Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Runavíkar kommunu
Enska síðu
  Kommunan  
 
  Tænasta til tín  
 
  Kunningarstovan  
 
  Býráðið
Býráðsfundir
27.01.2011
24.02.2011
31.03.2011
28.04.2011
26.05.2011
30.06.2011
01.09.2011
29.09.2011
05.10.2011
27.10.2011
24.11.2011
Fíggjarnevnd
Tekniska nevnd
Sosiala nevnd
Vinnu- og havnarnevnd
Mentanarnevnd
Byggi- & býarskipanarnevnd
 
 
  Mentan og frítíð  
 
  Myndafrásagnir  
 
  Børn og ung  
 
  Bygging  
 
  Vinna  
 
  Port of Runavík  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 
Býráðsfundur 27/10-2011 kl. 17.00 – 19.30

Býráðslimir:

Magnus Rasmussen, formaður

Sæunn Ó. Hansen, næstformaður

Beinta Olsen

Klæmint Østerø

Bjarni Kjeld

Arnfinn Langgaard

Karl Rasmussen

Kristian Gaardbo

Fríðbjørg Weihe

Hans Jákup Johannesen

Kári E. Jacobsen

 

Ikki møtt :

Karl Rasmussen

Klæmint Østerø

 

 

1.

J. nr.  541 – 10/00167

Góðkenning av spillivatnsætlanini fyri Runavíkar kommunu.

Tilmæli frá Teknisku deild:

Tekn. deild mælir til, at góðkenna spillivatnsætlanina, sum P/F S.M. Jacobsen hevur gjørt eftir áheitan frá kommununi. Ætlanin er eisini send Umhvørsvisstovuni.

TD mælir til at góðkenna spillivatnsætlanina, tó undantikið tíðarætlanina.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deid.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at góðkenna spillivatnsætlanina. Tó er tað  ikki møguligt at fremja alla ætlanina innan tíðarfreistina.

 

2.

J. nr. 512 – 11/00161

Selmar Nielsen, arkitektar, Tórshavn søkja í skrivi dagf. 14/03-11 um byggiloyvi til 23 íbúðir á matr. nr. 1b í Runavík, sambært innsendum tekningum.

Tilmæli frá Teknisku deild:

TD mælir til at játta umsóknina við vanligum treytum, sum eru,  at byggiloyvi stendur við í mesta lagi 2 ár.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.

Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3.

J. nr. 050 – 10/00028

Minnisvarði á Høgabóli.

“Varðin á Høgabóli” v/Jákup Lamhauge, Saltangará søkir í skrivi dagf. 19/10-2011 kommununa um at fíggja kostnaðin av at gera økið til standmyndina á Høgabóli, eftir skitsuætlan og kostnaðarætlan sum Teknistovan v/Eyðun Petersen hevur gjørt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til ganga umsøknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við ætlanini og at málið verður tikið upp í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012.

 

4.

J. nr.  503 – 11/00558

Jarðarkeyp til útstykking í Saltangará.

Tilmæli frá Teknisku deild:

Tekn. deild skjýtir upp at leingja Hjallaveg smb. tekning df. 18/10-11,  er víst hvar Hjallavegur ætlast at liggja, og hvussu ein útstykking kann gerast.

Jarðarkeyp v.m. er mett til uml. 2 mió. kr. og mælir Tekn. deild til at taka upp samráðingar um keyp av byggilendinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og at málið verður tikið upp í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012.

 

5.

J. nr. 552 – 10/00533

Uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 fyri Skálafjarðar Sløkkilið.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

 

6.

J. nr. 105 – 11/00530

Hondbóltsfelagið Tjaldur søkir um fíggjarligan stuðul til felagið, orsaka av fíggjarligu støðuni/trupulleikunum sum felagið er komið í.

Tilmæli frá Mentanardeildini:

Mentanardeildin mælir til, at býráðið letur eina eykajáttan, ið kann hjálpa Tjaldur  á føtur aftur, eins og kommunan fyrr hevur hjálpt øðrum feløgum.

-Mentanarnevndin mælir til at játta umsókinia. Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 125.000 kr. í stuðli.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og fíggjarnevndini og veita ein fíggjarligan stuðul uppá 125.000,- kr.

 

7.

J. nr. 102 – 11/00543

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2012 fyri Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin gjøgnumgingið fíggjarætlan fyri øki 1 (skjal A) og uppskotini frá øllum nevndunum til fíggjarætlan fyri 2011 – sí yvirlit, skjal B.

Samsvar er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Staðfestast kann, at hallið er 29,5 mió.

Um fimleikarhøllin verður lánsfíggjað, 13 mió, og sostatt hildin uttanfyri karmin, er talan um 16,5 mió.

Heitt verður á nevndirnar um at koma við sparingum, bæði í rakstri og íløgum til 2. viðgerð.

Mælt verður til at skattaprosentið verður óbroytt (22%) og at barnafrádrátturin fyri 2012 hækkar við 250 kr til 4.500 kr.

-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við fíggarnevndini.

 
Svarta talva
17-05-2013
Kommunulæknaavloysarar á Skála og í Runavík í 2013
01-01-2013
Eysturoyar Barnaverndartænasta tlf. 417000/237090
08-03-2011
Rokningar til kommununa
Vís alla talvuna
 
 
Tiltøk
21-05-2013
Næmingakonsertir í Nes Sóknar Musikkskúla
22-05-2013
Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu
28-05-2013
Summarkvøld við Toftavatn týskvøldið 28. mai
13-06-2013
Báta- og campingtreff á Eystanstevnu 2013
21-06-2013
Kampingtreff á Fjarðastevnuni á Skála
Vís øll tiltøk
 
 
Leys størv
22-05-2013
Summarhjálp til Kunningarstovuna í Runavík
22-05-2013 12.00.00
Varaskúlastjóri til Runavíkar kommunuskúla
01-06-2013
Námsfrøðingur til Barnahúsið Sellin á Skála
 
 
Myndafrásagnir

 

 
Vevmyndatól
Vevmyndától
 
Vindmátari

 
 
Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Tel. +298 41 70 00 Fax. +298 41 70 01 runavik@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula