| 1. 2. J. nr. 531 – 06/00866 Framhald av arbeiðnum við Løkin 2009. -Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/10-2008 mælt til at játta peningin, men átalar at peningurin er nýttur uttan at hava fingið játtan frammanundan. 3. J. nr. 561 – 08/00461 Nýggjur atkomuvegur til Ragnar í Holusteini Ummæli frá Teknisku Deild: Tvey tilboð komu uppá arbeiðið og mælir Tekniska nevnd til at taka av lægsta tilboðnum sum er frá JHR Entreprenørar. 4. J. nr. 512 – 08/00346 Reglugerð fyri uppsetan av privatum vindmyllum - Uppskot frá Kommunusamskipan Føroya sum er samtykt á stýrisfundi hjá KSF 10/10-2008. Ummæli frá Teknisku Deild: TD mælir til at góðkenna uppskotið 5. J. nr. 431 – 08/00333 Víðkan av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði. Búnaðarstovan hevur við skrivi df. 27/06-2008 sent kommununi til ummælis umsókn frá IRF, har søkt verður loyvi at víðka um tyringarplássið í Oyndarfirði. Ummæli frá Teknisku Deild: Tekn. deild mælir til at játta umsóknina við teirri treyt, at Búnaðarstovan leggur áherðslu á, at IRF ger alt teir kunnu gera fyri at týna rottur á tyrvingarplássinum. -Tekniska nevnd hevur á fundi 19/08-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild. Málið varð síðan kært til Innlendismálaráðið sum hevur biðið kommununa steðga við at fráboða avgerðina til IMR hevði viðgjørt klaguna. IMR hevur nú svara kæruni og biður kommununa beina málið í staðbundnu nevndina fyri Oyndarfjørð áðrenn endaligu viðgerðina av málinum. Um býráðið, ímóti nevndarinnar tilmæli, gevur loyvi, eigur ein neyv árinskanning at verða gjørd áðrenn. -Teknisk nevnd hevur á fundi 23/10-2008 mælt til at taka viðtøkuna frá Staðbundnu nevndini fyri Oyndarfjørð til eftirtektar. 6. J. nr. 503 – 08/00038 og 08/00039 Jarðarkeyp til víðari útstykking í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík. Ummæli frá Teknisku Deild: Í februar 2008 søkti býráðið Búnaðarstovuna um loyvi at keypa byggilendi frá Glyvragjógv til útstykkingarnar á Norðurhædd og Hjallavegi, og frá Norðurhædd og Hjallavegi suður til Røktar- og Ellisheimið, í alt uml. 84.000 m2. Í skrivi df. 16/09-08 biður Búnaðarstovun um eina tíðarraðfesting av útstykkingarætlanunum á Glyvrum og Saltangará. Nú hevur kommunan í tveimum teimum seinastu útstykkingunum arbeitt frá Hjallavegi og Norðurhædd og norðureftir. Tekn. deild heldur at tað hevði verið skilagott at samanbinda útstykkingina í Runavík við útstykkingina í Saltangará. TD mælir til at gera útsykkingina frá Hjallavegi og Norðurhædd móti suðri til útstykkingina í Runavík, og harvið taka upp samráðingar við John S. Nielsen, Saltangará um keyp av húsunum, soleiðis at vegurin kann førast víðari út í Runavík. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/10-2008 , samtykt at mæla til at taka undir tilráðing frá TD, men í fyrsta umfari at halda áframm norðureftir. 7. J. nr. EL 192 – 08/00510 Gordon M. Petersen og Fríðgerð M. Ellefsen, søkja við skrivi df. 10/10-08 um loyvi at keypa 1–2m burturav matr. nr. 256 til samanlegging við matr. nr. 192. Grannarnir sum eiga matr. nr. 97 – 129, matr. nr. 98 og matr. nr. 104 hava í skrivi df. 09/07-08 sagt at teir onki hava í móti at tey keypa nevnda uppískoytisstykki. Ummæli frá Teknisku Deild: TD er í iva um tað er rætt at játta søluna, útfrá tí, at hetta kann skapa precedens, soleiðis at allir grannarnir koma og søkja um at keypa burtur av almmenna økinum. TD kann eisini skoyta uppí, at ein partur av matr. nr. 256 er við býarplansbroyting, útlagdur til Frí-øki, og hava allir grannarnir, eisini eigarnir av matr. nr. 192, møguleika at hugna sær á hesum Frí-øki. Vísandi til omanfyri standandi mælir TD til at játta at selja í mesta lagi 12 m2 burtur av matr. nr. 256. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/10-2008 samtykt at mæla frá at selja umsøkta øki og at vísa á møguleikan at nýta almenna felagsøki. -Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 8. J. nr. 050 – 08/00393 Tilboð frá Vodafon uppá telefoni v.m. til Runavíkar kommunu. -Fíggjarnevndin hevur á fundi 21-08-2008 mett, at biðjast skal eisini um tilboð frá Føroya Tele. Kannað verður, um onkur óvildugur kann “kortleggja” samskiftisstrukturin í kommununi, so at tilboð kunnu innheintast upp á soma veiting. Arbeitt verður víðari við málinum, sum verður tikið upp aftur á næsta fíggjarnevndarfundi. 9. J. nr. 552 – 08/00470 Fíggjarætlan fyri Skálafjarðar Sløkkilið fyri 2008. -Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/10-2008 samtykt uppskotið til fíggjarætlan. Gjaldið pr. borgara er óbroytt 295,00 kr og verður sostatt 1.108.905,00 kr. -Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini. 10. J. nr. 08/00508 Halla Eilersdóttir og Atli Olsen søkja við skrivi df. 20/10-08 um loyvi at seta húsini 1,363 m framum byggilinjuna, av tí at húsini eru ov breið í mun til planeringina. Eisini biðja tey um loyvi at seta norðara veggin á mark uttan at hann verður gjørdur sum brand-veggur. Ummæli frá Teknisku Deild: TD mælir til at halda fast við brandveggin á norðurmarki og hevur onga tilráðing í smb. við frávik frá frá byggilinjuni. TD heldur fast við byggilinjuna og skal leggjast afturat, at tað er ein óskikkur at kommunalu grundstykkini skulu tillagast húsunum, tí rættast er at húsini verða tillagað grundstykkjunum. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/10-2008 mælir til at broyta byggilinjuna frá 5 m til 4 m og at geva loyvi til at byggja í mark móti geira norðanfyri treytað av at veggurin/skjøldurin verður gjørdur sum brandveggur. 12. J. nr. 512 – 08/00058 Sp/f Smíðlist søkir við skrivi df. 29/01-08 við 2 uppskotum merkt uppskot 1 og uppskot 2 df. 23/01-08 um loyvi at keypa eitt uml. 2.900 m2 stórt grundstykki á ídnaðarøkinum á Rituvíks-hálsi til teirra virksemi og at leiga út til aðrar. Ummæli frá Teknisku Deild: Fleiri umsøkjarar hava verið á stykkinum eystanfyri vegin, men hava vit ikki fingið nakað svar frá nøkrum av hesum umsøkjarum. TD mælir til at taka upp samráðingar við Sp/f Smíðlist at teir keypa norðara stykki uml. 3.020 m2 á tekning df. 30/01-08 til teirra byggiætlan merkt Uppskot 2. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/10-2008 mælt til at selja umsøkjaranum stykkið sum tað fyriliggur fyri kostprís. -Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/10-2008 mælt til at selja umsøkjaranum stykkið fyri kostprísin av lendi og ífylling av gróti við teirri treyt, at stykkið verður væl frágingið og liðugt gjørt í samráð við Teknisku deild. 13. J. nr. 212 – 08/00325 Endurskoðan av sáttmálanum um Skúlabarnakoyring. -Býráðið hevur á fundi 30/10-2008 samtykt sáttmálan. -Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið uppskotini frá nevndunum. Samsvar er ikki millum inntøkur og útreiðslur, og neyðugt er tí at tálma útreiðslurnar. Hallið er slakar 13 mió. og heitir fíggjarnevndin á nevndirnar um at finna sparingar til 2. viðgerð. |