Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin í Runavík. Mentanarhúsfelagið í Runavík rekur virksemi í Løkshøll. Í longri tíð hevur Mentanarhúsfelagið arbeitt fram ímóti at fáa eitt stað, har møguleiki varð at skipa fyri mentanarligum tiltøkum. Hesin møguleiki er loksins vorðin veruleiki.
Runavíkar kommuna og Mentanarhúsfelagið hava gjørt samstarvsavtalu um, at nýggi skúlin skal vera partur av einum mentanardepli í Runavík. Talan er um eina høll á 400 fermetrar við teleskoptribunu, sum kann taka 315 fólk. Harumframt er ein kantina á 170 fermetrar, bókasavn á 480 fermetrar, 18 skúlastovur, tónleikarastovu og 34 ymisk onnur høli. Løkshøll verður karmur um mentanarligar upplivingar innan tónleik, sjónleik, konsertir og aðrar listagreinar. Møguleiki er eisini at húsa størri tiltøkum sum ráðstevnum v.m.
Í høvuðsheitum er talan um, at Runavíkar kommuna skapar fysisku karmarnar, meðan Mentanarhúsfelagið syrgir fyri innaru karmunum við tribunu, pallútgerð, ljóð- og ljósútgerð v.m.
Skipanin gongur út uppá, at skúlin ger brúk av hølunum í skúlatíð, meðan Mentanarhúsfelagið ger brúk av hølunum eftir skúlatíð. Atlit skal takast til skúlans virksemi í samband við fyriskipan av tiltøkum í skúlatíð. Tó er einki til hindurs fyri slíkum tiltøkum, um hesi verða fyriskipaði í góðari tíð, so skúlin kann umskipa sítt virksemi um neyðugt.
Okkara vón er, at vit við Løkshøll fara at skapa trivna og ríka um upplivingarnar fyri borgararnar við Skálafjørðin, í Eysturoynni og Føroyum sum heild.
Hjartaliga vælkomin í Løkshøll - Menning gjøgnum upplivingar ®
Limur í Mentanarhúsfelagnum. Hevur tú hug at stuðla felagnum, so kanst tú gerast limur í Mentanarhusfelagnum við at senda ein teldupost til loksholl@loksholl.fo við upplýsingum um navn, bústað, heimatlf. og fartelefon og teldupostadressu.
Hjálparfólk til Løkshøll: Hevur tú hug at vera við? Vit hava altíð tørv á eini hjálpandi hond til tey ymisku tiltøkini í Løkshøll. Tiltøkini liggja í høvuðsheitum um vikuskiftini og um kvøldarnar, og tí er tørvur á at hava hjálparfólk at vera í Løkshøll meðan tiltøkini eru. Uppgávurnar eru rættiliga fjølbroyttar og kunnu t.d. vera at veita leiðbeining, halda skil á, atgongumerkjasøla og at taka eina hond í ymiskt fyrifallandi eisini á tí tekniska økinum. Áhugaði kunnu seta seg í samband við ein av nevndarlimunum ella senda telduposti til loksholl@loksholl.fo
Nevnd og adressulisti: Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu Postboks 171 FO-600 Saltangará Tlf. 222401 (sum svarar í avmarkaðan mun) heimasíða: http://www.loksholl.fo/ teldupostur: loksholl@loksholl.fo
Kári Thorsteinsson, form. Niðari Vegur 12 FO-660 Søldarfjørður teldupostur: kari@loksholl.fo
Hans Tausen, næstform. Leitisvegur 57 FO-600 Saltangará teldupostur: hans@loksholl.fo Doris Djurhuus, skrivari Søldarfjarðarvegur 4 FO-660 Søldarfjørður teldupostur: doris@loksholl.fo Ráðgevarafyritøka: Steingrund Akustik sp/f Leitisvegur 94 FO-600 Saltangará teldupostur: steingrund@bksv.fo |