinnu á fjørðinum. Í fjør varð tí sett hol á eitt stórt kanningarbeiði fyri at finna best hóskandi økini á fjørðinum til ymsar vinnugreinar eitt nú oljuna.

Nýggj úterðarhavn
Tað hevur ljóðað, at økið millum Skála og Skálabotn uttan iva fer at vera eitt gott boð uppá eina komandi oljuútgerðarhavn í framtíðini. Verandi útgerðarhavn er stór nokk til verandi leitivirksemi, sum er rættiliga avmarkað, men verða fund gjørd og útbygging sett út í kortið, so verður brúk fyri nógv størri upplandi og bryggjuplássi.

Í seinastuni hava vit hoyrt um føroyskar fyritøkur, sum leiga út føroyskar handverkarar til verkætlanir í útlandinum. Oljan. fo hevur í hesum sambandi spurt nakrar av teimum persónum, sum eru partur av hesum arbeiði, hvussu teir síggja fyri sær eina menning av oljuvinnuni á landi í Føroyum.
Og tað er eingin loyna, at hjá einum av teimum stóru aktørunum í oljuvinnuni í løtuni, skipasmiðjuni Mest, hava tey gjørt sær sínar tankar um framtíðar oljuvinnuna í Føroyum.

Stórir møguleikar
Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest og tess dótturfelag Pam Offshore sær stórar møguleikar á Skálafjørðinum, fer ein verulig oljuvinna at taka seg upp her.

“Vit hava Skálafjørðin, sum er djúpur og breiður, og her er eisini stórt uppland, sum saman eru væl egnað til eitt nú oljuvirksemi. Tað skulu bæði havnafasilitetir og dýpi til at kunna taka ímóti eitt nú boripallum. Hetta borgar Skálafjørðurin fyri. Tað ljóðar, at myndugleikarnir her arbeiða við eini ætlan at seta av økið millum Skála og Skálabotn av til nettupp eina komandi oljuvinnu, og tað kann eg bara taka væl ímóti og giti, at tað gera vinnufyritøkur við fjørðin og myndugleikarnir sum heild eisini”, sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr við oljan.fo. Hann vísir eisini á, at her finnast vinnuvirki so sum skipasmiðja og maskinverkstaðir, sum ein komandi oljuvinna fer at hava tørv á.

Mynd: Skálafjørðurin. Myndin er lænt frá heimasíðuni www.shf.fo, hjá Skála Handverkarafelag.

16-01-2012



“OKNIN” á Runavík

Væl av fólkið var komið saman á Rókabryggjuni, undir smiðjuni Mekanik, tá “Nordic Sea” kom á Runavík fyrrapartin kl. 11:00. Hetta er skipið, sum skal avloysa “Oknina” á garnaveiði eftir svartkalva og havtasku á Føroyaleiðunum.

Pf. Lógv eigur skipið. Tríggir teirra, sum stovnaðu felagið í 1963, eru farnir higani, meðan Bendtse og Samson, sum eisini tóku stig til felagið, ið árið eftir yvirtók kendu “Oknina”, í 1964, hava verið yviri í Noregi eftir skipinum. Rættiliga symptomatiskt fyri hesar menninar var tað, at júst teir báðir stóðu frammi í gron ímorgun, og tóku sær av at fortoya skipið. Teir hava ikki verið bangnir fyri at taka fatt, tá tað hevur snúð seg um at lynna undir tær búskaparligu Føroyar.

Runavíkar havn/kommuna hevði skipað fyri móttøku, táið nýggja “Oknin” kom á Runavík. “Boðar tú til allar tjóðir” varð sungin sum felagssangur, og síðani høvdu Magnus Rasmussen, borgmeistari, Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, og Sæmund Tausen orðið. Eftir tað var tjóðsangurin sungin. Síðani var høvi hjá øllum at skoða skipið, sum skal umbyggjast nakað, og eftir hvat ið frættist, verður tað klárt til fiskiskap einaferð í mars mánaða næsta ár.

16-12-2011



Thomsen-menninir leggja árar í sjógv !

...tað sigur ikki so lítið um vinnuliga framsøkni hjá hesum monnum, at Bendtse, eitt kvøldið í samtalu á bryggjuni segði við havnarmeistaran: “Oknin” er nú komin til eitt vegamót, har vit mega taka avgerðina um at gevast ella at keypa annað og nýggjari skip ístaðin.” Og so legði hann afturat: “Tað ber ikki til onga vinnu, - onga drift at hava !” ...

Les meira í viðfestu grein hjá Tórbjørni Jacobsen .

15-12-2011



FRESH LINK, – Nýggj byrjan í Runavík

Móttøka verður í FRESH LINK-húsinum hósdagin hin 8. desember kl. 14:00.

Fyri góðum tveimum árum síðan tóku áhugamál á feskfiskamarknaðinum seg saman og skipaðu eitt maritimt undirstøðukervi ímillum Føroyar og
Skotland.

Ein gamal kenningur, “Star Saga”, varð leigaður til endamálið, og skipið eitur nú “Silver Fjord” og er skrásett í Panama.

Í summar keypti Runavíkar kommuna pakkhúsið, sum fyrst P/F Beta og síðani dóttirfelagið hjá United Seafood, P/F Kongshavn, hava húsast í.

Frá og við 1. november 2011 hevur felagið FRESH LINK leigað bryggjupakkhúsið frá kommununi. Ætlan felagsins er at brúka hølini sum basu í siglingini ímillum Føroyar og grannarnar fyri sunnan.

Harvið hevur linjufartur í farmasigling aftur tikið seg upp við Runavíkar havn, og tað fegnast kommunalu- og havnamyndugleikarnir almikið um.

Runavíkar kommuna/havn ynskja felagnum blíðan byr og vøkstur, nú virksemið byrjar av álvara, og vit gleða okkum til gagnligt samskifti við FRESH LINK í ókomnum døgum.

Felagið hevur í blaðlýsingum bjóða øllum til móttøkuna, sum verður hildin í FRESH LINK-húsinum ímorgin kl. 14:00

Runavíkar kommuna/havn

07-12-2011



Tvær nýggjar bensinstøðir í økinum

Í seinastu viku lótu ikki minni enn tvær nýggjar snotiligar bensinstøðir upp í Runavíkar Kommunu.

Týsdagin 25. okt. lat Magn upp eina spildurnýggja bensinstøð á Høgabóli í Saltangará.

Og dagin eftir, mikudagin 26. okt., lat so Effo upp sína høvuðsumvaldu Fast-støð.

Í báðum førum er talan um sera snotiligar bygningar við øllum nýmótans tænastum til bilførarar. Sølubúðirnar hava eitt stórt vøruúrval, og atkomuviðurskiftini eru sera góð.

Runavíkar Kommuna fegnast um, at orkufeløgini bæði, EFFO og Magn, hava valt at reka virksemi í økinum, og ynskir teimum samstundis blíðan byr.

01-11-2011 12.00



Skrá fyri Laksa- og Sølutorgið

Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00 - 16.00

Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verða ókeypis smakkiroyndir av Laksi frá Bakkafrost sum Sjókaféin tilgerð, barnatiltøk við sangi, klovnum v.m., tónleikaframførslur við m.a. Lív Næs, ein mini djóragarður við ymsum djórum og rossum, skipalistakviss og brotssparkskapping. Sølutorgið bjóðar fiskasølu, vaflur, loppimarknað, andlitsmáling, køkutombola, fiskibrunn, chips sølu og ymiskt annað..

Skrá:
10.00: Vælkomin. Torgið letur upp
10.00 - 16.00: Mini djóragarður og ross
10.00 – 16.00: Kunningarstovan í Runavík hevur opið
10.00 – 16.00: Listaframsýning í býráðssalinum við Harry Knudsen
10.00: Tónleikur við Kára Sverrisson
11.00: Tónleikur við Lív Næs
12.00: Barnaundirhald við Angelu og Hannibal
12.45 Barnaundirhald við Sasho, Harald og Beinir
13.30: NSÍ skipar fyri brótssparkskapping við Gangó og møguleiki verður hjá øllum at bjóða kenda málmanninum av.
14.00: Tónleikur við Kára Sverrisson
15.00: Skipalista kvissin

19-07-2011 00.59



Laksa- og Sølutorgið

Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00 - 16.00

Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verða ókeypis smakkiroyndir av Laksi frá Bakkafrost sum Sjókaféin tilgerð, barnatiltøk við sangi, klovnum v.m., tónleikaframførslur við m.a. Lív Næs, ein mini djóragarður við ymsum djórum og rossum, skipalistakviss og brotssparkskapping. Sølutorgið bjóðar fiskasølu, vaflur, loppimarknað, andlitsmáling, køkutombola, fiskibrunn, chips sølu og ymiskt annað..

Ynskja tit at vera við á torginum, ella hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rut ella Herbjørg á Kunningarstovuni í Runavík, tlf. 417060 innan mikudagin 20. juli kl. 15.00. Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar.

19-07-2011



Luttøka á oljuráðstevnu í Stavanger

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Torbjørn Jacobsen, havnameistari og Klæmint Østerø, formaður í vinnu- og havnarnevndini hava hesa vikuna verið í Stavanger á ráðstevnu. Sambært Portalinum hevur ein av luttakarunum, Terje Hagevang, sagt, at hann metir góðar møguleikar vera fyri at finna olju í Føroyum.

Terje Hagevang var millum fyrstu jarðfrøðingarnar, sum vitjaði í Føroyum fyrst í nítiárunum, tá áhugin fyri føroyskari oljuleiting av álvara byrjaði.

26-08-2010



Nýggjur havnameistari í Runavíkar kommunu

Býráðið hevur í kvøld sett Tórbjørn Jacobsen í starv sum havnameistari í Runavíkar havn. Umframt havnalagið í Runavík umfatar havnaøkið Glyvrar, Søldarfjørð, Skála, Oyndarfjørð og Funningsfjørð. Harafturat eru eisini fleiri smærri lendingar og bátahyljar í kommununi. Afturat havnameistaranum eru 2 havnaumsjónarmenn í starvi.
24-06-2010



Nýggi Tróndur í Gøtu á Runavík

Í dag kl. 17 kemur nýggi Tróndur í Gøtu á Runavík at liggja nakrar dagar, meðan skipið verður gjørt klárt. Tróndur fer fyrst inn á Gøtuvík at venda, men av tí, at skipið stingur so djúpt, ber ikki til at leggja at.

Tróndur í Gøtu skal liggja við nýggju bryggjuna, sokallaðu oljukeiina. Væntandi og vónandi vera nógv fólk og taka ímóti hesum stásiliga fari. M.a. skipar Eysturkommuna fyri bussflutningi av skúlabørnum, sum koma til Runavíkar at taka ímóti skipinum.

24-03-2010



Skálafjarðartunnilin

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, fegnast um, at lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin nú er borið í tingið (sí viðf. tíðindaskriv).
03-03-2010



 
 
Svarta talva
17-05-2013
Kommunulæknaavloysarar á Skála og í Runavík í 2013
01-01-2013
Eysturoyar Barnaverndartænasta tlf. 417000/237090
08-03-2011
Rokningar til kommununa
Vís alla talvuna
 
 
Tiltøk
22-05-2013
Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu
28-05-2013
Summarkvøld við Toftavatn týskvøldið 28. mai
13-06-2013
Báta- og campingtreff á Eystanstevnu 2013
21-06-2013
Kampingtreff á Fjarðastevnuni á Skála
Vís øll tiltøk
 
 
Leys størv
22-05-2013
Summarhjálp til Kunningarstovuna í Runavík
22-05-2013 12.00.00
Varaskúlastjóri til Runavíkar kommunuskúla
01-06-2013
Námsfrøðingur til Barnahúsið Sellin á Skála
 
 
Vinna



Virkir og handlar, sum ynskja at gera broytingar í síni lýsing, eru vælkomin at venda sær til Kunningarstovuna fyri at fáa egið loggin.

 

 
 
Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Tel. +298 41 70 00 Fax. +298 41 70 01 runavik@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula