Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. juni 2007

1.
J. nr. 521 – 07/00242
Sp/f Byggiservice, Tórshavn søkir við skrivi df. 15/03-07 um loyvi at byggja eina høll til Timbursmiðjubygning á havnaøkinum á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild hevur brúkt uppskotið frá donsku arkitektunum sum grund undir uppskotinum og skal TD eisini gera vart við at í býarplaninum er øki lagt út sum D2-øki sum er til verkstøð til skip og bátar.
TD metir at tað skulu brúkast uml. 4.200 m3 av gróti sum merkt er við ljósabláum liti á tekningini df. 31/05-07.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við uppskotinum frá Tekn. deild.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild hevur gjørt uppskot til avtalu millum p/f Byggi Service og Runavíkar kommunu df. 06/06-2007 sum liggur í málinum.
-Havnanevndin hevur á fundi 19/06-2007 mælt til at góðkenna sáttmálauppskotið.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Havnarnevndini og at góðkenna sáttmálauppskotið.

2.
J. nr. 521 – 06/00927
Liðuggerð av bátahylinum í Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Sí viðløgdu kostnaðarmetan frá Tekn. deild við ískoyti fyri bátabrúgvarnar kr. 638.000,-
-Ein meiriluti í havnarnevndini hevur á fundi 18/06-2007 mælt til at taka málið við í eini komandi fíggjarætlan og ein minniluti mælir til at biðja um eykajáttan uppá kr. 638.000,- til arbeiðið.
Klæmint Østerø setir fram broytingaruppskot til at játta kr. 366.000,00 til at gera bátahylin lidnan uttan at gera bátaarmarnar.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt broytingaruppskotið frá Klæmint Østerø.

3.
J. nr. S 116c – 07/00476
Sp/f Skot, Tórshavn søkir í maili df. 15/06-07 um loyvi at broyta ásetingarnar fyri matr. nr. 116c frá D3-øki, sum er til fiskatilvirking, til at goyma fýrverkarí í.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD er í iva um tað er rætt at geva loyvi til goymslu av fýrverkaríð ella spreingitilfar niðri við eitt komandi havnaøki, slíkt verður aðrarastaðni goymt langt burtur frá húsum og virkjum, og er ein slík goymsla uppi á Hústoft í Lamba.
TD mælir frá at játta umsóknina.
-Havnanevndin hevur á fundi 19/06-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Havnarnevndini.

4.
J. nr. G 228a – 07/00482
Faroe Seafood søkir í skrivi df. 15/06-2007 um byggiloyvi til at leingja slógvskúrin á eystursíðuni á gamla Timburhandlinum 6 m móti norði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at játta byggiloyvi til slúgvskúrin við hesum treytum:

At Faroe Seafood útvegur neyðugu tekningar, støðumynd, plantekning og tvørskurð, áðrenn byggingin byrjar.
-Havnanevndin hevur á fundi 19/06-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Havnarnevndini.

5.
J. nr. 561 – 07/00333
Kostnaðarmeting av framhaldi av liðuggerð av Gulasteinsvegi og útvegan av parkeringsplássum í miðøkinum, frá st. 1680 og út til Mylnuvegin.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska nevnd hevur biðið um at fáa eitt uppskot um hvussu Gulsteinsvegur kann flytast móti vestri fyri at geva pláss fyri parkeringsplássum framvið ”Leikabúðini” í kjallarinum í gamla Teymavirkinum.
Fyri at fáa eitt hóskandi pláss til parkering, hevur TD flutt Gulasteinsveg 6 m móti vestri um st. 1800 sum so flatar út móti norði til st. 1730 og móti suðri til st. 1900.
Hetta førir við sær at sluppin Høganes má flytast burtur og bátabrúgvarnar umbyggjast.
Vit hava ikki roknað við at bátabrúgvarnar framanfyri gamla handilin hjá Olivar, skulu flytast, tær eru lættar at flyta um so skuldi verið.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/06-2007 mælt til at góðkenna ætlanina og at bjóða arbeiðið út.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

6.
J. nr. 561 – 07/00330
Sp/f VIST, Glyvrar bjóðar seg fram til at laða garð framvið Tjarnarvegi frá Nýggjavegi og norður til uml. húsini hjá Rúna Berg.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tilboðið er í tveimum:
Nr. 1 framvið Tjarnarvegi frá Nýggjavegi til uml. húsini hjá Rúna Berg
Nr. 2 partvís framvið Tjarnarvegi (bert har sum hægst er)
TD heldur tað fer at síggja løgi út, bert at laða har sum hægst er sum tilboð nr. 2.
TD mælir til at taka av tilboðnum nr. 1.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/06-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at gera garðin og biðja um tilboð uppá bæði laðing og betonggarð.

7.
J. nr. 132 – 07/00474
Leiga av hølum í sambandi við at næmingarnir í Runavíkar skúla skulu flyta úr skúlanum aftaná summarferiuna tá skúlin verður tikin niður og koyring av næmingum í hesum sambandi.
-Mentanarnevndin er á fundi 20/06-2007 kunnað um gongdina.
-Býráðið er á fundi 26/06 2007 kunnað um gongdina í málinum.

8.
J. nr. 502 – 07/00150
Broyting av IV Kapittul 1. gr. 3 stk. í Almennu Byggisamtyktini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt 13. mai 1997, hevur býráðið á fundi 22/02-2007 samtykt at gera broytingar í Almennu byggsamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Broytingin umfatar IV Kapittul 1. gr. 3. stk., sum ljóðar soleiðis:

3. Grundstykkir til vanlig sethús, ið standa fyri seg, mugu ikki verða út­stykkjað smærri enn 500 m², og grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. smærri enn 300 m² fyri hvørji sethús sær.

Skal broytast til:
3. Grundstykkir til vanlig sethús, ið standa fyri seg, mugu ikki verða út­stykkjað smærri enn 500 m², og grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. smærri enn 300 m² fyri hvørji sethús sær.
Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil

Tekn. deild mælir til at samtykkja broytingina endaliga.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/06-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

9.
J. nr. 352 – 07/00466
Fíggjarætlanin fyri 2007 fyri Dagstovnin í Skálafirði.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Dagstovnatilboðið í Skálafirði byrjaði 1. apríl við normering til 17 børn.
Rakstrarmeting 2007 17 børn
Lønir: 1.135.000 kr.
Annar rakstur: 355.000 kr.
Ìalt: 1.490.000 kr.

Foreldragjald 398.000 kr.
Fíggjarætlan netto 1.092.000 kr.
Ætlanin er at normera stovnin til 24 børn frá ½ august

Rakstrarmeting 2007 24 børn
Lønir: 1.268.000 kr.
Annar rakstur: 398.000 kr.
Ìalt: 1.666.000 kr.

Foreldragjald 451.000 kr.
Fíggjarætlan netto 1.215.000 kr.
Avsett er 1.000.000 kr. til øking av barnaansingini. Av hesum er ein partur á uml. 100.000 kr. nýttar til barnaansing í øðrum kommunum
Á kontuni “Øking av barnaansingini” verður tí væntandi ein yvirnýtsla á góðar 300.000 kr.
-Sosiala nevnd er á fundi 19/06-2007 kunnað um rakstrarmetingina.
Umbøn um eykajáttan verður løgd fyri fíggjarnevndina seinni í ár.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2007 tikið málið av skránni

10.
J. nr. 330 – 06/00711
Ítrivsvegleiðari til Eldrasambýlið á Skála –umbøn um eykajáttan 2007
Ummæli frá Sosialu Deild:
Kostnaður ítrivsvegleiðari 24 tímar um vikuna:
Løn 178.000
Koyring av búfólkið: 6.000
Umbøn um meirjáttan: 186.000
Landið hevur í 2 ár stuðlað ítrivsvirkseminum á eldrasambýlinum á Skála. Ítrivsleiðarin er sagdur úr starvi til 01.07.07. Nógv mótmæli eru komin um hesa uppsøgn, bæði frá starvsfólkum og avvarðandi, sum hava sent Almanna- & heilsumálaráðnum eina kæru.
-Sosiala Nevnd hevur viðgjørt málið á fundi 19/06-2007 og ynskir ikki at ítrivstilboðið fer fyri bakka og hevur tí tikið avgerð at søkja eykajáttan til ítrivsvegleiðarastarvið.
Nevndin staðfestir samstundis at landsmyndugleikin eigur fíggjarligu ábyrgdina av einum slíkum tilboði og at tað skal streingjast á fyri at fáa myndugleikan at viðurkenna fíggjarligu ábyrgdina sum skjótast og í seinasta lagi við fíggjarlóg landsins fyri komandi ár.
Sosiala nevnd mælir fíggjarnevndini til at veita eina eykajáttan á 186.000 kr til endamálið.
-Fíggjarnevndin er á fundi 20.06.07 kunnað um tilráðingina frá Sosialu nevnd.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

11.
J. nr. 255 – 07/00454
Góðkenning av roknskapinum hjá Bygdasavninum Forni fyri 2006.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.06.07 samtykt at góðkenna roknskapin hjá Forna.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

12.
J. nr. 134 – 07/00465
Laboratoriutænastan í Heilsumiðstøðini – skriv frá Sverra Lamhauge, kommunulækna við áheitan um at víðka um laboratoriu-tænastuna.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sverri Lamhauge mælir til at komunurnar umhugs at yvirtaka labratoriutænastuna í Eysturoy, tí hon so oftani verður skerd, vegna frítíð, sparingar og líknandi. Hetta gevur vánaliga tænastu og er serliga til ampa fyri tey ið hava regluligan tørv á at taka blóðroyndir.
Sosiala deild metir ikki at tað er ein kommunal uppgáva at skipa fyri laboratoriutænastu, men Sosiala deild kann taka málið upp við avvarðandi myndugleika, sum er Landssjúkrahúsið.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 19/06-2007 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
- Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka upp samráðingar við AHR um at betra um tænastuna og samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

13.
J. nr. 046 – 07/00486
Uppnormering av størvum á kommunuskrivstovuni.
Arbeiðstrýstið í umsitingin er sera stórt, og tí verður mett, at neyðugt er at umskipa arbeiðsbýtið og seta eitt fólk afturat.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.06.07 mælt til, at søkt verður eftir einum fólki afturat til umsitingina at byrja eftir summarfrítíðina, og at biðið verður um eykajáttan til hetta.
- Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

14.
J. nr. 103 – 07/00485
Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2006.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.06.07 mælt til at góðkenna roknskapin.
- Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at góðkenna roknskapin fyri 2006.

16.
J.nr. 132 – 06/00782
Leyst innbúgv til Runavíkar skúla
Ummæli frá Teknisku deild:
Mælt verður til at játta upp til 2,2 mill íroknað mvg. til keypið.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at játta kr. 2,2 mill til keypið.

17.
J. nr. 046 – 07/00501
Rannvá Troest søkir um farloyvi frá starvinum sum kunningarleiðari á Kunningarstovuni í Runavík í 1 ár.
-Býráðið hevur á fundi 26/06 2007 samtykt at játta umsóknina.