1. J. nr. 102 – 07/00660 2 viðgerð av eykajáttan 2007 til Runavíkar skúli íløga 6.884.633,00 kr. -Mentanarnevndin á fundi 17/09-2007: Av tí at arbeiðið gongur skjótari enn ætlað, fella gjøldini fyrr til gjaldingar enn tey annars vildu gjørt. Tí er neyðugt at biðja um eina eykajáttan á kr. 6.884.633,- og mælir mentanarnevndin til at veita hesa eykajáttan. J. nr. 521 – 07/00739 -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at beina málið aftur í havnarnevndini til viðgerðar. 3. J. nr. 512 – 06/00765 Á fundi við borgarstjórar 9/10-2007 hevur Føroya Betongsaging spurt um møguleikan at fáa umsóknina tikna uppaftur um grundøki á Ruskplássinum í Runavík ella á Lambareiði. -Havnarnevndin hevur á fundi 22/10-2007 heitt á Tekn. deild um at kanna nær økið har verandi ruskpláss er, er tøkt og hvat er møguligt at byggja á øki. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at kanna málið nærri í smb. við byggimøguleikar. 7. J. nr. 132 – 06/00782 Leyst innbúgv og útbúnaður til Runavíkar skúla. Leyst innbúgv, Interaktivar talvur og KT-útbúnaður v.m., -Mentanarnevndin hevur á fund 22/10-2007 mælt til at biðja fíggjarnevndina um eina eykajáttan á kr. 2.300.000 kr í 2007 í hesum sambandi, umframt at restin 1.5 mió. kr. verður sett av í komandi fíggjarætlan. 8. J. nr. 561 – 07/00712 Skálafjarðar Sløkkilið vísir í skrivi df. 28/09-2007 á, hvussu óheppi tað er at atkomuvegurin til nýggja barnagarðin á Skála, liggur framvið bygninginum sum Sløkkiliðið heldur til í og mælir til at fáa broytt hesi viðurskifti ella í øðrum lagi útvega onnur høli til Sløkkiliðið. Ummæli frá Teknisku Deild: Skála kommuna hevur bygt bygningin á matr. nr. 129d til tannlæknastovu og brandstøð fyrst í 70- unum, men skal man hava í huga at brandsløkkiútgerðin ikki rúgvaði so nógv upp tá sum nú, og hevur kjallarin tá verið nóg stórur til sløkkiliðið. Fyri fáum árum síðan bleiv kjallarin broyttur soleiðis at núverandi brandbilur kundi sleppa inn, og hevur TD eisini fingið at vita, at sløkkiliðið brúkar túnið til tíðir, til umsiting av ymsu útgerðini. So samanum tikið, hevði verið rættast at flutt brandstøðina úr kjallarinum. TD mælir til at útvega annan bygning til brandstøð, verkstað og goymslu hjá kommununi. -Tekniska nevnd hevur á fundi 23/10-2007 samtykti ikki at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild og vísir annars á alternativt øki til reingerð av útgerð og annað. 9. J. nr. 050 – 07/00633 Blái Krossur Føroya bjóðar Runavíkar kommunu við í verkætlan um Børn í vanda. Skipað verður fyri ymsikum fyrilestrum fyri børnum, foreldrum og starvsfólki sum arbeiða við børnum. Kostnaður 180.000 kr. yvir 3 ár. -Sosiala nevnd hevur á fundi 23/10-2007 samtykt ikki at taka av tilboðnum um luttaku í verkætlanini. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við sosialu nevnd. 10. J. nr. G 239 – 07/00694 Sp/f Deild C søkir í skrivi df. 01/10-2007 um loyvi at byggja eitt vindfang uppí eystur-síðuna á bygninginum Deild C í Saltangará sambært tekning df. 01/10-07. Ummæli frá Teknisku Deild: Í síni tíð hevur Højgaards Handilsvirki fingið byggiloyvi til ein tilbygning sum gjørdi at nýtingarstigi er fari uppá 0,86>0,6 , við øðrum orðum er bygningurin 230 m2 ov stórur. Byggiloyvi er treytað av, at Højgaards Handilsvirki leigar neyðugt ískoytisstykki við álýstum klausuli. Hetta leigustykki er ongantíð komið í rættlag. Í samrøðu millum undirritaða og Hans Jacob Hansen 01/10-07 seygði Hans Jacob at tey tóku undir við uppskotinum um leigustykkið. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/10-2007 mælt til at játta umsóknina eftir sama leisti sum brúktur er til tilbygningin á Býráðsfundi 28/10-04. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 11. J. nr. 502 – 07/00709 Jógvan Mikkelsen, Skála, søkir við skrivi df. 02/10-07 um at fáa partar av matr. nr. 34a og 393 broytt frá D1-øki til B-øki. Ummæli frá Teknisku Deild: Sum heild heldur TD at nóg mikið av B-økjum eru útløgd á Skála. TD heldur, at rættast er at verða varin við at leggja nýggja bygging nær sjóvarmálanum. TD mælir til at taka umsóknina uppaftur í samband við endurskoðan av býarplaninum á Skála. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/10-2007 mælt til at taka umsóknina upp í sambandi við endurskoðan av býarplaninum á Skála. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 12. J. nr. 512 – 07/00637 Sp/f Lonabygging søkir við skrivi df. 01/09-2007 um loyvi at keypa grundstykkini matr. nr. 9c og 9d á Skipanesi til bygging av tvíhúsum ella 4 samanbygd hús. Ummæli frá Teknisku Deild: Stykkini eru ávikavist 624 m2 og 625 m2 so onki er til hindurs fyri at byggja tvíhús á stykkini. Ein møgulig bygging á hesi stykkir førir við sær, at uml. 60m av vegi, kloakk, gongubreyt og vatn skal gerast og verður hetta mett at kosta kr. 550.000,00. TD mælir til at bjóða Sp/f Lonabygging stykkini matr. nr. 9f og 9g, og hervið spara nógvan pening til atkomuveg. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/10-2007 mælt til at bjóða Sp/f Lonabygging stykkini matr. nr. 9f og 9 g . -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. 13. J. nr. 512 – 07/00711 P/F SHELL, Tórshavn søkir í skrivi df. 08/10-07 um grundstykki til bensinstøð í Runavík, helst í nærheitini við ætlaða tunnilsmunnan til undirsjóvartunnilin. Ummæli frá Teknisku Deild: Øki í grannalagnum til Runavíkar skúla og tunnilsmunnan, eru útløgd til C1- C4 – E2 og F3-økir, tað er til skúla, sosial- og aðrar almennar stovnar, ítrótt- og frítíðarendamál og vatnverndarøkir. TD metir at einasta øki sum kundi verið brúkt til bensinstøð, er stykkið hjá A. Hammer, bátasmiði, men skal ein býarplansbroyting til hetta. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/10-2007 mælt til at vísa á útsprongda byggiøki á Høgabóli á matr. 211b og matr. nr. 216. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at stuðla við kr. 20.000,00 til umboðan av Runavíkar kommunu á oljumessuni. 14. J. nr. 503 – 07/00661 Eykajáttan 2007 til hesi øki: -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/09-2007 mælt til at nýta meirinntøkuna av søluni av grundstykkjum til byggibúning og at flyta írestandi, umleið 300.000 kr til næsta ár. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og Fíggjarnevndini. 16. J. nr. 132 - Val av nýggjum limi í stýringsbólkin fyri bygging av nýggjum skúla í Runavík. -Býráðið hevur á fundi 05/11-2007 samtykt at velja Regin Jacobsen sum formann fyri Hans P. Ellingsgaard og at Hans P. Ellingsgaard verður vanligur limur og Asbjørn Mikkelsen varalimur. -Fíggjarnevndin hevur á fundi 25.10.2007 viðgjørt uppskotini frá nevndunum. Samsvar er ikki millum inntøkur og útreiðslur, og neyðugt er tí at tálma útreiðslurnar. Hallið er 8,7 mió. og heitt verður á nevndirnar at endurskoða uppskot síni til 2. viðgerð. Aðrir møguleikar fyri at fáa javnavág í eru hækking av skattaprosenti ella lántøka. |