| Býráðslimir: | Ikki møtt : Hans Jákup Johannesen | 1. J. nr. 11/00093 2. viðgerð av eykajáttan til umvæling av gøtuljósum, sum fingu skaða í ódnini 24/11-2011 og seinni illveðri. Tilmæli frá Teknisku deild: Nógvir skaðar hava verið á gøtuljósini av illveðri seinastu tíðina. Tekn. deild hevur, saman við veitarunum á økjunum, kanna skaðarnar og verður mett, at kostnaðurin fyri at gera gøtuljósini aftur liggur uml. 500.000 kr. Tekn. deild mælir til at játta pening til endamálið, soleiðis at gøtuljósini kunnu fáast aftur á nøktandi støði. -Tekniska nevnd hevur á fundi 17.01.12 samtykt at mæla til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild, og í hesum sambandi biða býráðið um eykajáttan. -Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 við aðru viðgerð einmælt samtykt eina eykajáttan á kr. 500.000,- til umvæling av gøtuljósum. -Býráðið hevur á fundi 23/02-2012 einmælt samtykt við aðru viðgerð samtykt eina eykajáttan á kr. 450.000,- til nýggja moldgoymslu. 3. J. nr. 12/00175 Hagastýrið fyri Innan Gjógv á Skála heitir á kommununa um at fáa arbeiðið gjørd, við at slætta moldina/avgrevsturin, sum bleiv koyrt frá barnagarðinum niðan á Mýruhjalla. Tilmæli frá Teknisku deild: Tekn. deild hevur gjørt uppskot til avtalu (df. 14. febr. 2012) millum Runavíkar kommunu og hagastýrið Innan Gjógv á Skála. -Teknisk nevnd hevur á fundi 13/02-2012 mælt til at góðkenna avtaluna. 4. J. nr. 12/00227 |