| Hornorkesturkonsert á Glyvrum mikukvøldið 24. apríl | Mikukvøldið 24. apríl kl. 19.30 hava Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar Hornorkestur konsert í fimleikahøllini í Glyvra Skúla.
Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan spælt konsertir saman við øðrum orkestrum, og hesaferð verður tað Fuglafjarðar Hornorkestur, sum eisini luttekur. Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, og Kjell Orseth stjórnar Fuglafjarðar Hornorkestri.
Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá orkestrunum báðum til árligu Musikkstevnuna, sum hesaferð verður í Skúlanum við Løgmannabreyt komandi vikuskifti. Tað er Havnar Hornorkestur, sum fyriskipar Musikkstevnuni í ár.
Skráin mikukvøldið verður fjølbroytt. Til musikkstevnuna hava orkestrini vant fleiri sera ymisk løg, sum skulu vísa, hvussu væl orkestrini megna at spæla ymisk og fjølbroytt tónleikasløg - frá siðbundnum marsjum og klassiskum tónleiki til forsturlandsløg og lættari tónleik.
Setið eina løtu av nú mikukvøldið - um tykkum dámar hornorkesturtónleik - til konsert í fimleikahølllini í Glyvra Skúla kl. 19.30.
Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar Hornokestur 22-04-2013 11.00 |  |
|
|
| Væleydnaður GMF-gongutúrur á Skála | Í morgun (mikumorgunin, 13. mars) skipaði morgunsendingin hjá Útvarpinum "Góðan Morgun Føroyar" fyri væleydnaðum gongutúri av Ytra Skála og inn móti Skipasmiðjuni. Bergljót Hentze og ein væl upplagdur Hallgrím Johannesen samskiftu um sagnir, seyðatjóvar, áarlop og soknar bátar, men eisini um barnadagar í eini bygd í stórari menning við skipabygging og nógvum fiskaarbeiði umframt vitjan av bæði symfoniorkestri og kongi. Uml. 70 fólk, bæði børn og vaksin, vóru við á túrinum í góða kavaveðrinum. Sendingin kann væntandi hoyrast seinni í dag á kvf.fo 13-03-2013 |  |
|
|
| Streymur og streymviðurskifti | Bátafelagið á Skála hevur upplýsandi limatiltak um streymviðurskifti leygardagin 9. mars 2013, kl. 16.00 í hølunum hjá Skála Handverkarafelag.
Kunnað verður eitt sindur um streym, streymviðurskifti, fiskimið v.m. Frits Thomsen, sjómansskúlalærara, greiðir frá og kunnar, um hvat tilfar er til taks, og hvussu tað skal nýtast.
Ynskiligt er, at limirnir eisini geva eitt íkast til evnið.
Sum vanligt er leygardagar, bjóðar felagið kaffi og køkur. 07-03-2013 |  |
|
|
| Jólatrøini verða tendrað soleiðis: | Frá Runavíkar kommunu
Leygardagin 01. des í Runavík kl 17.00, Marita Dalsgaard, skúlastjóri heldur røðu.
Á Skála kl. 18.30 Bárður Kass Nielsen, býráðslimur heldur røðu
Sunnudagin 02. des.
í Oyndarfirði kl 15.00. Magnus Rasmussen, borgarstjóri heldur røðu
í Funningsfirði kl 16.30 Magnus Rasmussen, borgarstjóri heldur røðu.
og í Funningi kl 17.00 har, Elsa Funding, prestur heldur røðu
Jólabygdin í Æðuvík tendrar sunnudagin kl 19.00
Bill Justinussen, løgtingslimur heldur røðu.
NesSóknar Musikkfelag spælir til øll tiltøkini.
Runavíkar kommuna
29-11-2012 |  |
|
|
| Alment hátíðarhald á Høgabóli | Leygardagin 20. okt. verður standmynd av vinnulívsmanninum Símuni á Høgabóli avdúkað á økinum við Høgaból í Saltangará. Í tí sambandi verður alment hátíðarhald við røðum og sangi. Tiltakið byrjar kl. 14.30, har Bjarni Djurholm, formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jákup Lamhauge formaður í nevndini “Varðin á Høgabóli” fara at flyta fram røður. Harumframt verða sangframførslur við Kór Glyvra Kirkju og Beinir Troest Rasmussen, oldurabbabarni Símunar. Aftaná verður kaffi at fáa í hølunum hjá Verkhúsinum Stíggjur á Høgabóli.
Tað er áhugafelagið “Varðin á Høgabóli”, sum stendur fyri hátíðarhaldinum. Felagið varð stovnað fyrst í 2010 við endamálinum at virka fyri, at ein standmynd av vinnulívsmanninum Símuni Simonsen – vanliga nevndur Símun á Høgabóli, sum livdi í tíðini 1877 – 1947, varð reist á økinum við Høgaból, har hann livdi og virkaði.
Í grundgeving síni helt áhugabólkurin m.a., at tað er av stórum týdningi, at persónar, sum hava skara fram úr í samfelagnum, ikki verða gloymdir, men ístaðin verða mintir á ein slíkan hátt, at eisini ættarliðini, sum koma aftaná, fáa kunnleika um hesar persónar, og eisini um týdningin, teir hava havt fyri samfelagið, teir virkaðu í.
Um hugt verður í søguligt tilfar, sum er at finna um undangongumenn innan vinnulív í Føroyum, so var Símun á Høgabóli uttan iva millum teirra, sum gingu undan og skaraði fram úr.
Virkisøki hansara var bæði á sjógvi og á landi – frá opnum báti til stór havgangandi fiskifør – fiskaturking á hellugróti, víðkað til framkomin turkihús.
Uttan almenna hjálp, sum vit kenna nú á døgum, so bygdi Símun á Høgabóli sjálvur m.a. atløgubryggju til skip síni og annars tað sum kravdist til skipa- og virkisrakstur – herundir eisini íshús og handil.
Umframt dømini, ið nevnd eru omanfyri viðvíkjandi virkisøki hansara, so tók Símun eisini lut í fyrireikingunum til byrjanina av Runavíkar Havn, sum fór fram undir seinra heimsbardaga, sum síðan er útbygd og nú er millum størstu havnirnar í landinum.
Flest øll eru samd um, at stóri vøksturin, sum árini aftaná er farin fram í Runavíkar kommunu, fekk sína byrjan aftaná at fyrsta byggistig av Ruanvíkar Havn varð gjørt.
Símun á Høgabóli tók eisini lut í vinnuvirksemið uttanfyri sína heimbygd, og kann í hesum sambandi verða nevnt m.a., at hann var stórur partaeigari bæði í Tórshavnar Skipasmiðju og Skipafelagnum Føroyar.
Ásannast má, at Símun á Høgabóli legði lunnar undir eitt virksemi, sum kom at hava alstóran týdning fyri fólkið á staðnum, í grannabygdunum og fyri samfelagið alt.
Grundað á hesar nevndu veruleikar, helt áhugabólkurin, at ein standmynd av Símuni vildi verða eitt heiðurligt minni um merkismannin, og sum eisini kann vísa yngru ættarliðunum á týdningin av virkseminum hjá einum manni, sum gekk undan.
---
Í nevndin fyri áhugabólkin hava sitið: Jákup Lamhauge, form., Jónsvein Knudsen, næstform., Frithleif Olsen, Rannvá Troest og Dinna Jensen.
Fyri stuttum andaðist Jónsvein Knudsen, og hevur sonur hansara Janus Knudsen tikið sætið í nevndini fyri pápan. 19-10-2012 |  |
|
|
| Á súkklu runt Agnið ella út á Eystnes | Motiónstúrar fyri øll, ung sum eldri, kvinnur og menn
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík verður skipað fyri motiónssúkkling sunnudagin 21. oktober.
Tað er Mentanarvikan Skýming saman við Tórshavnar Súkklufelag og nýggja fjallasúkklufelagnum, MTB.fo, ið skipa fyri tiltakinum.
Ætlanin er, at øll, ið eiga eina súkklu kunnu luttaka. Tað stendur øllum í boði, at súkkla runt Agnið, ið er ein túrur á umleið 10 kilometrar.
Eisini stendur øllum, ið eiga eina fjallasúkklu, at súkkla ein sokallaðan “off road” túr. Tá gongur leiðin út á Eystnes.
Báðir túrarnir byrja við Løkshøll og súkklað verður móti Rituvík, og síðan móti Toftum, og so aftur til Runavíkar.
Tiltakið er sum sagt, fyri øll, og byrjar súkklingin kl. 13.30. Møtt verður við løkshøll. Limirnir í Tórshavnar Súkklufelag súkkla altíð í súkkluhjálmi, tí hevði tað glett okkum at sæð øll, sum ætla sær at taka lut, eisini at súkkla í hjálmi.
Verið hjartaliga vælkomin á súkklu, Kring Agnið ella út á Eystnes.
Teinarnir eru at síggja á www.tsf.fo og www.mentanarvikan.fo 18-10-2012 |  |
|
|
| Line Dans - Kafé í Hæddini | Fyrsta tiltakið í mentanarvikuni verður longu í kvøld. Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest hava í nógv ár havt úr at gera við at undirvísa í fimleiki á Skálafjørðinum, men hóskvøldið 18. oktober undirvísa tær í heilt øðrum kynstrum, nevniliga í løttum Line Dansum frá kl. 20.00 til 21.30 í Hæddini í Saltangará
Aftaná verður kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilmelding á tel. 223058 ella 217572. 18-10-2012 |  |
|
|
| Standmynd á Høgabóli | Á mentanvikuni í Runavík verður nýggj standmynd avdúkað á Høgabóli
Talan er um nýggja standmynd, sum verður sett upp á Høgabóli til minnis um merkismannin Símun Simonsen, vanliga nevndur Símun á Høgabóli, sum hevði stórt virkemi á hesum stað.
Avdúkingin av standmyndini er eitt av fyrstu tiltøkunum í mentanarvikuni, sum í ár hevur fingið heitið Skýming.
Standmyndin verður avdúkað leygardagin 20. oktobur kl. 14.30.
16-10-2012 |  |
|
|
| Fyrilestur í Skúlanum í Søldarfirði | Í kvøld 11. oktober kl. 19 bjóðar ALS inn til almennan fyrilestur við heitinum “Mítt arbeiðslív og mítt lív" í fimleikahøllini í skúlanum í Søldarfirði.
Í kvøld hugleiða Amy Hansen og Tórbjørn Jacobsen.
Um tú ert arbeiðstøkur ella ikki, ert tú vælkomin á gátt at lurta, at drekka ein góðan munn og kanska fáa eitt gott prát.
Ætlanin er at hava fleiri slík kvøld í vetur. 11-10-2012 12.00 |  |
|
|
| Mentanarvika 8. árið á rað | Árliga Mentanarvikan í Runavík fær í ár á fyrsta sinni sítt egna heiti. Mentanarvikan, sum hesaferð verður í døgunum 21. - 28. oktober, verður nú og framyvir kallað Skýming.
Navnið endurspeglar millum annað árstíðina, har myrkrið vinnur á ljósinum og kvøldini gerast longri. Frá gomlum døgum savnaðust fólk hesa ársins tíð til søgu og mentanarligt undirhald fyri at stytta sær stundir. Navnið skýming verður soleiðis knýtt at hugna og gaman.
Í bókini Í Skýmingini sigur rithøvundurin Sofía Petersen soleiðis:
“Meðan skuggarnir so líðandi vuksu og myrknaðu inni í krókunum í stovuni, var tað hugnaligt at stilla seg tætt inn at ommu – royna at troka seg allarnæst henni, so einki orð, av tí hon bar fram, skuldi misfarast, tí einki spæl, hvussu stuttligt tað enn kundi vera, var at líkna við at lurta eftir hennar søgum og rímum.”
Fyrireikararnir hava í ár valgt eitt av listarfólkunum, ið luttekur í mentanarvikuni, til at prýða plakatina, sum verður prentað til høvið. Í ár er tað lokali listarmaðurin Jóannes S. Hansen, ið hevur málað málningin. Til ber at ogna sær eitt eintak av plakatini, tá mentanarvikan byrjar. Plakatirnar verða til keyps á Kunningarstovuni í Runavík.
Eins og áður fer Mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Verið vælkomin til Mentanarvikuna Skýming 2012. 08-10-2012 |  |
|
|
| Um vikuskiftið var landsdystur í boccia í Runavík | Um vikuskiftið var landsdystur í boccia leiktur í ítróttahøllini í Runavík. Føroyar leiktu móti Onglandi. Føroyska liðið var mannað við 12 leikarum, 4 kvinnum og 8 monnum, sum komu úr ÍSB, Svani og Smæruni.
'Føroyingar eru eitt blítt fólkaslag, og vit hava notið tíðina her í Føroyum', segði trenarin hjá Onglandi, Andy Shard, við Netavísina, tá vit hittu hann eftir dystin.
'Ætlan okkara er nú at bjóða føroyska liðinum til Onglands, og vóna vit at kunna vísa eins stórt gestablídni, sum føroyingar hava víst okkum her'
Tað var Sæunn Ólavsdóttir Hansen, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum bjóðaði vælkomin og setti stevnina við hesum orðum:
Góðu vinir,
Vegna Runavíkar kommunu vil eg ynskja tykkum so hjartaliga vælkomin at vitja okkum og Føroyar.
Boccia er ein málrættaður ítróttur, sum kannar/analyserar muskultamarhald og
neyvleika og sum krevur serligt hegni og konsentratión á hægsta stigi.
Boccia verður hildið at hava sín elligamla uppruna í Grikkalandi.
Boccia er ein neyv analysering av nervunum, tínum taktikki/ella tíni framferð og
tínum hegni.
Sum vit øll vita, so er ítróttur nyttuligur bæði fyri likam og sál. Vit eru tí sera fegin um at hava hendan landsdystin í Boccia í Runavíkar kommunu og eg vóni, at tit fara at njóta vitjanina og hesar dagarnar.
Við hesum orðum verður Landsdysturin 2012 í Boccia settur.
Úrslitið av kappingini:
Kvinnurnar:
1. Joanna Poulsen, Strendur
2. Unn Mortensen, Havn
3. Meiken Olsen, Havn
4. Elin Løkin, Runavík
5. Stella, GB
6. Rachel, GB
Menninir leiktu í trimum bólkum.
Bólkur 1.
1. Kevin, GB
2. Stephen, GB
3. Tórður Hjalt Jacobsen, Runavík
4. Rene Lið
Bólkur 2.
1. Valdemar Dam, Saltangará
2. Michael, GB
3. Theodor Esmar Hansen, Saltangará
4. Elvin Weihe, Saltangará
Bólkur 3.
1. Kemlyn, GB
2. Jonhard Haraldsen, Tórshavn
3. Dánjal Gram Høgnesen, Runavík
4. Øssur Gudmundarson, Hoyvík 16-08-2012 |  |
|
|
| Boccia - ein ítrótt fyri øll | ÍSB: Um vikuskiftið verður landsdystur í boccia leiktur í ítróttahøllini í Runavík. Føroyar skulu leika móti Onglandi, ella rættari Stórabretlandi. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum, 4 kvinnum og 8 monnum.
Teir 12 leikararnir eru úr teimum báðum feløgunum hjá ÍSB, Svani og Smæruni.
ÍSB vónar, at nógv fólk leita sær í ítróttahøllina í Runavík at stuðla føroyska liðnum. Boccia er ein av teimum stóru ítróttagreinunum hjá ÍSB, helst tann størsta. Boccia er eitt sera undirhaldandi spæl. har nýggjar støður alla tíðina koma í. Og vísu orðini um, at onki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt, munnu passa sera væl til júst hetta spælið. Harafturat kemur, at áskoðararnir koma sera tætt at spælarunum.
Skráin fyri landsdystin er hendan:
Fríggjadagin verður leikt innleiðandi umfar beint eftir setanina. Sæunn Ólavsdóttir setir tiltakið. Byrjað verður kl. 10, og er tað liðugt at spæla um 14 tíðina.
Leygardagin er finaluumfar á skránni. Aftur leygardagin verður byrjað kl. 10. Spælt verður líkt til kl. 17, tá vinnararnir eru funnir.
Sunnudagin er ein øðrvísi kapping á skránni. Tá verður uppvísningsdystur leiktur á torginum í Runavík, t.e. undir býráðsskrivstovuni. Tá fara landsliðsleikararnir at leika móti kendum føroyingum. Nevnast kunnu Tummas Hanus Dam, bretskur sendimaður, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard, politikarar, Abraham Løkin og Klæmint Olsen, fótbóltsleikarar og Kristina Bærentsen, sangari. Hendan kappingin byrjar kl. 14 og varar ein góðan tíma. Viðrar ikki, verður leikt í Løkshøll ístaðin.
ÍSB vil bjóða øllum at vera vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
- Stuttligt hevði verið, um nógv fólk gjørdu sær ein túr til Runavíkar at hyggja, sigur ÍSB. 08-08-2012 |  |
|
|
| Landsdystur í boccia | Í døgunum 9. til 13. august 2012 skipar ÍSB fyri landsdysti í boccia. Dysturin er móti Onglandi. Í enska ferðalagnum eru 10 fólk, 6 ítróttafólk og 4 venjarar og liðleiðarar. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum og einum 4 venjarum og liðleiðarum.
Dysturin verður í Runavík. Runavíkar Kommuna hevur sum vertsbýur bakkað væl upp um tiltakið saman við Eik Banka. Nevnast kann, at býurin verður flaggskrýddur allar dagarnar, Merkið og Union Jack lið um lið. Hetta fyri at markera, at her er stevna í býnum.
Miðdepil fyri tiltakinum er økið rundan um Løkin. Búð verður í skúlanum við Løkin, har umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú við matarsali. Sjálvur landsdysturin verður leiktur í ítróttahøllini í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. august. Fríggjadagin verða innleiðandi umførini leikt, og leygardagin verður stóri finaludagurin. Báðar dagar verður byrjað kl. 10 og tað er ókeypis at koma at hygga. Kaffi og okkurt afturvið fæst til keyps.
Sunnudagin 12. august verður skipað fyri opnari kapping undir opnum himli. Tá verður boðið inn – ella út – til kapping, har ”kendir” føroyingar fara at kappast móti landsliðsleikarunum úr báðum londunum. Viðrar verður hendan kapping á torginum í Runavík – beint uttan fyri deildina hjá Eik í Runavík. Øll eru vælkomin at hyggja.
So verða Føroyar eisini vístar fram. Ætlandi verður farið ein túr runt um Toftavatn og eina longri útferð.
Rundan um eitt tiltak sum hetta, er tørvur á nógvum sjálvbodnum fólki. Tey skulu døma, skipa fyri útferðum, halda vakt, vaska, gera mat, undirhalda og mangt annað. Tá tílík tiltøk verða hildin, er tað við stíli. T.v.s., at tað skal síggjast, hvør hevur hvønn leiklut, dómarar, hjálparfólk annars. Íalt er tí talan um stórt tiltak.
Tílíkar kappingar eru undirhaldandi, og tí vænta tey í ÍSB, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og føroyska liðið. Enska ferðalagið kemur til landið 9. august og fer avstað aftur 13. august.
ÍSB
26-07-2012 |  |
|
|
| Leiga av Ítróttarhøllini í Runavík | Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2012/2013, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi mánadagin 27.august 2012.
Runavíkar býráð 26-07-2012 | |
|
|
| Laksa- og sølutorgið í Runavík | Laksa- og sølutorgið verður við býráðshúsið í Saltangará leygardagin 21. juli frá kl. 10.00 - 16.00
Á skránni verður m.a.:
- Ókeypis smakkiroyndir av laksi frá Bakkafrost, sum Sjókaféin tilgerð
- Barnatiltak við Kapteyn Gardar og Stampa
- Tónleikaframførðsla við Una Debess og Edvard Nyholm Debess
- Brotssparkskapping
- SkipalistaKvissin 2012
- Listaframsýning við Jastrid Langgaard og Jørgin Olsen
- Spennandi sølutorg, mini djóragarður, tombola, fiskibrunnur og loppimarknaður
Sum nakað nýtt á laksatorginum er ætlanin eisini at hava ein loppumarknað har børn selja sínar brúktu leikur.
Ynskja tit at vera við á torginum ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Kunningarstovuna í Runavík, tlf. 417060 ella við at skriva til info@runavik.fo innan mikudagin 18. juli kl. 15.00.
Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar. 21-07-2012 |  |
|
|
| Oyndradagur 2012 | Leygardagin 14. juli er Oyndradagur í Oyndarfirði, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk, bæði bygda- og avbygdafólk, í Oyndarfirði.
Skrá fyri Oyndradagin 2012
11:00 Rennikapping - Byrja verður við skúlan. Heiðursmerki verða latin
14:00 Oyndradagurin verður settur av Kára P. Højgaard
14:30 Ævintýraleikur fyri børn og vaksin niðri í fjørðuni
15:45 Súkklukapping við handilin hjá Eivind. Heiðursmerki verða latin
16:45 Spøl fyri børn og vaksin á vøllinum
17:30 Heiðursmerkja handan í tjaldinum
18:00 Vit grilla (møguleiki verður at keypa pylsir, burgarar og okkurt drekkandi afturvið)
20:00 Sámal Ravnsfjall syngur og spælur í stóra tjaldinum
20:00 Bárður Petersen Band spælur í lítla tjaldinum
22:00 Syngi við
24:00 Dansur við 4 men og matarsøla í tjaldinum 09-07-2012 |  |
|
|
| Skráin til Laksa- og sølutorgið 21. juli | 10.00-16.00 Laksa- og sølutorgið er opið
- Ókeypis smakkiroyndir av laksi frá Bakkafrost
- Loppu- og leikamarknaður
- Hestaríðing
- Fiskibrunnur, køku- og vørutombola
- Listaframsýning: Jastrid Langgaard og Jørgin Olsen
- Fiskasøla
- Søla av bakaravørum
- Kaffi og vaflusøla
Undirhald á torginum:
11:00 Harmonikutónleikur við Jóannes S. Hansen
12:00 Kapteyn Gardar og Stampi undirhalda. Kom og leita eftir skattakistuni saman við sjórænarum
13:00 Tónleikaframførsla við Kára og Kristinu Bærendsen
13:30 NSÍ skipar fyri brotssparkskapping við Effo-málverjunum Kristian Joensen og Pætur Høj
14:00 Tónleikaframførsla við Una Debess
15:00 Skipalistakvissin 2012 21-07-2012 |  |
|
|
| Djór á konsertferð | Í dag byrjar ein minni konsertferð við norsk/føroysku jazzkvintettini Djór. Tann fyrsta konsertin verður í kvøld kl. 20 í kantinuni í skúlanum við Løkin. Djór spæla ”groovutan” tónleik, fullan av improvisatión, spontaniteti og gleði.
Í bólkinum Djór eru:
Konni Kass, sang
Leivur Thomsen, guitar
Simon Olderskog, trummur
Bárður R. Poulsen, bass
Kostnaður: 50 kr. 11-07-2012 |  |
|
|
| Nei, - stórverðin! - Røða á miðsummartiltakinum í Funningsfirði | Torbjørn Jacobsen helt røðu í samband við miðsummartiltakið í Funningsfirði 23. juni 2012. 25-06-2012 |  |
|
|
| Miðsummarbál við bryggjudansi í Funningsfirði | Leygarkvøldið 23. juni verður stórt summartiltak við bryggjuna í Funningsfirði. Tiltakið byrjar kl. 21 tá klárt er at grilla. Stórar felags grillir verða settar upp á økinum, har høvi m.a. verður at keypa sær pylsur og búffar at koyra á grillina. Síðan flytir Torbjørn Jacobsen fram røðu. Á skránni verður eisini felagssangur og Eysturoyar dansifelag kemur at kvøða. Aftaná verður bryggjudansur við Eager to Please.
Bygdafólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomin til hugna- og grillkvøld. 20-06-2012 |  |
|
|
|
|
|
|