Bátapláss

Tey ið ynskja bátateym í Funningsfirði, Oyndarfirði, Skálafirði, Skála, Søldarfirði, á Glyvrum og í Runavík biðjast venda sær til Runavíkar havn tlf. 447015 ella á teldupostinum port@runavik.fo
Eisini ber til at fylla á streymkortini hjá Visit Runavík, Heiðavegur 13, sum hevur opið gerandisdagar frá kl. 10-16.

Reglugerð fyri bátapláss við Runavíkar havn

Á býráðsfundinum 26/6-2013 samtykti býráðið at seta í gildi reglugerð fyri bátapláss við Runavíkar havn bæði á sjógvi og landi. Hesar reglugerðir komu í gildi 1. oktober 2013.