Vinnuligt burturkast

Vinnan skal venda sær til IRF, tlf. 41 42 43, fyri at sleppa av við vinnuburturkast.

Ruskplássini í Runavíkar kommunu eru bert fyri húsarhaldsburturkast frá borgarum búsitandi í kommununi.

Við størri arbeiði, so sum útbygging ella niðurtøka av bygningum kann avtala gerast við IRF um bingjur, lastir ella annan flutning.

Umráðandi er, at burturkastið er skilt rætt, fyri at IRF kann endurvinna mest møguligt og viðgera tað á rættan hátt. Tess betri burturkasti er skilt, tess bílligari er tað at sleppa av burturkasti.

Les meira um vinnuligt burturkast og galdandi prísir á www.irf.fo.