Funningur liggur norðalaga á Eysturoynni við fótin á hægsta fjallinum í landinum, Slættaratindi (882 m). Bygdin er mett til 18 ferkilometrar til víddar og búgva har í dag 77 fólk. Kirkjan í bygdini var bygd í 1847 og er tí ein av teimum fáu, ið umboðar gamalt føroyskt handverk og gamlan byggisið. |