Býráðsfundur

Vís fleiri
Eyka býráðsfundur - 09. juli 2014 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
14/00312: Umsókn um byggiloyvi til virkisbygning hjá Bakkafrost.
Teknistovan søkir um byggilovyi fyri Bakkafrost til nýggjan virkis- og umsitingarbygning á kaiøkinum inni á Bakka á Glyvrum.
Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi vísandi til arbeiðsskjal og treytir dagf. 1. juli 2014.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 3. juli mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknsiku deild.
-Býráðið hevur á fundi 09/07-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.