Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 07. juli 2010 - kl. 17:00

1.
J. nr. OY 229 –10/00230
Marine Harvest, Hellurnar søkir við skrivi df. 06/05-2010 loyvi at seta eina flytiliga blóðgistøð upp sunnan fyri tyrvingarplássið hjá IRF í Oyndarfirði og til gerð av vegi til økið.
Ummæli frá Teknisku deild:
Umsóknin varð send Landsverk, Umhvørvisstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Arbeiðs-eftirlitinum og Búnaðarstovuni til ummælis.
Landsverk, Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava svarað játtandi. Enn mangla Búnaðarstovan og Arbeiðseftirlitið. Arbeiðseftirlitið plagar ikki at kannað málið fyrr enn anleggið er uppsett.
Búnaðarstovan hevur 10/06-10 sent kommununi málið til ummælis.
Tekn. deild mælir til at játta treytað av, at Búnaðarstovan játtar umsóknini.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 15/06-2010 samtykt at geva loyvi til vegagerðina, treytað av, at øll onnur neyðug loyvir verða givin.
-Oyndarfjarðarnevndin hevur á fundi 05/07-2010 tikið undir við at loyvi verður givið, treytað av, at allir neyðugir stovnar eisini játta loyvi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknina við teirri treyt, at Friðingarnevndin fyri Eysturoya Sýslu og Yvirfriðingarnevndin geva síni viðmæli.

2.
J. nr. T 93d – 10/00261 og 01/00212
Andrias Lamhauge og Jákup M. Kjeld søkja fyri Sp/f Rókin um loyvi at keypa bygningin á matr. nr. 93d sum stendur á leigugrund til goymslu og fyrisiting hjá RTS, MPC og Green Marine, sum framleiðir lutir í smb. við alivinnu, skipaumvæling og kavaravirki.

Ummæli frá Teknisku deild:
Í býarplaninum liggur matr. nr. 93d á D2-øki, tað er øki til vinnuvirki í samband við sjóvinnu.
Ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri økið:
Økið D2
a.) Økið verður nýtt til havnarlag og virksemi, ið beinleiðis hava samband við sjóvinnu so sum maskinverkstað og bygging til báta- og skipabygging.
b.) Størsta loyvda nýtingarstig er 0,6.

RTS og MPC hava broytt teirra virksemi í mun til skrivið dagf. teirra 20/05-10, soleiðis at maskinverkstaðurin er tikin burtur úr, og skulu teir hava skrivstovur og møguliga goymslur í bygninginum saman við Green Marine.
Í skrivi df. 23/06-10 verður virksemið hjá Green Marine lýst væl, og er virksemi knýtt at skipum, bátum og sjóvinnu.
TD mælir til at geva Sp/f RÓKINI loyvi at keypa bygningin til virksemið hjá Green Marine.
Eisini mælir TD til, at RTS og MPC fáa loyvi til at hava skrivstovur og goymslu inni hjá Green Marine.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini hjá Teknisku deild.
-Vinnu- og havnarnevndin á fundi 06/06-2010: Meirilutin í nevndini mælir frá at játta umsóknina.
Minnilutin mælir til at játta umsóknina.

3.
J. nr. 243 – 08/00490
Sparkivøllur í Æðuvík.
Skriv við 49 undirskriftum er handað kommununi frá bygdafólkinum í Æðuvík í samband við, at tey ynskja at sparkivøllurin verður størri enn standard vøllurin sum ætlanin er at leggja í bygdini.
Tey vísa á, at tey eru sinnað at gera arbeiðið ókeypis og ynskja eisini, at virðislønin fyri reinastu bygd verður brúkt til endamálið.
- Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/06-2010 samtykt at halda fast við viðtøkuna frá 16. Sept. 2009.
-Býráðið hevur á fundi 24/06-2010 samtykt at útseta málið til komandi fund og at borgarstjórin og formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini taka upp fund við umboð fyri bygdafólkið um málið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevði fund við umboð fyri bygdarfólkið í Æðuvík.
Bygdarfólkið ynskir heldur at bíða til næsta ár at fáa ein størri sparkivøll, heldur enn at fáa ein standardvøll nú.

4.
J. nr. 105 – 2010/00289
Frískúlin Keldan søkir um fíggjarligan stuðul til forskúla og frítíðarstovu
Ummæli frá Sosialu deild:
Forskúlaflokkurin kemur at hava 18 tímar um vikuna og fyrsti flokkur 24 tímar. Frítíðarskúli verður aftaná skúlatíð og verður opin til kl. 17.
Fyri skúlaárið 2010/2011 verður søkt um stuðul til 60% av lønarútreiðslur til námsfrøðiliga partin av tilboðnum frá avvarðandi kommunum.
Forskúla ið er regulerað/góðkent eftir frískúlalógini og frítíðartilboð, ið verður góðkent eftir dagstovnalógini
Tað fyriliggur í løtuni eingin góðkenning av forskúlatilboðnum frá Mentamálaráðnum, ið umsitur frískúlalógina.
Sosiala deild mælir til at játta fíggjarligan stuðul til frítíðarstovu, men mælir frá at játta fíggjarligan stuðul til forskúlatilboð fyrr enn ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er regulerða sambært galdandi lóggávu.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 01/07-2010 tikið undir við tilmælinum um at játta fíggjarligan stuðul uppá 85% av kommunalu útreiðslunum til frítíðarskúlatilboðið. Fyri tað ið eftir er av fíggjarárinum 2010 er talan um 57.000 kr.
Sosiala nevnd tekur undir við, at Mentamálaráðið má taka avgerð um og gera reglugerð fyri forskúlatilboð áðrenn kommunan kann taka støðu til umsóknina um fíggjarligan stuðul til forskúlatilboðið.

5.
J. nr. 032 – 10/00363
Val av tveimum umboðum í arbeiðsbólk at kanna møguleikan fyri samanlegging / samstarv av kommununum kring Skálafjørðin.