| "Spakin" settur í fyri nýggju fimleikahøllini | Eini 300 fólk høvdu leitað sær út til ítróttahøllina í Runavík í gjár, tá gongd varð sett á arbeiðið at gera nýggja fimleikahøll.
Byrjað var á økinum, har fimleikahøllin skal standa. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Kári E. Jacobsen, mentanarnevndarformaður, Sigmar Davidsen, formaður í Støkk, og Sjurður Holm, stjóri í Búsetur fluttu fram røður.
Síðani setti Magnus Rasmussen, borgarstjóri, "spakan" í. Spakin var í hesum førinum ein stór broyt. So her sást munur beinanvgein.
Farið varð inn í ítróttarhøllina, har Runavíkar Kommuna bjóðaði sergjørda lagkøku og muffins. Jóannes S. Hansen leikti fyrstu løtuna á harmoniku, og síðani høvdu ymisk kappingarlið hjá Støkk eina framsýning.
Løtan var sera hugnalig, og stuttligt var at síggja so nógv fólk, ið øll eru spent til at síggja nýggju fimleikahøllina um eitt gott ár.
Nú verður arbeiðsøkið sperrað av, og so verður farið í gongd. Nýggja høllin verður samanbygd við verandi ítrótahøll. Ætlanin er at órógva virksemið í henni sum minst, tí verður arbeitt við nýggju høllini, so leingi sum til ber, áðrenn veggirnir í gomlu høllini verða tiknir niður. 12-09-2012 09.30 |  |
|
|
| Nú verður byrjað uppá fimleikahøllina í Runavík | Í morgin, týsdagin 11. september, kl. 17.00 verður spakin settur í fyri nýggju fimleikahøllini í Runavík.
Skipað verður í hesum sambandi fyri almennum hátíðarhaldi við ítróttarhøllina.
Runavíkar Komuna bjóðar øllum til ein drekkamunn í høllini. Røður verða hildnar, og okkurt fimleikainnslag verður eisini.
Búsetur byggir nýggju fimleikahøllina, sum verður bygd fast í verandi ítróttahøll.
Fimleikahøllin stendur væntandi liðug um eitt ár. 10-09-2012 11.00 |  |
|
|
| Fimleikaárið byrjar aftur í Støkk | Eftir ein summarsteðg, byrjar fimleikaárið nú av álvara aftur í Støkk.
Estetisku liðini byrjaðu at venja fyri tveimum vikum síðani, og nú mánadagin, 10. september, byrja øll breiddarliðini at venja.
Aftur í ár vera nógv lið at fara til, m.a. lið til foreldur við børnum, børn undir skúlaaldur, børn í skúlaaldri, grundvenjingar bæði í amboðs- og estetiskum fimleiki og harumframt ymisk lið til vaksin.
Allar venjingartíðirnar síggjast á heimasíðu felagsins, www.stokk.fo
Eingin serstakur tilmeldingardagur verður, men møtt verður fyrsta venjingardag, har tikið verður ímóti luttøkugjaldinum.
Frá Støkk gleða tey seg til at byrja aftur, og vóna at síggja nógvar íðkarar. 10-09-2012 |  |
|
|
| Skótahúsið við Løkin | Nú eru teir farnir undir at gera stykkið til reiðar, so farast kann undir bygging í næstum
Sum myndirnar vísa, so er so smátt við at koma gongd á úti við Løkin, har nýggja skótahúsið hjá KFUM skótunum við Løkin skal vera.
Seinasta hondin verður løgd á sjálvt stykkið, og menn eru í holtur við at binda jarn, sum skal brúkast til stoypiarbeiðið, so nú røkist fyri at húsini koma upp um stutta tíð. Væntandi verður húsið liðugt í á vári næsta ár.
Danski grunnurin Lokale- og Anlægsfonden stuðlar verkætlanini við tveimum milliónum krónum, Runavíkar kommuna stuðlar við 850.000 kr., Mentamálaráðið stuðlar við 660.000 kr, Frítíðargrunnurin við 50.000 kr og skótarnir hava sjálvir samlað 800.000 kr. til verkætlanina, sum íalt fer at kosta 7,2 milliónir krónur at fremja. 27-08-2012 |  |
|
|
| Um vikuskiftið var landsdystur í boccia í Runavík | Um vikuskiftið var landsdystur í boccia leiktur í ítróttahøllini í Runavík. Føroyar leiktu móti Onglandi. Føroyska liðið var mannað við 12 leikarum, 4 kvinnum og 8 monnum, sum komu úr ÍSB, Svani og Smæruni.
'Føroyingar eru eitt blítt fólkaslag, og vit hava notið tíðina her í Føroyum', segði trenarin hjá Onglandi, Andy Shard, við Netavísina, tá vit hittu hann eftir dystin.
'Ætlan okkara er nú at bjóða føroyska liðinum til Onglands, og vóna vit at kunna vísa eins stórt gestablídni, sum føroyingar hava víst okkum her'
Tað var Sæunn Ólavsdóttir Hansen, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum bjóðaði vælkomin og setti stevnina við hesum orðum:
Góðu vinir,
Vegna Runavíkar kommunu vil eg ynskja tykkum so hjartaliga vælkomin at vitja okkum og Føroyar.
Boccia er ein málrættaður ítróttur, sum kannar/analyserar muskultamarhald og
neyvleika og sum krevur serligt hegni og konsentratión á hægsta stigi.
Boccia verður hildið at hava sín elligamla uppruna í Grikkalandi.
Boccia er ein neyv analysering av nervunum, tínum taktikki/ella tíni framferð og
tínum hegni.
Sum vit øll vita, so er ítróttur nyttuligur bæði fyri likam og sál. Vit eru tí sera fegin um at hava hendan landsdystin í Boccia í Runavíkar kommunu og eg vóni, at tit fara at njóta vitjanina og hesar dagarnar.
Við hesum orðum verður Landsdysturin 2012 í Boccia settur.
Úrslitið av kappingini:
Kvinnurnar:
1. Joanna Poulsen, Strendur
2. Unn Mortensen, Havn
3. Meiken Olsen, Havn
4. Elin Løkin, Runavík
5. Stella, GB
6. Rachel, GB
Menninir leiktu í trimum bólkum.
Bólkur 1.
1. Kevin, GB
2. Stephen, GB
3. Tórður Hjalt Jacobsen, Runavík
4. Rene Lið
Bólkur 2.
1. Valdemar Dam, Saltangará
2. Michael, GB
3. Theodor Esmar Hansen, Saltangará
4. Elvin Weihe, Saltangará
Bólkur 3.
1. Kemlyn, GB
2. Jonhard Haraldsen, Tórshavn
3. Dánjal Gram Høgnesen, Runavík
4. Øssur Gudmundarson, Hoyvík 16-08-2012 |  |
|
|
| Boccia - ein ítrótt fyri øll | ÍSB: Um vikuskiftið verður landsdystur í boccia leiktur í ítróttahøllini í Runavík. Føroyar skulu leika móti Onglandi, ella rættari Stórabretlandi. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum, 4 kvinnum og 8 monnum.
Teir 12 leikararnir eru úr teimum báðum feløgunum hjá ÍSB, Svani og Smæruni.
ÍSB vónar, at nógv fólk leita sær í ítróttahøllina í Runavík at stuðla føroyska liðnum. Boccia er ein av teimum stóru ítróttagreinunum hjá ÍSB, helst tann størsta. Boccia er eitt sera undirhaldandi spæl. har nýggjar støður alla tíðina koma í. Og vísu orðini um, at onki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt, munnu passa sera væl til júst hetta spælið. Harafturat kemur, at áskoðararnir koma sera tætt at spælarunum.
Skráin fyri landsdystin er hendan:
Fríggjadagin verður leikt innleiðandi umfar beint eftir setanina. Sæunn Ólavsdóttir setir tiltakið. Byrjað verður kl. 10, og er tað liðugt at spæla um 14 tíðina.
Leygardagin er finaluumfar á skránni. Aftur leygardagin verður byrjað kl. 10. Spælt verður líkt til kl. 17, tá vinnararnir eru funnir.
Sunnudagin er ein øðrvísi kapping á skránni. Tá verður uppvísningsdystur leiktur á torginum í Runavík, t.e. undir býráðsskrivstovuni. Tá fara landsliðsleikararnir at leika móti kendum føroyingum. Nevnast kunnu Tummas Hanus Dam, bretskur sendimaður, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard, politikarar, Abraham Løkin og Klæmint Olsen, fótbóltsleikarar og Kristina Bærentsen, sangari. Hendan kappingin byrjar kl. 14 og varar ein góðan tíma. Viðrar ikki, verður leikt í Løkshøll ístaðin.
ÍSB vil bjóða øllum at vera vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
- Stuttligt hevði verið, um nógv fólk gjørdu sær ein túr til Runavíkar at hyggja, sigur ÍSB. 08-08-2012 |  |
|
|
| Landsdystur í boccia | Í døgunum 9. til 13. august 2012 skipar ÍSB fyri landsdysti í boccia. Dysturin er móti Onglandi. Í enska ferðalagnum eru 10 fólk, 6 ítróttafólk og 4 venjarar og liðleiðarar. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum og einum 4 venjarum og liðleiðarum.
Dysturin verður í Runavík. Runavíkar Kommuna hevur sum vertsbýur bakkað væl upp um tiltakið saman við Eik Banka. Nevnast kann, at býurin verður flaggskrýddur allar dagarnar, Merkið og Union Jack lið um lið. Hetta fyri at markera, at her er stevna í býnum.
Miðdepil fyri tiltakinum er økið rundan um Løkin. Búð verður í skúlanum við Løkin, har umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú við matarsali. Sjálvur landsdysturin verður leiktur í ítróttahøllini í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. august. Fríggjadagin verða innleiðandi umførini leikt, og leygardagin verður stóri finaludagurin. Báðar dagar verður byrjað kl. 10 og tað er ókeypis at koma at hygga. Kaffi og okkurt afturvið fæst til keyps.
Sunnudagin 12. august verður skipað fyri opnari kapping undir opnum himli. Tá verður boðið inn – ella út – til kapping, har ”kendir” føroyingar fara at kappast móti landsliðsleikarunum úr báðum londunum. Viðrar verður hendan kapping á torginum í Runavík – beint uttan fyri deildina hjá Eik í Runavík. Øll eru vælkomin at hyggja.
So verða Føroyar eisini vístar fram. Ætlandi verður farið ein túr runt um Toftavatn og eina longri útferð.
Rundan um eitt tiltak sum hetta, er tørvur á nógvum sjálvbodnum fólki. Tey skulu døma, skipa fyri útferðum, halda vakt, vaska, gera mat, undirhalda og mangt annað. Tá tílík tiltøk verða hildin, er tað við stíli. T.v.s., at tað skal síggjast, hvør hevur hvønn leiklut, dómarar, hjálparfólk annars. Íalt er tí talan um stórt tiltak.
Tílíkar kappingar eru undirhaldandi, og tí vænta tey í ÍSB, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og føroyska liðið. Enska ferðalagið kemur til landið 9. august og fer avstað aftur 13. august.
ÍSB
26-07-2012 |  |
|
|
| Leiga av Ítróttarhøllini í Runavík | Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2012/2013, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi mánadagin 27.august 2012.
Runavíkar býráð 26-07-2012 | |
|
|
| Laksa- og sølutorgið í Runavík | Laksa- og sølutorgið verður við býráðshúsið í Saltangará leygardagin 21. juli frá kl. 10.00 - 16.00
Á skránni verður m.a.:
- Ókeypis smakkiroyndir av laksi frá Bakkafrost, sum Sjókaféin tilgerð
- Barnatiltak við Kapteyn Gardar og Stampa
- Tónleikaframførðsla við Una Debess og Edvard Nyholm Debess
- Brotssparkskapping
- SkipalistaKvissin 2012
- Listaframsýning við Jastrid Langgaard og Jørgin Olsen
- Spennandi sølutorg, mini djóragarður, tombola, fiskibrunnur og loppimarknaður
Sum nakað nýtt á laksatorginum er ætlanin eisini at hava ein loppumarknað har børn selja sínar brúktu leikur.
Ynskja tit at vera við á torginum ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Kunningarstovuna í Runavík, tlf. 417060 ella við at skriva til info@runavik.fo innan mikudagin 18. juli kl. 15.00.
Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar. 21-07-2012 |  |
|
|
| Oyndradagur 2012 | Leygardagin 14. juli er Oyndradagur í Oyndarfirði, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk, bæði bygda- og avbygdafólk, í Oyndarfirði.
Skrá fyri Oyndradagin 2012
11:00 Rennikapping - Byrja verður við skúlan. Heiðursmerki verða latin
14:00 Oyndradagurin verður settur av Kára P. Højgaard
14:30 Ævintýraleikur fyri børn og vaksin niðri í fjørðuni
15:45 Súkklukapping við handilin hjá Eivind. Heiðursmerki verða latin
16:45 Spøl fyri børn og vaksin á vøllinum
17:30 Heiðursmerkja handan í tjaldinum
18:00 Vit grilla (møguleiki verður at keypa pylsir, burgarar og okkurt drekkandi afturvið)
20:00 Sámal Ravnsfjall syngur og spælur í stóra tjaldinum
20:00 Bárður Petersen Band spælur í lítla tjaldinum
22:00 Syngi við
24:00 Dansur við 4 men og matarsøla í tjaldinum 09-07-2012 |  |
|
|
| Skráin til Laksa- og sølutorgið 21. juli | 10.00-16.00 Laksa- og sølutorgið er opið
- Ókeypis smakkiroyndir av laksi frá Bakkafrost
- Loppu- og leikamarknaður
- Hestaríðing
- Fiskibrunnur, køku- og vørutombola
- Listaframsýning: Jastrid Langgaard og Jørgin Olsen
- Fiskasøla
- Søla av bakaravørum
- Kaffi og vaflusøla
Undirhald á torginum:
11:00 Harmonikutónleikur við Jóannes S. Hansen
12:00 Kapteyn Gardar og Stampi undirhalda. Kom og leita eftir skattakistuni saman við sjórænarum
13:00 Tónleikaframførsla við Kára og Kristinu Bærendsen
13:30 NSÍ skipar fyri brotssparkskapping við Effo-málverjunum Kristian Joensen og Pætur Høj
14:00 Tónleikaframførsla við Una Debess
15:00 Skipalistakvissin 2012 21-07-2012 |  |
|
|
| Seinni Europa League dysturin hósdagin | Seinni dysturin í fyrsta undanumfari av Europa League millum NSÍ og Differdange 03 verður á Ovara vølli í Gundadali hósdagin 12. juli kl. 18.30
Atgongumerkini kosta kr. 100,- fyri vaksin og kr. 50,- fyri børn í skúlaaldri. 12-07-2012 |  |
|
|
| Bocciakapping 9. juni | Leygardagin 9. juni kl. 14 skipar ítróttarfelagið Svanur fyri bocciakapping á Eystanstevnu. Svanur er eitt ítróttarfelag í Eysturoynni fyri menningartarnað. Felagið varð sett á stovn í 2009 og tey hava verið sera virkin síðani. Í dag hevur felagið umleið 100 limir, ið arbeiða, millum annað, fyri at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki, skipa fyri kappingum og at fáa rørslutarnað í gongd við ítrótt.
Tey seinastu árini hevur bocciakappingin á Eystanstevnu eydnast sera væl og uppmøtingin hevur verið góð. Hesaferð, eins og undanfarnu ár, verður kappast á Stevnuøkinum sunnanfyri býráðshúsini í Saltangará.
Kappingin byrjar samstundis sum stevnuøkið letur upp við hoppiborgum, tombola og øðrum góðum.
Sí skránna á eystanstevna.fo
06-06-2012 |  |
|
|
| Pink karnevalur | Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta karnivalinum fríggjakvøldið á Eystanstevnu.
Seinastu árini hevur karnivalurin havt ávíst tema. Í ár er einki undantak, og hava fyrireikararnir valt, at tema´ið skal vera liturin PINK.
Talan verður um ein spennandi og fjølbroyttan karnival við nógvum festligum búnum, og millum annað vera eisini pyntaðir bilar og bátar at síggja.
Umframt ítróttarfólk frá NSÍ, Tjaldur, Kappróðrarfelagnum NSÍ og Støkk, eru øll vælkomin at vera við í karnivalinum.
Gingið verður frá ítróttarhøllini í Runavík komandi fríggjakvøld, og verða luttakararnir bidnir um at møta kl. 18.00.
Karnivalurin kemur inn á torgið kl. 19.00.
Fimleikafelagið Støkk 06-06-2012 |  |
|
|
| Opið hús í kappróðrarneystinum á Glyvrum | Í kvøld kl. 20:30 savnar Kappróðrarfelagið NSÍ á Glyvrum øll tey, sum hava áhuga fyri kappróðri, og fyri at rógva nú og næsta ár, til kunnandi átak um ætlanir felagsins frameftir. Felagið heldur til í felagshølunum Niðri á Støð á Glyvrum, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Mikukvøldið 23. mai 2012 var aðalfundur hildin í felagnum, og kvøldið eftir skipaði nývalda nevndin seg við Eyðuni Petersen, Søldarfirði, sum formanni. Næstformaður er Bjarki Danielsen, Søldarfirði, skrivari er Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, peningarøkil er Annika Tórbjarnardóttir, Søldarfirði, og nevndarlimur er Magni Lamhauge, Saltangará. Eykalimir eru Rodmundur Nielsen, Glyvrum og Eiler Lamhauge, Lambareiði.
Felagið stevnir eftir menning í rógving og av felagsins virksemi yvirhøvur. Til tað krevst stuðul frá øllum góðum kreftum, og áhugaðum fólki í økinum, har felagið virkar.
Møtið fjølment !
31-05-2012 | |
|
|
| Flaggdagshald 2012 | Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur og hendan dagin fara vit, sum siður er, at heiðra Merkið.
Flaggdagshaldið verður sunnan fyri Býráðshúsið á Saltangará 25. apríl kl. 15.00.
Ítróttarfeløg og skótar fara at ganga skrúðgongu, Torbjørn Jacobsen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.
Aftaná bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køku.
Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at vera við posthúsið kl. 14.30. 20-04-2012 |  |
|
|
| Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk | Hósdagin, leygardag og sunnudag verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá felagnum.
Allar sýningarnar verða í ítróttarhøllini í Runavík, og verða tær skipaðar soleiðis:
Hósdag 22. mars kl. 18.00 - Børn undir skúlaaldur
Leygardag 24. mars kl. 15.00 - Børn í skúlaaldri og vaksin (blandað)
Sunnudag 25. mars kl. 15.00 - Børn í skúlaaldri og vaksin (blandað)
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1.-10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið.
Allar tríggjar dagarnar, meðan framsýningin er, verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini.
Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.
Vit gleða okkum at síggja, hvat fimleikararnir hava fingið burturúr hendan fimleikaveturin.
Sí skránna fyri hvønn dagin niðanfyri!
Skráin hósdag:
Foreldur og børn
Gentur 4 ár
Dreingir 4-6 ár
Gentur 5 ár
Gentur 6 ár
Skráin leygardag:
1. fl. gentur
1. fl. dreingir
4.-5. fl. gentur
Pinkur A, estetiskt kappingarlið
Smágentur B, estetiskt kappingarlið
Kvinnur, rútma
3.-4. fl. dreingir
Pinkur, reiðskap kappingarlið
Gentur B, estetiskt kappingarlið
New York, New York
Smágentur og kvinnur, reiðskap kappingarlið
6.-7. fl. dreingir
9.-10. fl. gentur
8. fl. dreingir og eldri
Kvinnur, reiðskap
Styrki og konditión
Kvinnur, estetiskt kappingarlið
Skráin sunnudag:
2. fl. gentur
2. fl. dreingir
3. fl. gentur
Pinkur B, estetiskt kappingarlið
6. fl. gentur
7. fl. gentur
8. fl. gentur
1.-4. fl. gentur, reiðskap
5. fl. dreingir
Gentur A, estetiskt kappingarlið
Smágentur A, estetiskt kappingarlið
7.-8. fl. gentur, reiðskap
Kvinnuunglingar, estetiskt kappingarlið
Airtrack team 22-03-2012 |  |
|
|
| Búsetur skal gera fimleikahøllina | Heilt fitt av fólki var komið saman í býráðssalinum, tá Runavíkar Kommuna í morgun skipaði fyri fundi, har vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikahøll við Løkin skuldi avdúkast.
Dávid Reinert Hansen, tekniskur leiðari hjá Runavíkar Kommunu, greiddi frá leistinum, sum hevði verið nýttur í kappingini.
Síðan avdúkaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at eitt samtak við Búsetur, BPP Arkitektum, LBF og Sofus M. Jacobsen hevði vunnið kappingina frammanfyri fýra øðrum samtøkum.
Sjúrður Holm stjóri á Búsetur fekk handað blómutyssi, og síðani greiddi Lisa Sehested, arkitektur hjá BPP, frá verkætlanini.
Eftir ætlan verður grivið út í august í ár, og høllin stendur væntandi klár at nýta í september 2013.
Nógv meira verður at frætta um verkætlanini seinni. Sí myndarøðina niðast. 01-03-2012 09.59 |  |
|
|
| Vinnarin av kappingini um fimleikahøll í Runavík verður kunngjørdur hósdagin 1. mars | Hósdagin 1. mars kl. 9 verður vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikarhøll við Løkin almannakunngørdur.
Tað var seinasta summar, at Runavíkar Kommuna tók avgerð um at fara undir verkætlanina at gera høll til estetiskan, lið- og reiðskapsfimleik við Løkin.
Við støði í brúkarafundum og einari útførligari byggiskrá hava fimm samtøk í tveimum umførum kappast um at tekna, projektera og at byggja høllina.
Tað hevur verið eitt ynski frá Runavíkar Kommunu og brúkarunum, at nýggja høllin, umframt at hýsa fimleikinum, eisini skal betra um møguleikarnar fyri óformligum og óskipaðum virksemi, spæli, rørslu og sosialum tiltøkum, og kemur hølin tí at betra bæði um felagslív og ráðstevnumøguleikar í økinum.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Runavíkar Kommunu og lokalu ítróttarfeløgini, stuðla av uttanhýsis serfrøði, hevur nú valt ein vinnara, og verður hesin almannakunngjørdur á tíðindafundi hósdagin 1. mars kl. 9 í býráðssalinum hjá Runavíkar Kommunu.
Høvi verður hjá áhugaðum at síggja eina framløgu um vinnandi verkætlanina. Somuleiðis verður høvi at síggja hini fimm uppskotini. Høvi verður eisini at tosa við umboð fyri kommununa og vinnandi samtakið. 28-02-2012 14.25 |  |
|
|
| Væleydnað heilsurenning í Oyndarfirði | Leygardagin 3. september varð skipað fyri heilsurenning í Oyndarfirði.
Eini 40 fólk nýttu høvi at ganga frá skúlagarðinum Inn í Fjørð.
Komin aftur í skúlagarðin fingu øll frukt og vatn.
Myndir frá tiltakinum eru at síggja á heimasíðuni oyif.fo 11-09-2011 12.00 |  |
|
|
| Heilsurenning í Runavík leygardagin | Eisini í Runavík verður skipað fyri renning leygardagin. Rennikapping er fyri børn og ung kl. 11.30, og síðani verður heilsurenning fyri alla familjuna.
Tveir teinar kunnu rennast - 2 km ella 5 km. Byrjað og endað verður við fótbóltsvøllin við Løkin. Les meiri um tiltøkini í viðhefta fíluni ella á heimasíðuni hjá NSÍ www.nsi.fo. 31-08-2011 15.15 |  |
|
|
| Heilsurenning í Oyndarfirði leygardagin | Nú í vikuskiftinum verða heilsurenningar ymsa staðni kring landið.
Í Oyndarfirði skipar Oyndarfjarðar ítróttarfelag fyri heilsurenning leygardagin 3. september kl. 14.00.
Eins og til Flagdagsrenningina í Oyndarfirði verður frugt og vatn at fáa, tá komið verður á mál. Møtt verður í skúlagarðinum, og síðan verður runnið ella gingið Inn í Fjørð.
Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk til renningina. 31-08-2011 15.00 |  |
|
|
| Skrá fyri Laksa- og Sølutorgið | Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00 - 16.00
Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verða ókeypis smakkiroyndir av Laksi frá Bakkafrost sum Sjókaféin tilgerð, barnatiltøk við sangi, klovnum v.m., tónleikaframførslur við m.a. Lív Næs, ein mini djóragarður við ymsum djórum og rossum, skipalistakviss og brotssparkskapping. Sølutorgið bjóðar fiskasølu, vaflur, loppimarknað, andlitsmáling, køkutombola, fiskibrunn, chips sølu og ymiskt annað..
Skrá:
10.00: Vælkomin. Torgið letur upp
10.00 - 16.00: Mini djóragarður og ross
10.00 – 16.00: Kunningarstovan í Runavík hevur opið
10.00 – 16.00: Listaframsýning í býráðssalinum við Harry Knudsen
10.00: Tónleikur við Kára Sverrisson
11.00: Tónleikur við Lív Næs
12.00: Barnaundirhald við Angelu og Hannibal
12.45 Barnaundirhald við Sasho, Harald og Beinir
13.30: NSÍ skipar fyri brótssparkskapping við Gangó og møguleiki verður hjá øllum at bjóða kenda málmanninum av.
14.00: Tónleikur við Kára Sverrisson
15.00: Skipalista kvissin 19-07-2011 00.59 |  |
|
|
| Laksa- og Sølutorgið | Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00 - 16.00
Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verða ókeypis smakkiroyndir av Laksi frá Bakkafrost sum Sjókaféin tilgerð, barnatiltøk við sangi, klovnum v.m., tónleikaframførslur við m.a. Lív Næs, ein mini djóragarður við ymsum djórum og rossum, skipalistakviss og brotssparkskapping. Sølutorgið bjóðar fiskasølu, vaflur, loppimarknað, andlitsmáling, køkutombola, fiskibrunn, chips sølu og ymiskt annað..
Ynskja tit at vera við á torginum, ella hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rut ella Herbjørg á Kunningarstovuni í Runavík, tlf. 417060 innan mikudagin 20. juli kl. 15.00. Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar. 19-07-2011 |  |
|
|
| Støkk hevði móttøku fyri Anitu, Fríðhild og Kristinu | Støkk hevði móttøku í hæddini í gjár í samband við, at landsliðið, sum hevði luttikið á fimleikaoyggjaleikunum, var komið heim aftur við so frálíkum úrslitunum.
Jastrid Weihe formaður nýtti fyrst høvið at takka teimum trimum Anitu S. Davidsen, Fríðhild R. Norðgerð og Kristina Toftegaard fyri teirra eldhuga í virkseminum hjá Støkk øll hesi árini.
Síðani greiddi Ruth Davidsen frá kappingunum á Jersey - úrslitunum og teirra upplivingum har.
At enda handaðu umboðini fyri Runavíkar Kommunu, Kári E. Jacobsen, mentanarnevndarformaður, og Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, blómutyssi. Teir takkaðu somuleiðis fimleikarunum og Støkk fyri tað stóra arbeiði, sum tey gera í økinum. Eisini fingu tær tríggjar, Anita, Fríðhild og Kristina, rós fyri at umboða økið so væl í altjóða kapping. Runavíkar Kommuna sær fram til at bøta munandi um karmarnar hjá Støkk við nýggju fimleikarhøllini, ið eftir ætlan verður bygd komandi ár. 12-07-2011 08.45 |  |
|
|
| kvf.fo: Sølvi Reinert Hansen valdur í Oyggjaleikanevndina | Føroyar hava fingið ein lim í altjóða Oyggjaleikanevndina. Sølvi Reinert Hansen skal umboða Føroyar í nevndini.
Hetta er fyrstu ferð at Føroyar hava ein lim í Oyggjaleikanevndini, síðan John Kjær umboðaði Føroyar síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum.
- Sum nevndarlimur skal eg umboða allar oyggjarnar, ikki bara Føroyar. Men tað er sjálvandi ein fyrimunur fyri okkum, at vit nú hava ein lim. Tað verður nógv lættari at samskifta við hinar limirnar í nevndini, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Hann leggur afturat, at tað kann eisini verða ein fyrimunur fyri møguleikan hjá Føroyum at verða vertur fyri Oyggjaleikunum.
- Eg fari í øllum førum at royna tað eg kann, sigur Sølvi Reinert Hansen við Kringvarpið. 28-06-2011 |  |
|
|
| Sølvi Reinert Hansen nýggjur mentanarleiðari | Runavíkar býráð hevur á fundi 31. mars 2011 sett Sølva Reinert Hansen í starv sum mentanarleiðara hjá kommununi. Sølvi er 40 ára gamal, útbúgvin í samtíðarsøgu og norðurlendskum, hevur fleiri faklig skeið og fjølbroyttar arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann byrjar í starvinum í mai mánaði.
Býráðið hevur gjørt av at seta á stovn eina mentanardeild í umsitingini, og leiðarastarvið á deildini er tí nýtt. Arbeiðsøkið hjá mentanardeildini verður m.a. fólkaskúlarnir, kvøldskúli, musikkskúli, ítróttur, fornminnisfeløg og tiltøk av ymsum slag. 01-04-2011 |  |
|
|
| Eysturingur og Sølmundur bestur á heimasjógvi! | Spenningurin avlýstur!
10-mannafør: Í heimasjógvi setti Eysturoyingur tingini orduliga upp á pláss.
Tað var eingin spenningur, tá ið 10-mannaførini róðu á Skálafjørðinum. Eysturoyingur smurdi Vestmenningin av. Á málinum var munurin meiri enn hálvonnur bátslongd.
Harvið eydnaðist tað Eysturoyingi so rudduliga at fáa sett tingini upp á pláss aftur, eftir at Vestmenningur fyri viku síðani á Sundalagsstevnu var fremstur.
1 Eysturoyingur 09:02.11
2 Vestmenningur 09:05.22
3 Hoyvíkingur 09:16.09
Støðan
1 Eysturoyingur 20
2 Vestmenningur 19
3 Hoyvíkingur 15
Sølmundur bestur í heimasjógvi!
6-mannafør kvinnur: Kvinnurnar úr Kappróðrarfelagnum NSÍ lótu ongan iva vera um, hvør er bestur í hesi kappingini.
Tað var eingin ivi. Sølmundur var fremstur í startinum, og tá ið Sølmundur fór um málið, var hann meiri enn eina bátslongd frammanfyri Hvessing, sum aftur hesa ferð royndi at bjóða av.
1 Sølmundur 05:09.20
2 Hvessingur 05:12.22
3 Gongurólvur 05:18.20
4 Riddarin 05:18.22
5 Lómur 05:23.12
6 Jarnbardur 05:34.18
Støðan
1 Sølmundur 21
2 Hvessingur 18
3 Gongurólvur 14
4 Riddarin 13
5 Lómur 9
6 Jarnbardur 6
Kelda: www.portal.fo 19-06-2010 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag. |
Gongutúrur verður í Kallsoynni: Húsar niðan á Húseið sunnudagin 6. september. Vit fara við Sam av Klaksvík kl. 10.15 og aftur av Syðradali kl. 17.15.
Túrurin er lættur
Eysturoyar gongufelag 04-09-2009 | |
|
|
| Fólkaheilsurenning í Runavík 4. september 2009 | Fólkaheilsurenningin í Runavík er fríggjadagin 4. september. Tilmelding í Ítróttarhøllini frá kl. 17, runnið verður kl. 18. Runnið verður frá Ítróttarhøllini og yvireftir Mýrunum. Teinarnir eru 2 km og 5 km. Fólk gera sjálv av, hvussu langt tey renna. 2 km teinurin er frá høllini yvir til vendiplássið á Mýrunum og aftur. 5 km er frá høllini yvir á Rituvíksháls og aftur. Beint undan startinum verður upphiting. Og tá komið er á mál, er frukt og okkurt drekkandi at fáa. Lutakast er millum luttakararnar um vinningar. Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo/ ella á staðnum. 03-09-2009 |  |
|
|
| Fólkaheilsurenning 2009 | Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september kl. 18:00 í Runavík. Leygardagin 5. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenning í Klaksvík og á Sandi og kl. 15:00 í Miðvági. Sunnudagin 6. september kl. 13:00 verður fólkaheilsurenningin í Havn og kl. 14:00 í Vági.
Hetta er 6. árið at skipað verður fyri árligu fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Í fjør vóru fleiri enn 4.000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini.
Tilmelding til fólkaheilsurenningina fer fram til leygardagin á www.renn.fo. Í Havn er eisini møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdegnum.
Í Klaksvík, Runavík, Miðvági og á Sandi skulu startnummur avheintast ein tíma áðrenn startin.
Í Havn skal startnummar avheintast á Torginum í SMS áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella sunnudagin millum kl. 9:00 -11:00. Startnummar verður ikki brúkt til fólkaheilurenningina í Suðuroynni.
Rennivestar eru til tey fyrstu 1.500 vaksnu kring landið, sum avheinta startnummar. Í Suðuroynni eru rennivestar til tey fyrstu 200, sum melda til.
Luttøkugjaldið fyri børn (0-14 ár) er 20 kr. og fyri vaksin (15 ár og eldri) 50 kr. 27-08-2009 |  |
|
|
| Skúlarnir byrja aftur mánadagin 17. august | Mánadagin 17. august 2009 byrja skúlarnir í Runavíkar kommunu aftur, soleiðis:
Runavíkar kommunuskúli:
Øll starvsfólkini møta í skúlanum við Løkin kl. 8.00
Næmingarnir møta soleiðis:
4. til 10. flokkarnir og Ser3 møta í skúlanum við Løkin kl. 10.00
2. og 3. flokkarnir og Ser1 møta á Glyvrum kl. 10.00
1. flokkarnir og Ser4 møta á Glyvrum kl. 13.00
Næmingarnir í Ser2 møta í Lamba kl. 10.00
Skála skúli:
Lærararnir møta kl. 9.00
2. til 7. flokkarnir møta kl. 10.00
1. flokkur møtir kl. 13.15
Oyndarfjarðar skúli:
Lærararnir møta kl. 9.30
Næmingarnir møta kl. 10.00
Funningsfjarðar og Funnings skúli:
Allir næmingarnir møta í Funningsfjarðar skúla kl. 10.00 14-08-2009 |  |
|
|
| Eystanstevnurørsludagur |
Eystanstevnurørsludagur hósdagin 18 juni kl. 19.
Ókeypis t-shirt, vatn og frukt.
Renn/gakk tiltakið er fyri ØLL.
Møtt verður við Ítróttarhøllina kl 19.00 - Tilmelding óneyðug
1 teigur. 2,4 km
2 teigur. 4,2 km.
18-06-2009 19.00 |  |
|
|
| Skráin fyri Eystanstevnuna 2009 | Vælkomin á Eystanstevnu 2009.
Aftur í ár skipa ítróttarfeløg, áhugafeløg og Runavíkar kommuna fyri Eystanstevnu.
Eystanstevnan er enn, ein av teimum góðu gomlu summarstevnunum við nógvum góðum fjølbroyttum tiltøkum. Her er nakað fyri bæði smá og stór.
Á skránni í ár er tivoli, kabarett, ítróttur, framsýningar, konsert, dansur, bátatreff o.m.a.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Eystanstevnu.
Sí skrá. 15-06-2009 |  |
|
|
| Borgarstjórin setti Fjarðastevnuna | Týdningurin av stevnunum er stórur enn, og Fjarðastevnan smæðist ikki burtur við sínu góðu og fjølbroyttu skrá... (røðan hjá borgarstjóranum viðfest) 14-06-2009 |  |
|
|
| Fjarðastevnan á Skála | Á skránni verður umframt kappróður og fótbólt nógv annað spennandi, ið ein kann hugna sær við.
Fríggjadagin 12. Juni:
Brotssparkskapping
fyri tey yngru, ið eru bólkaði í tveir bólkar, tey, ið eru fødd í 1994 til 1998 og tey, ið eru fødd í 1999 ella seinni. Steyp til vinnaran.
Sang Brak
kl. 19.00 verður í Meinigheidshúsinum, har Effata, Skála streingjakór, sangløta og andakt við Pól Jóhannesen. Góður drekkamuður verður aftaná.
Playstation-FIFA 2009 kapping
kl. 20.00 verður Playstation-FIFA 2009 kapping í ítróttarhøllini á Skála. Kappingin er skipað á tann hátt at lið kappast móti liðum, sum cup-system. Hjá teimum yngru kappast tey ein ímóti einum, meðan tey eldru kappast tvey á hvørjum liði, tað vil siga at fýra kappast í senn. Børn og ung upp til 16 ár kappast í einum bólki, og tey sum eldri enn 16 ár kappast í einum bólki. Luttøkugjaldið er 100,- fyri hvønn luttakara.
Vinningurin fyri tey yngru er gávukort á 1000,- kr.
Vinningurin fyri tey eldru eru tveir ferðaseðlar til ungdómstúrur við Norrønu
Tilmelding á tlf. 742600 ella 586005 ella toraj@olivant.fo
Leygardagin 13. Juni:
Tivoli opnar á ítróttarøkinum kl. 9.00 við tombola, 21-spæli, fiskidammi, skjótibási. Til kappróðurin verður tivoli flutt oman á róðrarøkið og er har til róðurin er liðugur. Verður síðan aftur á ítróttarøkinum.
Setan av stevnuni. Skrúðgongan við ítróttarfólki fer úr skúlanum kl. 13. Við Nes Sóknar hornorkestri á odda verður gingið inn á róðrarøkið, har nýggi borgmeistarin í Runavíkar kommunu Magnus Rasmussen setur stevnuna.
Køkuframsýning. Sum eitt øðrvísi tiltak kann nevnast ein køkukapping. Køkukappingin verður skipað soleiðis, at fólk hava møguleika fyri at gera/baka eina øðrvísi kaku. Ein framsýning verður gjørd av køkunum kl. 18 - 22, og tey, ið koma at hyggja at, fáa møguleika fyri at atkvøða um vakrastu / stuttligastu/flottastu kakuna, vinnarin fær eitt gávukort. Køkurnar verða seldar á uppboðsølu kl. 22.
Um onkur hevur hug til at luttaka, við einari ella fleiri køkum, eru tit vælkomin at siga frá á tlf. 260876 ella 741574.
Stóra grilkvøldið. Eins og á seinastu Fjarðastevnu, ið var hildin á Skála, verður aftur í ár skipað fyri einum grillkvøldi. Byrja verður at grilla kl. 18.00. Lokalir grillmeistarar fara at grilla búffar og pylsur við tilhoyri: sós, eplum og salat . Møguleiki verður fyri at eta á staðnum, ella at taka matin heim við. Eisini verður møguleiki fyri at bíleggja búff/ar á tlf. 586005 ella 741574 innan kl. 16.00 leygardagin.
Meðan grillin er tendra, verður útimøti kl. 19.30 við fólki frá Kelduni í Skálafirði,
seinni verður felagssangur við lokalum tónleikarum og Torbjørn Jacobsen heldur eina røðu.
Kvøldið endar við Harmonikudansi í høllini, har Juel Høgnesen og vinmenn spæla.
Sunnudagin 14. Juni:
Spennandi barnatiltak á Skála
Eitt sera spennandi og fjølbroytt barnatiltak verður í ítróttarhøllini. Tað eru námsfrøðingar og onnur góð fólk, sum fara at undirhalda og aktivera børnum. Tey fara millum annað at spæla ein sjálvgjørdan sjónleik, sum vísir okkum ein stuttligan vinkul til heilsuárið sum júst er í hæddini. Sjónleikurin er um viðurskiftir millum mammur og børn. Eisini fara tey saman við musikarum at syngja og gera rørslur saman við børnunum. Eftir tiltakið fáa børnini møguleika at verða málaði um andlitið.
Talentkapping á Fjarðastevnuni
Sum nakað nýtt verður talentkapping á skránni á Fjarðafestivalinum um vikuskifti. Allir føroyingar kenna til kappingarnar sum DR 1 skipa fyri, har millum annað føroyingar hava luttikið. Nú fara skálafólk at taka táttin upp. Kl. 17.00 sunnudagin verður talentkapping í aldrinum 7 – 16 ár. Tey, sum longu hava melda seg til fara at gygla, dansa, gera fimleik, spæla ljóðføri og syngja. Men um onkur enn hevur hug at melda seg til, kunnu tey senda email til toraj@post.olivant.fo. Seinasta freist at tekna seg til er hóskvøldið. Luttøkugjaldið er 70,- kr.
Fyrireikaðarnir skipa fyri at pallurin verður útgjørdur við ljóð- og ljósútgerð.
Meðan dómararnir gera av, hvør skal vinna, fer FAROE 5 upp á pallin við væl fyrireikaðum showi, har tær millum annað hava filmsløg við.
Vinningur í talentkappingini er eitt gávukort á 2500,- kr.
08-06-2009 |  |
|
|
| Skráin fyri Fjarðastevnuna | Skála Ítróttarfelag skipar saman við Róðrarfelagnum fyri Fjarðastevnu í døgunum 12.-14. juni 2009 á Skála.
sí viðheftu skrá. 08-06-2009 |  |
|
|
| Gestablídni í hásæti | Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdarstevnunum verið dalandi, ivaleyst fyrst og fremst grundað á mongu stóru festivalarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið. Ì støðum hevur enntá verið tosað um at niðurleggja onkra stevnu, men soleiðis er avgjørt ikki í Runavík. Har stevnan fyri hvørt ár víðkar um sítt virksemi.
Tónleikur sum ofta plagar at eykenna summartiltøkini kring landið kemur eisini at seta sín dám á Eystanstevnu í ár við fleiri av teimum bestu føroysku tónleikarum.
Skráin kemur millum annað fevna um karnival, báta treff, nógvan ítrótt, tónleik, hugna og samveru, midnáttarsangi o.ø.
og fara Runavíksjingar at bjóða avbygdafolkið møguleika at vitja vinir og kenningar á Skálafjørðinum tá okkurt hendir á økinum.
Gestablídni er í hásæti. 28-05-2009 |  |
|
|
| Dansiskeið í Runavík | Dansiskeið við Annu Kirstin verður í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla
Undirvíst verður m.a. í Foxtrot, Quick-step, Rock'n Roll, valsi og line-dansi.
Skeiðið er fyri øll sum hava áhugað í at dansa.
Skeiði verður 15-16. Juni. 2009
mánadag og týsdag
nýbyrjarar fyri ung og vaksin: 18:00 – 20.00
line dansur fyri øll tilmeldaði : 20:00 – 21.00
Fólk sum áður hava dansað : 21:00 – 23:00
Kostnaður:
nýbyrjarar fyri ung og vaksin + linedans: 250
line dansur : 150
Fólk sum áður hava dansað + linedans: 250
Tilmelding á Kunningarstovuni í Runavík seinast 12 juni á telefon 417060 ella mail: kunningarstovan@runavik.fo. Sí eisini www.kunning.fo og www.runavik.fo
27-05-2009 |  |
|
|
| Karnevalurin endurtekur seg á Eystanstevnu í Runavík | Aftur í ár fara ítróttarfólk at ganga karnivalsgongu í Runavík.
Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava fyriskipararnir avgjørt at eyndurtaka hittið frá í fjøð, við at skipa fyri einari karnevalsgongu áðrenn stevnan verður sett.
Fríggjakvøldið 19 juni, á Eystanstevnu verður nevniliga ein STÓR karnevalsgonga við hundratals fólkið. Í karnevalsgonguni, luttaka ítróttarfólk o.o. sum vanliga eru partur av skrúðgonguni. Ítróttarfólkini fara at hava hvørs sítt ‘show’ og eisini fara fleiri maskottar og annað spennandi at luttaka í gonguni sum fyriskiparnir ikki vilja avdúka enn.
25-05-2009 |  |
|
|
| Ítróttarnáttin væl vitja24. mai 2009 | Leygarkvøldið skipaðu ítróttarfeløgini á Toftum og í Runavík fyri ítróttarnátt í høllini við Løkin í Runavík, og sigast má at tiltakið varð væl vitjað
Leygarkvøldið kl. 20 lat ítróttahøllin í Runavík dyrnar upp fyri ítróttarnátt, eitt tiltak sum ÍSF skipaði fyri, í samband við at tað í ár eru 70 ár liðin síðan Ítróttarsamband Føroya varð sett á stovn.
Hetta tiltak varð eisini fyriskipað í Havn, á Kambsdali, á Giljanesi, í Kollafirði, á Skála, í Trongisvági og á Eiði.
Fleiri ymiskar ítróttagreinar vóru á skránni, men hæddarpunkti mundi vera á midnátt, tá Jens Marni Hansen við gittara fór á pallin. Navnframi kollfirðingurin sang og spældi nøkur kend løg, og tá var sannur rómur í høllini. Eftir at Jens Marni hevði spælt, bleiv skipað fyri hip-hop dansi.
Ein bólkur varð vegna ítróttarfeløgini á Toftum og í Runavík settur at skipað fyri tiltakinum, og vóru tey sum heild sera væl nøgd við kvøldið, ið tey halda eydnaðist sera væl. Eini 150 til 200 ung vóru í høllini leygarkvøldið, og var hetta eitt sindur meir enn fyriskipararnir høvdu væntað.
25-05-2009 |  |
|
|
| Útferðin hjá Bátafelaganum inná Skálafjørð er AVLÝST vegna veður | Bátafelagið á Bakka ger útferð inn í Skálafjørð leygardagin 23 mei.
Bátarnir samlast uttanfyri Bakkakajina á Glyvrum kl 13.00 og sigla inn í bátahylin í Skálafirði, har teir verða frammi uml. kl. 14.30
Tiltakið er alment og skulu luttakararnir sjálvi hava mat og drekka við.
Skipað verður fyri felagssangi í teltinum. Grillir verða settar upp so møguleiki er at grilla.
Nakrir bátar koma at liggja á økinum og kunnu børn og vaksin rógva sær ein túr.
Lutaseðlar verða seldir.
Øll eru vælkomin, bæði til bátaferðina og tiltakið í Skálafirði.
Tiltakið er ókeypis og er tekning ikki neyðug.
23-05-2009 |  |
|
|
| Ítróttarnátt í Runavík leygarkvøldið | Leygarkvøldið tann 23. mai 2009 klokkan 20 - 02 eru ítróttarfeløgini í Runavík og Toftum saman um ungdómstiltak í ítróttarhøllini í Runavík. Tá verða dyrnar lætnar upp fyri tannáringum / ungdómum í aldrinum 14 - 20 ár at íðka ítrótt undir hugnaligum og stuttligum umstøðum.
Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra seg - eisini tey sum ikki longu eru virkin í ítróttarfeløgum. At minna á týdningin at røra seg og at kveikja áhuga fyri ítrótti.
Ætlanin er at ungdómarnir skulu hava møguleika at royna ymiskar ítróttargreinir og spøl, ið ikki eru so vanlig til dagligt. Dentur verður lagdur á sosiala samverðu og at tað skal verða stuttligt.
ÌSF hevur hjálpt til við at seta tiltakið ígongd, men tað eru lokalu feløgini sjálvi sum eru fyriskiparar og hava ábyrgd av tiltakinum á staðnum. Tey mynda sítt tiltak hvør á sín hátt.
Á onkrum plássi hava fyriskipararnir valt at deila plássið upp, soleiðis at fleiri ítróttargreinir og ymisk spøl verða íðka í senn. Aðrastaðni verður fyriskipa soleiðs at feløgini/ítróttargreinirnar deila kvøldið millum sín, soleiðis at fyrst verður ein ítróttargrein íðka og so næsta part av kvøldinum verður ein onnur o.s.fr.
Byrja verður á øllum plássum klokkan 20 og enda kl. 02.
Beint nú sær út til at tiltakið eisini verður á Eiði, Kambsdali, Skála, Kollafirði, Tórshavn, Giljanesi og Trongisvági.
23-05-2009 |  |
|
|
| Heilsucafé á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi leygardagin 23. mai 2009 kl. 14.00. |
Heilsumálaráðið hevur lýst 2009 at verða alment rørsluár og í hesum sambandi skipar Runavíkar kommuna fyri einari heilsucafé á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi leygardagin 23. mai 2009 kl. 14.00.
Sí skránna á viðhefta fíli 18-05-2009 |  |
|
|
| Rørslufundur í Eysturoy | Almenna fundarrøðin kring landið heldur fram, týskvøldið 5. mai kl. 19.30 í Eysturoy. Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul (sí viðf. tíðindaskriv). 05-05-2009 |  |
|
|
| Flaggdagshald | Leygardagin var flaggdagshald í Runavík. Veðrið var av tí fagrasta og fitt av fólki var samankomið.
Skótar og ítróttarfólk gingu skrúgongu, Nes Sóknar Hornorkestur spældi og Sæunn Ólavsdóttir Hansen flutti fram røðu.
Sí røðuna niðanfyri.
27-04-2009 |  |
|
|
| Flaggdagshald í Runavík | Leygardagin kl. 15.00 skipar Runavíkar kommuna fyri flaggdagshaldi á økinum sunnanfyri Býráðshúsið.
Sæunn Ólavsdóttir Hansen flytir fram røðu og Nes Sóknar Hornorkestur spælir.
Skótar og ítróttarfólk ganga skrúgongu frá Glyvra skúla (møtt verður við skúlan kl. 14.15)
Runavíkar kommuna 23-04-2009 |  |
|
|
| Tjaldur føroyameistari | Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava kvinnurnar í Runavík tryggjað sær FM-heitið, tá ið tær vunnu 25-16 ímóti Stjørnuni.
Fyrri dysturin varð leiktur í Runavík mikudagin, og tann dystin megnaðu Tjaldurskvinnur at vinna tepurt 25-24. Annar dystur var í Klaksvík í dag og hesuferð gjørdist talan um ein rættiliga sannførandi sigur til Tjaldur.
Sum heild kann sigast at Tjaldur hevði uppiborið sítt fyrsta FM-heitið aftaná hesar dystirnar.
11-04-2009 |  |
|
|
| FM - finala Tjaldur - Stjørnan | Fyrra FM finalan millum Tjaldur og Stjørnuna verður í høllini í Runavík Mikukvøldið kl. 19.00
Undir dystinum verða lutaseðlar seldir.
Atgongumerkið kostar 100,- kr., børn undir 16 ár ókeypis. 06-04-2009 |  |
|
|
| Framsýning hjá Runavíkar Kvøld- og Ungdómsskúla | Árliga framsýningin av handaligum arbeiði hjá Runavíkar Kvøld- og Ungdómsskúla verður sett í Skúlanum við Løkin leygardagin klokkan 15:00 av Magnusi Rasmussen borgarstjóra.
Framsýningin verður opin leygardagin og sunnudagin frá klokkan 15 - 19.
Runavíkar Kvøld- og Ungdómsskúli
03-04-2009 |  |
|
|
| Sera væl eydnaðar framsýningar | ... merkt av serligum hátíðardámi, og í dag er einki undantak. Við Merkinum á odda ...
Les víðfestu setanarrøðuna hjá borgarstjóranum.
30-03-2009 |  |
|
|
| Støkk 3 framsýningar | Nú verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk. Felagið stendur í vøkstri og hevur nú 650 íðkandi limir. Av tí, at felagið hevur vaksandi undirtøku verða tríggjar framsýningarnar í ár, allar í ítróttarhøllini í Runavík
Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 26., 28. og 29. mars. Hóskvøldið 26. mars kl. 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, meðan leygardagin og sunnudagin, báðar dagar kl. 15, eru hini liðini eitt sindur meira blandað. Á heimasíðuni www.stokk.net sæst hvønn dag hvørji lið vísa fram.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningin verða merki og ídnisprógv handað.
Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.
24-03-2009 |  |
|
|
| TOPP DYSTUR millum Tjaldur og Stjørnuna | Tekstur Sunnudagin 22. mars kl. 15.00 spæla Tjaldur sum liggur nr. 2. og Stjørnan sum liggur nr. 1. í SunSet kappingini seinasta heimadystin í Runavík.
Tjaldur ger eitt sindur meira burturúr hesum dysti og heitir á fólk um at MØTA FJØLMENT.
Undir dystinum verða lutaseðlar seldir fyri 10,- kr. stykki.
Vinningurin er eitt gávukort frá Fonn Flog á kr. 2.890,-
Trekt verður beint eftir dystin.
Atgongumerkið til dystin kosta 70 kr.
17-03-2009 |  |
|
|
| Grækarismessuhald | Seinnapartin í gjár var grækarismessuhald, har Beinta Olsen, býráðslimur helt røðu. Ætlanin var at hava tiltakið uttanfyri býráðshúsið, men vegna skiftandi ælaveður, var avgjørt at fara inn í býráðsalin. Heilt fitt av fólki var og lýddi á. Skótarnir gingu skrúðgongu og Nes sóknar Hornorkestur spældi. Eftir tiltakið vóru øll boðin til kaffi og vaflur, sum skótarnir skipaðu fyri.
Sí røðuna niðanfyri 16-03-2009 |  |
|
|
| Ìtróttarfelag fyri brekað í Eysturoynni | Nýggja ítróttarfelagið, sum skal eita ”Svanur”, hevur stovnandi aðalfund komandi Hóskvøld.
Svanur kemur eitt nýstovnað ítróttafelag fyri brekað í Eysturoynni at eita. ÍSB bleiv stovnað í 1981, og var ætlanin alla tíðina, at lokal feløg skuldu mennast runt landið. Men ikki fyrr enn nú er hetta komið so langt. Svanur verður fyrsta felag undir ÍSB!
Svanur vil arbeiða fyri:
• at menna ítrótt fyri brekað í Eysturoy
• skapa umstøður fyri fleiri itróttagreinum
• skipa fyri kappingum saman við ÍSB
• skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy og harvið geva gerandisdegnum eitt innihald
• skapa okkum ein samleika, identitet, hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standa saman um.
• at fáa rørslutarnað í gongd við itrótt.
Stovnandi aðalfundur verður i Skúlanum við Løkin í Runavík, hóskvøldið 12. mars kl. 19. Tá verður nevndin mannað, og nýggja ítróttarfelagið fer til verka.
Kelda: Portalurin 11-03-2009 |  |
|
|
| Skrá - Gomul Jól í Heiðunum | Gomul jól í Heiðunum
17. – 22. des. Kl. 17-20 Gamli handil, Jólacaféein á neystaloftinum og jólatræssøla
18. des. kl. 19 Næmingar frá musikkskúlanum spæla tónleik
19. des. Kl. 19 Næmingar frá musikkskúlanum spæla tónleik .
Keyboard : Danjal Eysturstein
Violin: Jóhannes Joensen, "37 ár" av Jóh. Joensen
Erla av Vollanum, Menuett av Boccherini
Rut Magnussen, Ongum er so trygd at fara
Kristina Tross Davidson, Love me tender og Jingle Bells
Dania A. Olsen, Frohes Liedchen
ymiskar jólasangjir
20. des. Kl. 18 Jólaskipið vitjar. Jólamenn, nissigentur og Nes Sóknar Hornorkestur spæla og syngja og hava okkurt gott við til børnini
21. des. Kl. 19 Seinasta freist at lata inn tekningar til teknikapping. Evnið: Jól
22. des. Kl. 18 Búi Dam lesur upp úr barnabókini: Drongurin, sum gloymdi hvussu mann spælir
Kl. 19 Vinnarar av teknikapping avdúkast. Kl. 19 á Neystaloftinum.
17-12-2008 |  |
|
|
| Teknikapping |
Evnið til teknikappingina: Jól
Øll børn í Føroyum eru vælkomin at luttaka.
Vinningar eru 3 gávukort á 250,- kr. frá
Handilsmiðdeplinum í Runavík.
3 aldursbólkar:
Undir skúla aldur, 7-9 ár og 10-12 ár
Tekningarnar kunnu latast inn á Kunningarstovuni seinast
fríggjadagin 19. des. kl. 16.00 og á Neystaloftinum fram til 21. des kl. 20.00
Drigið verður 22. des. Kl. 19 á Neystaloftinum í Gomul Jól í Heiðunu
22-12-2008 |  |
|
|
| Marknaðardagur í Runavík | Marknaðardagur í Runavík
Leygardagin 22.nov.2008 verður marknaðardagur í ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 14.00 - 20.00.
NSÍ skipar fyri marknaðardegið í Runavík. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak og er sera væl umtøkt og væl vitja.
Privat fólk luttaka við heimagjørdum vørum at selja, og handlar sum selja bæði nýggja og niðursetta vøru.
Jólamenn vitja kl 18.30
Tiltakið er í ítróttarhøllini í Runavík kl. 14.00-20.00
Ókeypis atgongd fyri vitjandi.
Um nakar ynskir at luttaka við ymiskum at selja, kunnu tit seta tykkum í samband við Bjarna Kjeld tlf. 223590.
22-11-2008 |  |
|
|
| STØKK-móttøka | Í sambandi við at Støkk vann Fimleikafagnaðin í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið, bjóðar felagið til almenna móttøku í fimleikahøllini á Glyvrum mánakvøldið 3. november kl. 18-19.30. Meira er at frætta á www.stokk.net.
03-11-2008 |  |
|
|
| Mentanarvika í Runavík | Mentanarvikan verður í døgunum 19. - 26. oktober. Nógv spennandi er á skránni bæði fyri børn, vaksin og eldri.
Sí viðløgdu skrá. 07-10-2008 |  |
|
|
| Kommunulæknaavloysari á Skála | 6. - 19. okt. verður Bjarne Thomsen, lækni, avloysari á Skála.
20. okt. - 8. nov. kemur Erik Andersen, lækni, at avloysa.
07-10-2008 |  |
|
|
| Dansiveturin hjá Eysturoyar dansifelag | Nú veturin er í durunum byrjar Eysturoyar dansifelag aftur at dansa. Dansa verður í húsinum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.
Sí skránna fyri veturin 2008/2009 niðanfyri.
04-10-2008 |  |
|
|
| Uppstillingarfundur til býráðsvalið 17. okt. | Almennur uppstillingarfundur til býráðsvalið verður í Glyvra skúla fríggjakvøldið 17. oktober kl. 20.
Runavíkar býráð
16-10-2008 | |
|
|
| Kvøldskúlin byrjar (pdf.-faldari viðfestur) | Sí viðfesta faldara.
Runavíkar kvøld- og ungdómsskúli hevur í vetur eitt fjølbroytt undirvísingartilboð í nógvum lærugreinum. Undirvíst verður í Runavík, á Glyvrum í Søldarfirði, á Skála og í Oyndarfirði. Luttøkugjaldið fyri skeiðini er millum 200 og 500 kr alt eftir hvat slag av undirvísing, talan er um. Avsláttur verður givin, um teknað verður til fleiri skeið. Tó er eitt landbúnaðarskeið, sum kostar 1600 kr í luttøkugjaldi. 02-10-2008 |  |
|
|
| Spennandi fyrilestur við Katrin Olsen á Faroexpo Ráðstevnuni | Spennandi fyrilestur við Katrin Olsen á Faroexpo Ráðstevnuni
Katrin Olsen, føroyskur rógvari á altjóða støði, luttekur á Faroexpo Ráðstevnuni, sum verður hildin í ráðstevnuhølunum í Kelduni í Skálafirði mikudagin 22. oktober kl. 13.00 - 16.45.
Evnið á hennara fyrilestri er "Hvussu kunnu mál flyta mørk?"
Katrin Olsen er 30 ára gomul, útbúgvin lækni og hevur í nógv ár róð í frítíðini. Gjøgnum árini hevur hon sett sær strategisk mál, og hevur hon í ár luttikið í OL í Kina. Katrin hevur víst at til ber flyta seg frá føroyskum kappróðri til DM, HM og OL.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um málsetning: hví tú setir tær tílík mál og hvussu tú nært hesum málum. Hvussu kann hetta yvirførast til vinnulívið?
Stuðlar hjá Katrin Olsen: Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar
Til ber at síggja skránna fyri Faroexpo Ráðstevnuna á www.faroexpo.fo
22-09-2008 |  |
|
|
| Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum | Fólkaheilsuráðið heitir á fleiri fólk um at melda seg til.
“Koyr á!”, “Kom nú! “, “Eitt sindur afturat!”, “Blás, blás blás!”, “ Fimtan sekund eftir..” eru “róp” sum hoyrast í hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum Hæddini, Heiðavegur 19 í Saltangará í hesum døgum. Jú, eysturoyingar hava tikið væl ímóti heilsukanningini MARK, sum byrjaði 25.august og heldur fram til 3.oktober.
600 eysturoyingar eru bodnir til kanningina, av hesum er ætlanin at kannað 300. Ringjast kann á tlf 515156 millum kl 8 og kl 12 at bíleggja sær tíð. Sjálv kanningin tekur 1 ½ tíma.
Kanningin umfatar at svara einum spurnablaðið, sum í høvuðsheitum snýr seg um mótiónsvanar, alkhol-, royki- og kostvanar. Eisini verður blóðtrýstið mátað, umframt mát av vekt, hædd, fitiprosenti, BMI, miðjuvídd og mjadnavídd. Blóðroynd verður tikin úr oyralippuni, og blóðsukur og kolesterol verður mátað. Lungnafunktiónsmáting verður eisini gjørd. Nakrar vøddastyrkitestir verða gjørdar, og kanningin endar við eini konditiónstest á súklu. Tá kanningarnar eru lidnar, verður tikið saman um, og úrslitini sett í faldara, sum tann kannaði fær við sær.
MARK kanningin hevur verið í Tórshavnar kommunu, í Norðoyggjum og í Suðuroy. Ætlanin er at gera kanningar í Norðstreymi, á Sandi og í Vágum eisini.
Vegna Fólkaheilsuráðið
Malan Egholm, verkætlanaðarleiðari.
19-09-2008 |  |
|
|
| Portalurin: Rimmar Støkkdagur | Leygardagin verður endaliga avtalan um bygging av nýggjari Støkkhøll undirskrivað
Tí skipar fimleikafelagið Støkk fyri rimmar Støkkdegi í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið er alment, og Støkk vónar at síggja nógv fólk hendan dagin.
Dagurin byrjar klokkan 13, tá børnini sleppa at gera fimleik og spæla. Í meðan kunnu foreldrini hugna sær við kaffi og køkum. Á skránni verður millum annað køkutombola, fiskibrunnur og kapping um at gita, hvussu nógvar Silvabússur eru í einum kassa. Apexferðaseðlar kunnu vinnast og lutaseðlasøla uppá ein bil, av slagnum Kia Ceed 1,4, byrjar hendan dagin.
Møguleiki verður at lata pening til nýggju Støkkhøllina. Nøvnini á øllum, sum lata pening til nýggju høllina, verða sett á eina soylu, sum kemur at standa í nýggju Støkkhøllini.
Klokkan 15 verður endaligi byggisáttmálin millum TN-Bygging og Støkk undirskrivaður. 04-09-2008 |  |
|
|
| Báta og Camping Treff í Heiðunum. | Eystanstevnunevndin skipar saman við Bátafelaganum á Bakka komandi vikuskiftið fyri einari bátastevnu niðri í Heiðunum.
Ætlanin er at skipa fyri dansi og hugna á havnalagnum har ymisk felagstiltøk verða fyriskipaði inni í tí stóra teltinum, sum verður sett upp á staðnum.
Økið við síðunar av teltinum verður sett av til kamping vognar og kamping bilar og bjóða vit øllum kampistum at nýta økið. Tó avmarka pláss.
Ókeypis luttøka fyri bæði kampistar og bátar.
Tekning fyri Kampingstar á Kunningarstovan í Runavík ring tlf. 417060.
Bátarnir hittast út fyri Saltnes fríggjakvøldið kl 18.00, tekning óneyðug.
Vísandi til skránna til høgru ásíðuni, verður nógv gott undirhald at fara til m.a Hallur Joensen, Marius, Jens Marni, Listaframsyning, Blitz, Angela og Hannebal og mangt mangt annað.
Skrá fyri Heiðateltið:
Fríggjadag:
21.00 – 23.00 Livandi tónleikur
23.00 – 04.00 Hallur Joensen og bólkurin Wolfgang til dans.
Leygardagin:
21.00 – 23.00 livandi tónleikur
01.00 – 04.00 Leygarkvøldið verður dansi tónleikur.
26-06-2008 |  |
|
|
| Eystanstevnan í ár verður hin størsta nakrantíð | Karneval á Eystanstevnu
Litir, lamur, dansur, og ein rokan av stevnufólki í tí stóru skrúðgonguni í góðum hýri kemur at eyðkenna karnivalin sum ítróttafeløgini á Eystaraarmi skipa fyri fríggjakvøldið kl 19.00
Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava fyriskipararnir avgjørt at skipa fyri einum heilt øðrvísi tiltaki fríggjakvøldið, áðrenn stevnan verður sett. Tá verður nevniliga ein stór karnevalsgonga. Í karnevalsgonguni, luttaka ítróttarfólk, skótar o.o. sum vanliga eru partur av skrúðgonguni – og eru pisurnar í ár eggjaðar til at luttaka við húgvuni. Ítróttarfólkini og skótarnir fara at hava hvørs sítt ‘show’ og eisini fara fleiri maskottar, brandbilar, hestar og annað spennandi at luttaka í gonguni.
25-06-2008 |  |
|
|
| Kommunusamanlegging millum Funnings- og Runavíkar kommunu. | Hósdagin 26. juni 2008 kl. 17.30 verður sáttmálin um kommunusamanlegging millum Funnings kommunu og Runavíkar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum í Saltangará.
Samanlegging verður veruleiki 1. januar 2009
14. nov. 2006 var vegleiðandi fólkaatkvøða í Funningi um samanlegging av kommununi við aðra kommunu og var stórur meiriluti var fyri at leggja kommununa saman við Runavíkar kommunu.
Kommunurnar hava síðan samráðst um sáttmálan sum verður undirskrivaður hóskvøldið.
Kommunurnar fara fram til samanleggingina at virka í tøttum samstarvi.
Samlaða fólkatalið í hesum báðum kommunum er 3.760 fólk.
24-06-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag | Frá Eysturoyar gongufelag
Gongutúrur verður Suður á Nakk ( Kunoy) sunnudagin
22. juni. Vit møtan kl. 14.00 við tunnilsmunnan vestanfyri.
Túrurin er tungur og tekur umleið 6 tímar.
Ferðaleiðari verður Helgi Poulsen
Eysturoyar gongufelag
18-06-2008 |  |
|
|
| Støkk til HM í Kanada | Kvinnuliðið hjá Støkk í estetiskum fimleiki luttekur í World Championship í Kanada 13. og 14. juni.
Hetta er fjórða árið á rað at kvinnurnar hjá Støkk luttaka í World Championship í estetiskum fimleiki og hesaferð gongur leiðin til Kanada. Hetta er nígginda ferð, at hendan heimsmeistarakapping verður fyriskipað, og fyrstu ferð at hon verður hildin uttanfyri Evropa.
Kappingin verður fríggjadagin og leygardagin 13. og 14. juni. Við í HM kappingini eru 28 lið úr 14 ymiskum londum. Umleið 400 fimleikarar, dómarar og venjarar úr Eysturíki, Bulgaria, Kekkia, Danmark, El Salvador, Estlandi, Føroyum, Finlandi, Ruslandi, Spania, Turkalandi, USA, Ukraine og vertslandinum Kanada, luttaka í stóra fimleikatiltakinum.
Støkk hevur góðar vónir til at menna seg í kappingini, og fer at royna sítt allar besta fyri at betra um síni úrslit.
Ferðalagið hjá Støkk telur 12 fólk og farið verður av landinum mánadagin 9. juni, fyrst til Ísland og síðan víðari til Kanada mikudagin 11. juni. Í Íslandi fara Støkk Kvinnurnar at venja og sýna fram estetiskan fimleik fyri fimleikafelagnum Gerpla úr Kópavági. So samanumtikið kann sigast at túrurin verður sera spennandi og læruríkur. Komið verður aftur til Føroyar mánadagin 16. juni.
Eingin túrur uttan stuðlar. Kvinnuliðið ynskir at takka teimum, sum hava stuðla ferðini: Norðoya Sparikassi, Bakkafrost, Eysturoyar Teoriskúli, Fonn Flog, JT-Kaving og Statoil.
06-06-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag | Frá Eysturoyar gongufelag
Gongutúrur niðan á Tind (Sandoy) verður sunnudagin 8. juni.Vit fara av Gomlurætt kl.11.15 Ferðaleiðari: Jens Dalsgaard.
Eysturoyar gongufelag 04-06-2008 |  |
|
|
| Næmingakonsertir hjá Nes Sóknar Musikkskúla | Næmingakonsertir hjá Nes Sóknar Musikkskúla
Nú fer skúlaárið innan musikkskúlan at halla av álvara. Í hesum sambandi hevur musikkakúlin eins og undanfarin ár nakrar stuttar konsertir – tvær í hesi vikuni og eina í næstu viku.
Týskvøldið 27. mai klokkan 19:00 verður næmingakonsert í skúlanum á Glyvrum. Á hesi konsertini spæla violinnæmingar hjá Moniku Stauss Joensen, guitarnæmingar hjá Hans Paula Tórgarð og klavernæmingar hjá John Mortensen og Anju Hansen.
Mikukvøldið 28. mai klokkan 19:00 verður næmingakonsertin í býráðshøllini í Runavík. Hetta kvøldið spæla hornnæmingar hjá Kenneth Jones, tvørfloytunæmingar hjá Katju Volovelskaja og klavernæmingar hjá Jórun Hansen.
Mikukvøldið 4. juni klokkan 19:00 verður aftur næmingakonsert í býráðshøllini í Runavík. Hesa konsertina eiga violinnæmingar hjá Claire Thomsen, cellonæmingar hjá Tóra Restorff Jacobsen, klavernæmingar hjá Heðini Kambsdal og klarinettnæmingar hjá Odduri Hentze.
26-05-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag | Frá Eysturoyar gongufelag
Gongutúrur verður niðan á Sneis (Streymoy) sunnudagin 18.mai.
Vit møtast við SHELLstøðina í Vestmanna klokkan 14.
Eysturoyar gongufelag
18-05-2008 |  |
|
|
| Plantumarknaður á Skála | Í samband við bygdastevnuna á Skála verður stórur plantumarkanður í Ítróttarhøllini á Skála um vikuskiftið
Í døgunum 17. og 18. mai verður bygdarstevna á Skála, har ítróttarøkið í bygdini verður karmur um flestu tiltøkini. Millum annað verður aftur í ár skipað fyri stórum plantumarknaði í Ítróttarhøllini, har snøgt sagt alt fæst til urtagarðin. Felagið Skála Stuðlar hevur keypt yvir 1500 plantir úr Danmark. Talan er um nógv ymisk sløg av plantum og summarblómum í øllum hugsandi litum og skapum.
Umframt hetta fæst eisini ymiskt annað til urtagarðin, so sum pottar og havamøblar. Sum nakað nýtt kemur nýggi og spennandi handilin: “For ever” úr Kvívik við til tiltakið í ár. Hesin handilin selur forkunnugar møblar og vatnkør til urtagarðin.
Fyrireikararnir vóna at bygdafólk og gestir taka væl undir við tiltakinum og njóta hugnaliga umhvørvið í ítróttarhøllini.
14-05-2008 |  |
|
|
| Bygdastevnar á Skála | Bygdarstevnan í ár verður skipað við tí endamálið, at familjur kunnu fáa ein góðan leygardag seinrapart, har okkurt er á skránni fyri alt húskið. Aftur í ár er stórur blómumarknaður á ítróttarøkinum, og hevur hesin undanfarin ár verið væl vitjaður. Hetta er jú júst rætta árstíðin. Eik Banki vitjar kl. 15.00 har Bassaføðingardagur, við Trøllapæturi, ókeypis ballóum og annað verður á ítróttarøkinum. Kl. 17.00 verður formuladystur ímillum Skála og Víking. 21-spæl, tombola, skjótitelt og mangt annað verður í teltum niðri við vøllin og harumframt verður møguleiki at keypa grillaðar búffar og annað gott. Leygardagurin endar við hugnaløtu við felagssangi við harmoniku, og kendur polittikari flytur fram røðu. Sunnukvøldið kl. 19.00 verður kvøldseta í skúlanum á Skála, hvar fyrilestur, tónleikur og kaffiborð vera á skránni.
Fríggjadagin 16. mai
Fótbóltur
Kl. 17.30 Smádreingir Skála - HBb
Kl. 19.00 Brotssparkkapping fyri børn
Kl. 20.00 3. deildardystur millum Skála og B36
Leygardagin 17. mei
Kl. 10.00-22.00
Tivoli letur upp
Tombola –Vørutombola - 21-spæl – Bóltakast – Seymsláðing- Pylsuvognur – Skjótitelt o.a.
Kl. 10.00-22.00
Blómumarknaður
Søla av runnum, steinaplantum, summarblómum, havamøblum og øðrum til havan.
Fótbóltur
Kl. 9.00 Smápiltar Skála b - KÍ - B36 d - Víkingur c
Kl. 10.30 Smápiltar hálvfinalubólkur Skála a – B36 a – B71 a – NSÍ b
Kl. 12.00 Pinkur Skála - KÍa - SÍF - B71
Kl. 13.30 Piltar TBb – B36b – HBe – Skála b
Kl. 15.00 Showbussur við Bassa, Trøllapæturi, ommuni, ókeypis balónum o.ø.
Kl. 17.00 Formuladystur Skála – Víkingur
Kl. 17.00-22.00 Grillað verður í teltinum við vøllin
Kl. 19.00 Brotssparkkapping fyri vaksin
Formulamálmenn verja málið
Kl. 21.00 Hugnakvøld við felagssangi, harmonikuspælið og røðu.
Sunnudagin 18. mai
Kl. 14.00-18.00
Blómumarknaður
Søla av runnum, steinaplantum, summarblómum, havamøblum og øðrum til havan.
Kl. 15.00
2. deild Skála-MB
Kl. 16.00
Bingo verður í bygdasalinum í ítróttarhøllini.
Kl. 20.00
Kvøldseta í skúlanum á Skála
Justines Olsen, djóralækni heldur fyrilestur og Jóannes Hansen skipar fyri tónleikinum. Té, kaffi og køkuborð verður á kvøldsetuni.
17-05-2008 |  |
|
|
| Bátafelagið á Bakka ger útferð. | Bátafelagið á Bakka ger útferð inn í Skálafjørð leygardagin 17 mei.
Bátarnir samlast uttanfyri Bakkakajina á Glyvrum kl 13.00 og sigla inn í bátahylin í Skálafirði, har teir verða frammi uml. kl. 14.30
Tiltakið er alment og skulu luttakararnir sjálvi hava mat og drekka við.
Skipað verður fyri felagssangi í teltinum. Grillir verða settar upp so møguleiki er at grilla.
Nakrir bátar koma at liggja á økinum og kunnu børn og vaksin rógva sær ein túr.
Lutaseðlar verða seldir.
Øll eru vælkomin, bæði til bátaferðina og tiltakið í Skálafirði.
Tiltakið er ókeypis og er tekning ikki neyðug. 09-05-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag. | Annan Hvítusunnudag 12. mai verður farið niðan á Malinstind (Vágoy). Vit møtast kl. 14 við Kommunuskrivstovuna í Sandavági.
Frásøgumaður verður Heini F. Petersen. Túrurin er miðal/tungur.
Eysturoyar gongufelag 05-05-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag | Frá Eysturoyar gongufelag.
Gongutúrur niðan á Eysturoyarsyllina verður sunnudagin 27. apríl. Vit møtast við Skótadepilin á Selatrað kl. 14.
Max C. Weihe verður við.
Túrurin er miðal.
Eysturoyar gongufelag
24-04-2008 |  |
|
|
| Flaggdagshald | Flaggdagshaldið verður á økinum sunnanfyri Býráðshúsið 25 apríl kl. 15.00.
Bill Justinussen flytir fram røðu, Nes Sóknar Hornorkestrið spælir og Skótarnir, Tjaldur, Nsí, Støkk, Nsí kappróðrafelagið, Skála ítrottafelag, Skála róðrafelag ganga skrúgongu.
Til ber at keypa sær okkurt gott frá skótunum.
Skrúgongan fer frá Glyvra skúla kl. 14.30
Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at møta 14.15 við Glyvra Skúla. 21-04-2008 |  |
|
|
| Gongutúrur út á Borðoyarnes verður sunnudagin 20. apríl. | Gongutúrur út á Borðoyarnes verður sunnudagin 20. apríl.
Vit møtast við vatnbrunnarnar á Uppsølum (oman fyri tyrlupallin) kl. 14.
Túrurin er miðal.
Eysturoyar gongufelag 17-04-2008 |  |
|
|
| Frá Eysturoyar gongufelag. | Frá Eysturoyar gongufelag.
Spákingartúrur verður út á Pollin í Saksun sunnudagin 13. apríl. Vit møtast kl. 14 í Saksun.
Eysturoyar gongufelag. 09-04-2008 |  |
|
|
| Gongutúrur sunnudagin (06.04.08) AVLÝSTUR VEGNA VEÐUR | Frá Eysturoyar gongufelag.
Gongutúrurin niðan á Eysturoyarsyllina sum skuldi verða sunnudagin 6. apríl.
er avlýstur vegna veður.
Eysturoyar gongufelag
02-04-2008 |  |
|
|
| Ítróttagalla í Runavík - Atgongumerkjasølan byrjar í dag! | Leygarkvøldið 19. apríl 2008 skipa ítróttarfeløg í Runavíkar kommunu aftur fyri Ítróttargalla. Feløgini, ið luttaka, eru Tjaldur, NSÍ, Kappróðrarfelagið NSÍ og Støkk.
Atgongumerkini verða seld í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Saltangará frá týsdegnum 1. apríl. Kostnaður 300 kr.um keypt verður áðrenn 8. apríl. Aftaná 8. apríl er kostnaðurin 350 kr.
Seinasta freist at keypa atgongumerki er mánadagin 14. apríl.
Hetta er fjórðu ferð at henda vælumtókta veitsla verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík.
Aftur í ár verður nógv spennandi undirhald á skránni, m.a. dansishow, sangur, gestarøðari og sjálvandi avdúkan av ársins ítróttarfólkum.
Vælumtókti bólkurin við Flemming Petersen spælir til dans eftir borðhaldið.
Veitslan er fyri øll, ikki bert fyri ítróttarfólk, men eisini áhugaði, áskoðarar, viðhaldsfólk og stuðlar. Aldursmarkið er 8. flokkur.
01-04-2008 |  |
|
|
| Langur Leygardagur | Leygardagin 5. apríl hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavík opið til kl. 17.00. 01-04-2008 |  |
|
|
| Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg | Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg
Leygarkvøldið 12. apríl kl. 20.00, verður rimmar útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg í ítróttarhøllini á Skála. Á skránni verður millum annað country, gospel og kærleiks sangir.
Umframt løg av nýggju fløguni so sum Special woman, Please relase me, sum eru nógv spældir uttanlands, verða ymisk føroysk løg sungin. Umframt nógvar kendar enskar sangir fara tey at føra fram ymisk føroysk løg. Møguleiki verður at keypa signerðarar fløgur av Jens Lisberg.
Tað eru fimm ár síðani, at tey høvdu konsert á Skála, og tá var tiltakið sera væl eydnað. Høllin var stúgvandi full av fólki, sum hugnaðu sær. Konsertin fekk sera góð ummæli í fjølmiðulum. Hesaferð verður eins og tá fleiri av okkara bestu tónleikararum við, James Olsen trummur, Kim Hansen klaver, Jákup Zachariassen steel dobro gittar, Petur Háberg Jacobsen rytmu gittar, Krístoffur Mørkøre bass og Ólavur Øster gittar. Kór Barbara á Tjaldrafløtti, Sigga, Malan Hansen og Fríðgerð Ellefsen. Marner Lisberg verður gestasangari.
Kristel dóttir Jens, sum tá sang sera væl, hevur ment seg enn meira. Hon hevur tilvitað valt skúlan
framum, men hevur tó alla tíðina miðvíst arbeitt við sangvenjingum. Kristel kemur at geva fløgu út seinni, um tað verður uttanlands ella heima, er enn ikki avgjørt.
Við hesum tónleikararum saman við Jens Lisberg, sum eru uttan iva teir bestu í Føroyum innan fyir sítt øki, verður lagt upp til eitt sera gott kvøld.
Fyrireikararnir leggja stóran dent á at høllin verður hugnalig, og fólk fáa ein góða konsert.
Ágóðin av konsertini fer til rakstur hjá Skála ítróttarfelag.
Atgongumerkir fáast í Bakaríinum á Skála, Hjá Jórun í Klaksvík, Kunningarstovini í Havn og í Kunningarstovuni í Runavík. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 230,- kr, íroknað er stórt kakuborð við te og kaffi í steðginum.
Hetta kvøldið bjóðar kafeteria á Skála tað stóra kalda borðið við bæði køldum og heitum rættum, møguleiki er eisini at keypa sær drykkjuvørur afturvið. Kostnaður fyri kalda borðið er 225,- kr. og kunnu fólk tekna seg áðrenn 9. apríl á tlf. 507179.
25-03-2008 |  |
|
|
| Hondbóltsskúli | Hondbóltsfelagið Tjaldur heldur í døgunum frá mánadegnum 17.mars til týsdagin 18.mars 2008,
ein spennandi og undirhaldandi hondbóltskúla, fyri børnum 10 – 14 ár og mikudagin 19. mars fyri
børnum 7 – 10 ár.
Nær tað verður: 17 – 18. mars (børn yvir 10 ár) klokkan 10.00 – 16.00
19. mars (børn undir 10ár) klokkan 10.00 – 15.30
Hvar: Ítróttarhøllin í Runavík
Kostnaður: 350 krónur fyri børn yvir 10 ár og 150 krónur fyri yngri enn 10 ár.
Íroknað døgurði (sunnur kostur frá Sjókaféini) allar dagarnar, frukt, saft og ein saftdunkur.
Tilmelding: Peningurin á 350/150 kr. verður settur inn á konto 6460-178.446.5 í F.B. og minst til at viðmerkja NAVN.
Tilmeldingarfreistin er 14.marts 2008 kl. 15.00.
Tit mugu skunda tykkum, tí avmarka nøgd er.
11-03-2008 |  |
|
|
| Ferðavinnan í Eysturoy | Eysturoyar gongufelag 2008
Aftur í ár skipar Eysturoyar gongufelag fyri túrum ymsastaðni í Føroyum. Túrarnir í ár verða fjølbroyttir, bæði lættir, miðal og tungir. Á skránni eru umleið 2 túrar um mánaðin.
Kunningarstovan í Runavík útgevur ein faldara á hvørjum árið, ið vísir túrar ætlanin er at gera fyri árið.
Faldarin kann heintast niðanfyri.
Fyrsti túrurin hjá Eysturoyar gongufelag plagar at vera í mars mánað og í ár verður fyrsti spákingartúrurin Hvalvík-Áir, hetta verður mett sum ein av teimum løttu túrunum.
Limatalið í Gongufelagnum er uml 170 húskir.
Tú, ungur sum eldri, kann eisini gerast limur við at venda tær til Kunningarstovuna í Runavík á 417060 ella á kunningarstovan@runavik.fo
27-02-2008 |  |
|
|
| Støkk Framsýning | Árliga fimleikaframsýningina hjá Støkk verður í ítróttarhøllini í Runavík 6 - 8- 9 Mars.
Hósdagin 6 mars. kl 18.00
Børn undir skúlaaldur.
Børn og foreldur, estetiskt smágentir, dreingir 4-5 ár, gentir 4-5 ár, estetiskt Kvinnur,
dreingir 6 ár, gentir 6 ár,
Leygardagin 8 mars. kl. 15.00
1-2 fl. dreingir, 1 fl. gentir, 3 fl.gentir, pinkir b estetiskt, 3-4 fl. dreingir, pinkir reiðskap,
kvinnuunglingar estetiskt, grundvenjing estetiskt 6 ár 1-2-3 fl, 6 fl. gentir, dreingir reiðskap,
8 fl. gentir, pinkir a estetiskt, reiðskap og styrki.
Sunnudagin 9 mars. kl. 15.00
2 fl. gentir, 4 fl. gentir, gentir 6-7 fl. reiðskap, smágentir estetiskt, 5 fl. gentir,
5-7 fl. dreingir, gentir estetiskt, gentir 4-5 fl. reiðskap, 7 fl. gentir, 9-10 fl. gentir, ungar
kvinnur, kvinnur estetiskt, kvinnir reiðskap.
Kostnaður fyri vaksin 80 kr,- børn 20,- 19-02-2008 |  |
|
|
| Junior Kids 2. pláss av Norðurlondum |
Frá Skála skúla.
Móttøka verður í kvøld kl. 22 fyri næmingunum, ið vunnu annað plássið í skandinavisku finaluni í First Lego League í Herning.
Øll eru vælkomin.
Skála skúli. 03-12-2007 |  |
|
|
| Junior Kids á Skála vunnu First Lego League 2007 | Mynd: Borgarstjórin var millum áskoðararnar og handaði eisini Junior Kids ein kekk til Danmarkarferðina
Kappingin FIRST LEGO LEAGUE varð hildin fyri 2. ferð í ár. Junior Kids á Skála vunnu kappingina hesa ferð. Tey høvdu gjørt sera nógv burturúr, og í øllum kappingunum stóðu tey seg væl. Tey samstarvaðu væl, og tey vístu, at tey høvdu skilt uppgávuna og høvdu innlit í tær loysnir og tey hugskot, tey komu við. Tólmennið hjá teimum fekk flest stig í koyringunum, og tí er liðið á Skála rætti vinnarin hesaferð.
Junior Kids skulu nú umboða Føroyar í finalu, sum verður í Danmørk fyrst í desember.
Góða eydnu 28-11-2007 |  |
|
|
| Nýggjur vegur millum Skála og Strendur. | Leygardagin 17. nov. varð skipað fyri heilsurenning eftir tí 4,3 km. langa vegnum millum Skála og Strendur. Hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru nógv, ið hættaðu sær út at ganga og renna. Farið varð av Hulki kl. 12.00 og komin á mál, skar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, snórin. Síðani vóru øll boðin í ítróttarhøllina á Skála til gløgg og holukøkur.
Samb. heimasíðuni hjá Landsverk, er vegurin 4,3 km. langur, vegbreiddin er 7 m. við 1,5 m. vegøksl báðumegin.
Fyri bygdirnar Skála og Innan Glyvur merkir henda nýggja farleið, at nógv minni ferðsla verður gjørnum bygdirnar. Ferðslan er nógv, og tá fjørðurin verður bundin saman, verða uppaftur fleiri, ið fara at nýta hesa farleið.
28-11-2007 |  |
|
|
| Marknaðardagur í Runavík | Leygardagin 24.nov.2007 verður marknaðardagur í ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 14.00 - 20.00.
Hornorkestrið spælir kl. 16.00.
Jólamenn vitja kl 18.30
Á marknaðardegnum í Runavík luttaka privat fólk, sum selja vørur tey sjálvi hava framleitt. Nakrir handlar luttaka eisini, sum selja nýggjar vørur og eldri niðursettar vørur.
Marknaðardagurin í Runavík hevur verið eitt afturvendandi tiltak hjá NSÍ, sum hevur fingið góða undirtøku á hvørjum ári.
Tiltakið er í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 24.nov.2007 frá kl 14.00-20.00 – ókeypis atgongd
21-11-2007 |  |
|
|
| Støkk megnar úrslit | FM-amboðsfimleikur
Støkk luttakarar stóðu seg sera væl í FM kappingini í amboðsfimleiki um vikuskiftið.
Bæði Gentur og kvinnur hjá Støkk vunnu gull og pinkurnar bronsu. Umframt hetta góða úrslit, ognaði Støkk sær eisini gull í liðkappingini hjá gentum.
Úrslit:
Gentur:
Støkk. nr. 1. 69,6 stig.
HF. nr. 2. 67,8 stig.
Ljósið. nr. 3..55,8 stig.
Pinkur:
Ljósið. nr. 1. 55,35 stig.
HF. nr. 2. 53,35 stig.
Støkk. nr. 3. 44,90 stig.
kvinnur:
Støkk nr. 1. 102,15 stig
HF nr. 2. 78 stig.
16-11-2007 |  |
|
|
| Áskoðarapláss til NSÍ | Fjeppararnir hjá NSÍ hava fingið sera góðar umstøður at stuðla sínum heimaliði, og harvið uppfyllir NSÍ nú settu UEFA krøvini um áskoðarapláss. Hetta er tó neyvan einasta orsøkin til meistaraheitið hjá NSÍ í ár.
02-11-2007 |  |
|
|
| Gongutúrur 4. november | Sunnudag 04. nov.
Kl 14.00-
Glyvradalur til Glyvrar. Kostnaður 80,-
Lutakarar hittast við fornminnissavni Forna á Glyvrum. Bussur koyrur til Lamba. Her koyra vit oman á Gomlu støð í Lamba, har ferðaleiðarin greiðir frá søguni um Norsku Løvu. Síðani gongur leiðin yvir á Glyvradal og harfrá verður gingið fram við Dalánni og Glyvragjógv til Glyvrar, har okkurt gott verður til matna í Forna.
Ferðaleiðarar verða Magnus Rasmussen og Rasmus Glyvradal
Tilmelding hjá kunningarstovuni innan 02. nov. Á telefon 417060
30-10-2007 |  |
|
|
| www.nsi.fo: NSÍ bjóðar til veitslu eftir dystin leygardagin | mikudagur, 24. oktober 2007
Marnar Pattinson
Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygardagin, bjóðar NSÍ til veitslu kl. 18.00 leygarkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík
Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygardagin, bjóðar NSÍ til veitslu kl. 18.00 leygarkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík. Har verður smyrjibreyð, kaffi, te og køkur at fáa. Møguleiki verður eisini at keypa drykkivørur.
Á skránni verður felagssangur o.a. undirhald. Tann árliga uppboðssølan av leikarablusum verður eisini, har til ber at ogna sær eina blusu hjá onkrum av hetjum okkara á gull-liðnum. Viðmerkjast skal, at privatfólk mugu gjalda kontant, ímeðan fyritøkur kunnu keypa uppá rokning.
Av tí at høllin skal nýtast til Faroe Expo dagin eftir, endar veitslan í høllini kl. 24.00, men heldur fram í Støkk-høllini, har góður dansur verður.
Øll eru vælkomin!
26-10-2007 |  |
|
|
| NSÍ ER FØROYAMEISTARI Í FORMULADEILDINI | Sannur fótbóltsfepur hevur herjað í sóknini seinstu tvær vikurnar. Endaliga kom dagurn har alt kundi avgerast. Lat tað verða sagt beinavegin - tað er avgjørt. NSÍ RUNAVÍK FC ER FØROYA BESTA LIÐ........
Les meira á www.nsi.fo
22-10-2007 |  |
|
|
| www.123.fo: Stór framsýning av 50 ára søguni hjá NSÍ | Sunnudagin 28. oktober kl. 16.00 letur upp ein sera spennandi framsýning um søguna hjá ítróttarfelagnum NSÍ í Heiðahúsinum í Saltangará.
Framsýningin er ein liður í teimum ymisku hátíðarhaldunum hjá felagnum, í samband við at NSÍ í ár hevur 50 ár á baki. Fyrireikararnir av framsýningini hildu tað verða sera væl hóskandi at leggja hesa áhugaverdu framsýningina í árligu mentunarvikuni hjá Runavíkar Kommunu, sum eisini fellur saman við stóru vinnustevnuni Faroexpo.
Framsýningin verður soleiðis í tíðarskeiðnum 28. oktober til og við 4. november, og kemur hon at verða opin allar dagarnar frá kl. 17.00 til 20.00, tó byrjar hon tann fyrsta dagin kl.16.00 við móttøku.
Í høvuðsheitum kemur at verða talan um eina fjølbroytta myndaframsýning, sum kemur at lýsa øll hesi fyrstu 50 árini hjá felagnum. Harafturat verður eisini ymiskt annað sera áhugavert at síggja, so sum gamlir búnar, brot úr gerðabøkum, v.m. Hvønn dag meðan framsýningin koyrir kemur hon eisini at fáa vitjan av gomlum sum ungum kendum NSÍ'arum
Fyrireikararnir hava longu megnað at fingið til vega heilt fitt av tilfari frá fólkinum á staðnum, men ynskja framhaldandi at útvega sær meira tilfar, so framsýningin kann gerast so góð og fullfíggjað sum tilber, og heita fyrireikararnir tí framvegis á tey sum liggja inni við áhugaverdum tilfari í samband við søguna hjá NSÍ, um at seta seg í samband við seg, og kann hetta gerast við at ringja á tlf. 223184 Tey sum eisini vita um okkurt, sum tey meta eigur at verða ein partur av hesi framsýningini, eru eisini væl komin at ringja.
Fyrireikararnir ivast onga løtu í at framsýningin av 50 ára søguni hjá NSÍ kemur at verða væl vitja, eins og teir heldur ikki ivast í, at tey sum vitja koma at fáa eitt gott upplivilsi. Framsýningin er ókeypis
Birgir Poulsen - birgir@123.fo 17-10-2007 |  |
|
|
| Portalurin: NSÍ longt samstarvið við Johan Nielsen | 28. sep 2007, 10:55
Í gjárkvøldið skrivaðu oddaliðið í Formuladeildini, NSÍ, og venjarin, Johan Nielsen, undir nýggjan sáttmála sum ger, at Jóhan aftur komandi ár skal venja besta liðið hjá NSÍ
Tað hevur gingið strúkandi hjá NSÍ í formuladeildini í fótbólti, og nú tað bert eru 12 stig eftir at spæla um, liggur NSÍ á fremsta plássi í formuladeildini. Tí eru útlitini sjálvsagt rættiliga góð, at vespurnar úr Runavík skulu tryggja sær fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins.
Í gjárkvøldið bleiv eisini greitt, at tað verður sami maður sum skal standa á odda fyri NSÍ komandi kappingarár. Tá longdi felagið nevniliga um sáttmálan við Johan Nielsen. Hetta veit heimasíðan hjá felagnum, www.nsi.fo, at siga.
- Øll kendu til dygdirnar hjá Johan Nielsen, áðrenn hann kom til NSÍ, og úrslitini í felagnm hava eisini talað fyri seg. Longu fyrsta árið hevur tað eydnast honum at fingið formulaliðið hjá okkum heilt fram í oddin, og tí var tað einki ivamál hjá okkum at leingja um sáttmálan, nú vit fingu møguleika til tess, sigur formaðurin í NSÍ, Dánial Petur Hansen.
Fyrr í vikuni megnaðu unglingarnir hjá NSÍ at vinna greipuna uttan at seta eitt tað einasta stig til í kappingini, og tí eru framtíðarútlitini hjá felagnum eisini sera góð.
- Sum sagt, so fegnast vit sjálvandi um, at Johan longu fyrsta árið sum venjari hevur fingið formulaliðið hjá felagnum at verða partur av oddastríðnum. Jóhan er tó eisini ein venjari, sum arbeiðir málrættað við sínum hópi yvir fleiri ár, og tí verður tað sjálvsagt spennandi at fylgja við menningini av okkara ungu leikarum, harav fleiri longu hava vunnið sær pláss á formulaliðnum, sigur Dánial Petur Hansen at enda.
© Teitur Joensen - Sosialurin
28-09-2007 |  |
|
|
| Vikublaðaðið: NSÍ føroyameistari í unglingadeildini | Terji Nielsen 26.09.2007 - 21:32
Unglingarnir hjá NSÍ tryggjaðu sær í kvøld føroyameistaraheitið í unglingadeildini í fótbólti 2007.
NSÍ spældi í kvøld finalu móti HB í Leirvík, og runavíkingarnir vunnu dystin 3-1. Hálvleiksstøðan var 0-0, men stutt inn í seinna hálvleik legði HB seg á odda 1-0. Men runavíkingar góvu ikki skarvin yvir og við trimum málum tryggjaðu teir sær FM-heitið í unglingadeildini í ár. Hjartaliga tillukku NSÍ!
Mynd: www.nsi.fo
27-09-2007 |  |
|
|
| Fólkaheilsurenningin 2007 | Skrá fyri Fólkaheilsurenningina leygardagin 15. september kl. 16.00
Kl. 14.00 – 16.00 – Luttakaranummar kann avheintast á rennistaðnum - og luttakararnir fáa hvør
sína t-shirt
Kl. 14.00 – 18.00 – Ráðgeving um fólkaheilsu.
Kl. 15.45 – 15.55 – Upphiting
Kl. 15.55 – 16.00 – Fólkaheilsurenningin 2007 verður sett
Kl. 16.00 – 17.00 – Ganga og renna
Kl. 16.30 – 17.30 – Allir luttakarar fáa frukt og leskandi drykkir
Kl. 18.00 Tiltakið endar
Fólkaheilsurenningin í Eysturoynni byrjar við Ítróttarhøllina í Runavík. Kostnaður 20 kr.
Fyrireikarnir eru:
Almanna- og heilsumálaráðið og Fyribyrgingarráðið
Føroya Shell, Tryggingarfelagið Føroyar, Suðuroyar Sparikassi, Apoteksverkið
Bragdið, Frælsi, Hvistan, Treysti og Roysnið
15-09-2007 |  |
|
|
| Gongutúrur Sunnudagin 26 aug. | Frá Eysturoyar gongufelag.
Gongutúrur verður í Góðadal sunnudagin 26. aug. Farið verður úr Fuglafirði (Fløtugerði - oman fyri fótbóltsvøllin) kl. 14..
Túrurin er eitt sindur tungur. Ferðaleiðari verður Ditlev Róin.
Eysturoyar gongufelag 23-08-2007 |  |
|
|
| Portalurin: Hoyvíkingur vann kappsiglingina | 20. aug 2007, 23:26
Egil Simonsen vann kappsiglingina á Skálafjørðinum sunnudagin við bátinum ”Hoyvíkingur”. 23 bátar tóku lut í kappsiglingini, sum nú hevur meira enn ein mansaldur á baki
Við einum fittum útsyningsloti løgdu 23 seglbátar til brots frá Flesjunum í kapping um at koma fyrstur á mál inni á Høgabóli.
Hetta er tann árliga kappsiglingin sum Lions Club Eysturoy hevur skipað fyri nú í meiri enn ein mannsaldur.
Bátarnir komu á mál í hesi raðfylgju:
Nr. Bátanavn Eigari/siglari
1 Hoyvíkingur Egil Simonsen, Hoyvík
2 Niels í Nesinum Alfred Gullbein, Tórshavn
3 Jomfrúgvin Símun Olsen, Vestmanna
4 Gjáarbáturin Dánjal J. Andreasen, Vestmanna
5 Thyra Svend Berg, Strendur
6 Svanur John Mikkelsen, Skála
7 Vinur Óli Mikkelsem, Tórshavn
8 Oddvør Dagfinn Jensen, Kollafjørð
9 Eyð Atli Leitisstein, Runavík
10 Kollsteinur Mikkjal Hansen, Hósvík
11 Malli Oddmar Joensen, Kollafjørð
12 Leivur Jón Nolsøe, Fuglafjørð
13 Drøvn Knud Bjørk, Argir
14 Luddi Karl Thomsen, Kollafjørð
15 Guðrið Atli Poulsen, Saltangará
16 Dúgvan Rodmund Nielsen, Glyvrar
17 Byrgishamar Joan Karl Joensen, Kollafjørð
18 Sildin Jónsvein Mikkelsen, Toftir
19 Jona Per Mikkelsen, Strendur
20 Falkurin Kári í Garði, Strendur
21 Miðgerð Arngrím Petersen, Kollafjørð
22 Ternan Kári Borgarklett, Hósvík
23 Jóan Pauli Johan Joensen, Kollafjørð
Tríggir teir fyrstu bátarnir fingu steyp til ognar, meðan vinnarin nr. 1 Hoyvíkingur harumframt fekk ferðasteypið.
© Eirikur Lindenskov - Sosialurin
21-08-2007 |  |
|
|
| Sparkivøllurin í Oyndarfirði tikin í brúk | Tað var Niclas Davidsen, nevndarlimur í FSF, sum handaði Runavíkar Kommunu Sparkivøllin.
Nógv fólk vóru til hátíðarhaldið, og sama dag skipaðu Oyndfirðingar fyri tiltakinum Summarhugni í bygdini.
Sparkivøllurin í Oyndarfirði liggur ovarliga í bygdini, og hann er eitt sindur størri enn standardstøddin. Girðingin kring vøllin hevur norska fyritøkan Scansis gjørt.
Kelda: FSF 14-08-2007 |  |
|
|
| Enn einferð teir báðir gulu! | Hvørki Eysturoyingur ella Heiðabáturin lótu nakran iva verða um hvørjir vóru bestir kappróðraárið 2007. Báðir bátarnir tryggjaðu sær FM heitini fyri 2 vikum síðani, á vestanstevnu, so nú vantaði bert Ólavsøku róðurin. Øllum kunnugt vunnu báðir bátar líka sannførandi ólavsøkuróðurin, sum undanfarnu róðrarnar. Við fullum stigatali tóku fegnir menn stoltir ímótið heiðursmerkjum og steypum. Vert er at nevna at hetta er einastu ferð í føroya søgu, at 10 mannafar og 8 mannafar úr sama felag hava vunnið allar fylgjandi róðrar í sama kappingarárið. So av sonnum kann sigast at hetta er ein av stóru stoltleikunum hjá Runavíkar kommunu. Ólavsøkuaftan vóru báðar manningarnar og nevnd felagsins við makum boðin til eina góða máltíð, í hugnaligum umhvørvið í Hornahúsinum í Tórshavn. 31-07-2007 |  |
|
|
| Sparkivøllurin í Funningsfirði liðugur | Sparkivøllurin í Funningsfirði er nú liðugur. Í kommununi eru frammanundan komnir vallir í Lamba, í Søldarfirði og í Oyndarfriði og teir verða nógv nýttir.
ÚF visti í vikuni hesi tíðindi um sparkivallir:
Sparkivøllir verða bygdir sum ongantíð áður. Við stuðli frá europeisku fótbóltssamgonguni UEFA hava kommunurnar kring landið skjótt bygt 40 nýggjar sparkivøllir í bert tvey ár. Kortini er sparkitørvurin ikki nøktaður. Fótbóltssamband Føroya hevur ikki megnað at gingið øllum umsøkjarum á møti.
Nógvar kommunur, sum ongantíð hava megnað at bygt fótbóltsvøllir, hava nú fingið ein sparkivøll. UEFA setti sær á 50 ára føðingardegnum fyri at menna fótbóltin hjá øllum limalondunum - millum annað í Føroyum. Og byrjað verður við børnunum.
Higartil eru 33 nýggir vøllir við at verða lidnir. Og til heystar verða síðstu sjey sparkivøllirnir bygdir. Tá hava Føroyar fingið knappar fimm millónir krónur í stuðli frá europeisku fótbóltssamgonguni. Restina av kostnaðinum rinda kommunurnar sjálvar.
03-07-2007 |  |
|
|
| Portalurin: NSÍ er steypavinnari | 27. jun 2007, 20:50
Unglingarnir hjá NSÍ hava í kvøld vunnið steypafinaluna ímóti KÍ 2-1
NSÍ er steypavinnari 2007 í unglingadeildini. Tað er greitt eftir finaluna, sum var í Leirvík í kvøld. NSÍ vann 2-1 á KÍ, eftir at tað í hálvleikinum stóð 1-1.
Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum, og Kristoffur Jacobsen javnaði fyri KÍ í 1. hálvleiki.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði miðvallarin hjá NSÍ Jann Martin Mortensen sigursmálið.
Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen handaðu fyri FSF steyp og gullkrónur til NSÍ og silvurkrónur til KÍ.
© Jóannes Hansen - Sosialurin
28-06-2007 |  |
|
|
| www.kapprodur.fo: Teir Gulu vinna og vinna | 28.06.2007 - 01:37
Teir Gulu bátarnir hjá kappróðrarfelagnum NSÌ, hava vunnið allar tríggjar róðrarnar hjá bæði áttamannaførinum og tíggjumannaførinum.
Um hesir bátar vera tiknir í ár er sjálvandi ilt at meta um, tí fýra stevnur eru eftir at rógva harav ein er undir 1000 metrar.
Men higartil hava teir GULU veri sannførandi, bæði Heiðabáturin og Eysturoyingurin, men hjá áttamannaførinum er munurin styttur ímillum teir fremstu bátarnir.
Á seinastu stevnu sum var Jóansøkan á Tvøroyri, var Argjabáturin 6 sek. frá Heiðabátinum, og Ørvur var 8 sek.,frá og Árnfirðingurin 10 sek., á Norðoyastevnu var Árnfirðingurin 29 sek., frá Heiðabátinum.
Hjá 10 mannaførinum er munurin eisini styttur frá Norðoyastevnu tá var munurin ímillum Eysturoying og Vestmenningin 20 sek., á Sundalagsstevnu var munurin 6 sek og á Jóansøku 7 sek.
Nú bíða vit øll spent til Varmakeldu sum verður í Fuglafirði um vikuskiftið.
28-06-2007 |  |
|
|
| Skráin til Eystanstevnuna | Fríggjakvøldið verða fleiri tiltøk í sambandi við Eystanstevnuna 2007. Alment verður stevnan sett leygardagin 16. juni kl. 14, og alt vikuskiftið verður hópin av tiltøkum innan mentan, undirhald og ítrótt. Skráin er viðfest.
12-06-2007 |  |
|
|
| Knassi.net: Fimleikur í Runavík | 30.04.2007 - 10:59
Úrslitini hjá kvinnunum frá amboðsfinalunum í hvørjum amboðið sær
Hjá Kvinnuunglingunum kappaðust tær á 3 amboðum og vóru 3 ymiskir vinnarar. Eydna Danielsen gjørdist FM vinnari 2007 á Lop yvir hest. Natasha Olsen gjørdist FM vinnari 2007 á bitanum. Birita Poulsen gjørist FM vinnari 2007 á gólvinum. Hjá kvinnunum kappaðust tær eisini á 3 amboðum og her var eisini talan um 3 ymiskar vinnarar. Elinborg T. Durhuus gjørdist FM vinnari 2007 á Lop yvir hest Sonja Joensen gjørdist FM vinnari 2007 á bitanum. Kristina Toftegaard gjørdist FM vinnari 2007 á gólvinum.
Fleiri úrslit síggjast á www.hf.fo
30-04-2007 |  |
|
|
| Portalurin: John Petersen verður nýggjur venjari hjá Skálamonnum | fríggjadagur, 20. april 2007 09.08 - Ítróttur
Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, John Petersen, skal venja Skála í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum. - Tað kennist væl at koma aftur til Skála sum venjari, tí eg hevði alla tíðina ætlað mær at komið aftur sum spælari, sigur John Petersen.
Nýggi Skála-venjarin sigur, at hansara fyrsta uppgáva verður at fáa tann vælkenda stríðsviljan og spæligleðina fram av nýggjum, sum hevur eyðkent Skála, umframt at spæla góðan fótbólt. - Nú havi eg ikki sæð Skála spælt í ár, men eg skilji á lagnun, at vantandi spæligleðin hevur verið ein trupulleiki, sigur hann.
John er skálamaður, 34 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum spælari, eisini á landsliðnum og uttanlands, og nú skal hann á fyrsta sinni royna seg sum høvuðsvenjari í fremstu mansdeildini. Kristmund Johannesen, sum hevur verið hjálparvenjari undir Dragan Kovacevic, heldur fram sum hjálparvenjari hjá John.
20-04-2007 |  |
|
|
| Flagdagshald | Flagdagshaldið verður á økinum sunnanfyri Býráðshúsið 25 apríl kl. 15.00.
Margretha Nónklett flytir fram røðu, Nes Sóknar Hornorkestur spælir og Skótarnir, Tjaldur, Nsí, Støkk, Nsí kappróðrafelagið, og Skála ítrottafelag ganga skrúgongu.
Til ber at keypa sær eina heita vaflu, kaffi og te frá skótunum, um veðrið verður tilvildar.
Skrúgongan fer frá Glyvra skúla kl. 14.30 Ítróttafólkini og Skótarnir verða biðin um at møta 14.15.
Runavíkar Býráð. 24-04-2007 |  |
|
|
| Fish Fair Kappingin 2007 hjá NSÍ | 04.04.2007 - 15:37
Frá www.arf.fo
Leygardagin 14. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á triðja sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.
Kappingin er nevnd Fish Fair Kappingin eftir høvuðsstuðlinum North Atlantic Fish Fair. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.
Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.
Vanliga hava allir rógvararnir verið vigaðir kappingardagin. Men hesa ferð er gjørt av, at vektfaktorurin bert verður nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við "vektjusteringsfaktorinum". Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.
Nýtt hesa ferð er eisini, at í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.
Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.kappnsi.in fo innan hóskvøldið 12. apríl kl. 24.00.
Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.
04-04-2007 |  |
|
|
| NSÍ og Skála fáa Áskoðarapláss | Fótbóltsfeløgini NSÍ og Skála fáa nýggj áskoðarapláss í næstum.
Áskoðaraplássini sum fótbóltsfeløgini NSÍ og Skála fáa,eru av sama slagi sum td Manchester United og Ullevalla Stadion í Oslo nýta.
Talan er um "klappstólar",sum halda væl ímóti vindi,veðri og sterkum sólarljósi.Stólarnir gera tað eisini rúmligari at ganga ímillum røðirnar.
Klappstólar verða mettir at vera teir best egnaðu sum áskoðarapláss, har sterk sól, vindur og nógv regn herjar.
Stólarnir verða lætnir í eyðkennislitunum hjá báðum feløgunum.
Stólarnir eru av merkinum Spectator Seating,og teljast ímillum mest seldu áskoðarapláss í Bretlandi og Skandinavia.
www.handil.fo 04-04-2007 |  |
|
|
| ÚF: Bert Klaksvík og Gøta ikki við í fótbóltshøllini í Skálabotni | týsdagur, 03. april 2007 17.28 - Ítróttur
Fótbóltshøllin í Skálabotni fær undirtøku frá øllum kommununum, uttan tveimum. Av teimum kommununum, sum eru bidnar, eru tað bert Klaksvíkar kommuna og Gøtu kommuna, sum ikki vilja stuðla høllini.
- Vit satsa heldur upp á ítróttaøkið í Gøtu, sigur Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu. - Tað loysir seg ikki hjá Klaksvíkar kommunu at stuðla fótbólshøllini, hevur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, áður sagt.
Fótbóltshøllin fer at kosta 55 til 60 miljónir at byggja, og kommununar partur verður níggju milliónir. Kommunurnar, sum stuðla verkætlanini eru: Sunda, Eiðis, Sjóvar, Runavíkar, Leirvíkar, Fuglafjarðar og Funnings kommuna.
04-04-2007 |  |
|
|
| NSÍ hátíðarheldur 50 ára stovningardag | NSÍ hátíðarheldur 50 ára stovningardag
Tann 24. mars 1957 varð ítróttarfelagið hjá NSÍ stovnað, og veður í hesum sambandi skipað fyri ymiskum tiltøkum á sjálvum 50 ára føðingardegum í morgin leygardagin tann 24. mars.
Byrjað verður longu um morgunin kl. 9.00 á fótbóltsvøllinum við Løkin, har fótbóltsdystir verða fyri tær yngru deildirnar. Dystirnar eru skipaðir sum steypadystir, har tey vinnandi liðini fáa steyp til ognar.
Telt verður sett um við vøllin í hesum sambandi, og fáa børnini pylsur og sodavatn. Tey vaksnu fáa kaffi og køkur.
Steðgur verður síðani í skránni meðan landsdysturin millum Føroyar og Ukraina verður leiktur á Svangaskarði.
Aftaná landsdystin verður móttøka í býráðssalinum í Runavík. Afturvið ábiti og tónleiki verður har ymiskt á skránni. Føðingardagsheilsanir koma at verða frambornar, nýggjur heiðurslimur kemur at verða útnevndur, nýggj heimasíða kemur at verða avdúkað og ymiskt annað áhugavert er á skránni.
Enda verður við føðingardagsdansi í støkkhøllini har Hjalti, Arni, Jákup, Kai og Signar koma at spæla til dans. Aðrar góðar gamlar NSÍ kempur koma ætlandi eisini at kryddra kvøldið.
Tað at NSÍ kann halda 50 ára føðingardag nú í morgin leygardagin kemur eisini at seta sín dám býin í aðrar mátar, og leggja fyrireikararnir dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini sum verða fyriskipað hendan dagin. 23-03-2007 |  |
|
|
| Vinnuvitan: Góð venjing gevur arbeiðshug | mikudagur 21. mars 2007
Fyri tey, ið arbeiða á skrivstovu og sita ein stóran part av degnum, er renning - ella jogging - sera góð venjing. Vektin fer niður, og dagliga arbeiðið gerst lættari, ljóðar niðurstøðan frá einum vandum rennara - Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka.
ÍTRIV - Edmund Jacobsen
»Á nei, sum tað er synd í hasum,« plaga vit dovnu at siga, tá ið vit síggja onkran joggara stríða seg fram ígjøgnum vind og regn. »Hasin angrar óivað, at hann í heila tikið fór út. Droymir seg uttan iva heima í heitu stovuni við kaffikoppi framman fyri sjónvarpstólinum,« ljóðar tað víðari í tonkunum.
- Soleiðis er tað als ikki. Regn og vindur er fínt, bara ein er í góðari venjing, ljóðar tað frá Janusi Petersen, forstjóra í Føroya Banka.
- Um tú ert í ringari venjing, so er vánaligt veður við til at oyðileggja motivatiónina. Er ein hinvegin í góðari venjing, so er regn og vindur bara ein eyka, kærkomin avbjóðing. Tað kenst gott at kunna bjóða náttúruni av, sigur Janus Petersen.
Orkar betri at arbeiða
Spyr ein Janus, hvussu leingi hann hevur runnið, so er svarið altíð! 47-ára gamli forstjórin hevur allar dagar lagt seg eftir at vera í góðari venjing, men viðgongur blankt, at nú um dagarnar eru ikki altíð stundir til teir langu túrarnar.
- Eg átti at runnið - eg haldi sjálvur, at eg vigi ov nógv. Man gerst so deiliga klænur av at renna. Samstundis er tað sera gott fyri heilsuna at venja. Onnur sum eg, ið hava arbeiði á skrivstovu, har ið ein situr ein stóran part av degnum, vita væl, at jú vánaligari venjing ein hevur, tess torførari gerst arbeiðsdagurin. Mín roynd er, at eg orki nógv betri at arbeiða, tá ið eg eri í góðari venjing, sigur Janus Petersen.
Les meira í pappírsútgávuni av Vinnuvitan hesa vikuna.
22-03-2007 |  |
|
|
| Fyrstuhjálparskeið í Runavík | Fyrstuhjálparskeið í Runavík
Leygardagin 31.mars skipar Faroe Dive fyri fyrstuhjálparskeiðið í Runavík. Skeiðið vendir sær til øll ið hava áhuga at læra at hjálp øðrum í neyðstøðum. Undirvíst verður, umframt vanliga fyrstuhjálp, eisini í brúki av hjartastartara, súrevni og ikki minst sálarligari fyrstuhjálp á einum skaðastaði.
Kostnaður 780kr. v/ undirvísingartilfari
Tilmelding á
tlf. 218929 ella 224224
email: faroedive@faroedive.fo 20-03-2007 |  |
|
|
| Hondbóltsfelagið Tjaldur skipar fyri Hondbólts skúla. | Tíðindaskriv frá Hondbóltsfelagnum Tjaldur
Hondbóltsfelagið Tjaldur ferð frá døgunum 2-4. apríl at skipa fyri einum spennandi og undirhaldandi hondbóltsskúla í høllini á Kambsdali, har byrja verður kl. 09.00 til 16.00 hvønn dag. Ætlanin er at hetta skal verða ein skúli fyri øll børn og ung, gentum og dreingjum í aldrinum 7-14 ár sum ikki hava roynt hondbólt fyrr eins og tað eisini er fyri leikarar í leika nú.
Tað verða tveir 2 danskir venjarar í koma at standa fyri skúlanum.
Kostnaðurin er kr. 300,- fyri hvønn. Íroknað er døgurði allar dagarnar, saft og saftdunkur, eisini fáa luttakararnir okkurt aftrat.
Tilmeldingarfreistin er 23. mars 07. Tað er avmarka tal av luttakarum.
Høvuðsstuðul er: Atlantic Airways
Eisini verður tiltakið stuðla Føroya Bjór 19-03-2007 |  |
|
|
| Árliga fimleika framsýningin hjá Støkk | Komandi vikuskiftið verður árliga fimleikaframsýningin hjá Støkk í ítróttarhøllini í Runavík. Leygardagin 17. mars byrjar framsýningin kl. 17.00 við teimum yngru liðunum, og sunnudagin 18. mars kl. 16.00 við teimum eldru liðunum. Framsýningarnar eru mettar at vara umleið 2 tímar báðar dagarnar.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. móðir og barn, børn 5-6 ár, vanligu liðini frá 1-10 flokk, kvinnur, reiðskapslið, estetisk kappingarlið og blandað lið við kvinnum og monnum. Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.
Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.
Atgongumerkjasølan byrjar 1 tíma áðrenn framsýningina. Kostnaðurin er 80 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.
Fimleikafelagið Støkk 14-03-2007 |  |
|
|
| Heilsurenning í Oyndarfirði leygardagin | Nú í vikuskiftinum verða heilsurenningar ymsa staðni kring landið.
Í Oyndarfirði skipar Oyndarfjarðar ítróttarfelag fyri heilsurenning leygardagin 3. september kl. 14.00.
Eins og til Flagdagsrenningina í Oyndarfirði verður frugt og vatn at fáa, tá komið verður á mál. Møtt verður í skúlagarðinum, og síðan verður runnið ella gingið Inn í Fjørð.
Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk til renningina.
|  |
|
|
|
|