-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við sáttmálauppskotinum sum hevur við sær, at Funnings kommuna og Runavíkar Kommuna leggja saman frá 1. januar 2009 at rokna.

">

Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. juni 2008

1.
J. nr. 103 – 08/00246
Roknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2007.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19/06-2008 mælt til at góðkenna roknskapin.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at góðkenna roknskapin fyri 2008.

2.
J. nr. 102 – 08/00254
2 viðgerð av eykajáttan til rakstur av Frítíðarskúla og Barnaansing í Rituvíkar skúla.
-Býráðið hevur á fundi 29/05-2008 samtykt við 1. viðgerð at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild 29/05-08 um at veita eina eykajáttan uppá kr. 634.000,00 til rakstur av Frítíðarskúla og Barnaansing í Rituvíkar skúla.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt við 2. viðgerð eina eykajáttan uppá kr. 634.000,00 til rakstur av Frítíðarskúla og Barnaansing í Rituvíkar skúla.

3.
J. nr. 132 – 08/00268
2. viðgerð av eykajáttan til ístandsetan av Rituvíkar skúla til frítíðaransing.
-Býráðið hevur á fundi 29/05-2008 samtykt við 1. viðgerð at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild um at veita eina eykajáttan uppá kr. 630.000,00 til ístandsetan og umbygging av Rituvíkar skúla til barnaansing.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt við 2. viðgerð eina eykajáttan uppá kr. 630.000,00 til ístandsetan og umbygging av Rituvíkar skúla til barnaansing.

4.
J. nr. 502 – 08/00206
Karina og Svend Højgaard , Keypmannahavn biðja í skrivi df. 09/04-08 um at fáa býarplanin á Skála broyttan á matr. nr. 34a – 82 – 88a – 91a og matr. nr. 141a við Gjógvará frá F1-øki til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
F1-øki er lagt báðumegin Gjógvará fyri at forða fyri, at byggingin ikki kemur ov nær ánni. Friðingarlógin ásetur at eingin bygging skal komma nærri eini á enn 300 m um áin er meira enn 3m breið í botninum.
Gjógvará er breiðari enn 3m í botninum framvið økinum sum søkt er um.
Tekn. deild mælir til at taka umsóknina upp undir endurskoðan av býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
Skoytast skal uppí, at TD mælir frá at ganga umsóknini á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2008 mælt frá at ganga umsøknini á møti vegna atlit til náttúru vøkru Gjógvará.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 512 – 08/00058
Sp/f Smíðlist søkir við skrivi df. 29/01-08 við 2 uppskotum merkt uppskot 1 og uppskot 2 df. 23/01-08 um loyvi at keypa eitt uml. 2.900 m2 stórt grundstykki á ídnaðarøkinum á Rituvíks-hálsi til teirra virksemi og at leiga út til aðrar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Fleiri umsøkjarar hava verið á stykkinum eystanfyri vegin, men er hetta ikki blivu aktuelt.
TD mælir til at taka upp samráðingar við Sp/f Smíðlist um norðara stykki sum er uml. 3.020 m2
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/04-2008 mælt til selja Sp/f Smíðlist øki uppá umleið 3.020 m2 á ídnaðarøkinum á Hálsi
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 255 – 08/00288
Ársroknskapurin hjá Bygdasavninum Forna fyri 2007.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19/06-2008 mælt til at góðkenna roknskapin.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

7.
J. nr. 606 – 06/00311
Politiið í Føroyum hevur við skrivi df. 16/06-2008 sent umsókn um Matstovuloyvi og dansiloyvi frá Café 67, til kommununa til ummælis.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19. juni 2008 mett, at verandi virksemi kann halda fram. Í smb. við umsóknina um dans verður mælt til at Tekn. deild kannar umstøðurnar viðvíkjandi trygd
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

8.
J. nr. 560 - 08/00305
Kunning um útbjóðing av vegagerð til nýggju moldgoymsluna yviri í Skoragili.
-Býráðið er á fundi 26/06-2008 kunnað um málið.

9.
J. nr. 571 – 06/00617
Kunning um uppskot/projekt til nýtt ruskpláss á Lambareiði.
-Býráðið er á fundi 26/06-2008 kunnað um málið.

10.
J. nr. 032 – 03/00360
Uppskot til sáttmála um sjálvbodna samanlegging av Funnings kommunu og Runavíkar Kommunu við tilhoyrandi fylgiskjali 1, nevnt "Fyriskipan viðvíkjandi samstarvi og samanlegging millum Funnings kommunu og Runavíkar kommunu".
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2008 samtykt at taka undir við sáttmálauppskotinum sum hevur við sær, at Funnings kommuna og Runavíkar Kommuna leggja saman frá 1. januar 2009 at rokna.