Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. september 2017 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Ikki møtt:​ Helgi Lamhauge Petersen

100/17: Møgulig broyting av býarplani og byggisamtykt á Skála.
Í samband við ætlanini hjá P/F Mest at inniloka dokkini á Skála, verður neyðugt at broyta ásetingarnar fyri D22 øki á Skála, um umsóknin skal kunna játtast.
Uppskotið til broyting av byggisamtyktini fyri Skála hevur ligið frammi til alment eftirlit. Freistin at koma við mótmælum ella broytingaruppskotum um serstøku byggisamtyktina fyri Skála var 18. juli 2017.
Kommunan hevur móttikið 2 mótmæli, eitt við 129 undirskriftum og eitt við 2 undirskriftum.
Á fundinum 21. august samtykti byggi- og býarskipanarnevndi, at nevndin vildi hava grundgevingar fyri hví neyðugt er við eini 40m høgari høll.
Mest hevur nú sent eina lýsing av hæddini av ymiskum skipum og hvat fríhæddin er í mun til eina høll sum er 40,7 m høg.
Tekniska deild mælir til at taka støðu til, um serstaka byggisamtyktin skal góðkennast ella um ætlanin skal endurskoðast.
-Byggi- og býarskipanarnevndin á fundi 18/9-2017: Meirilutin í nevndini mælir til at taka undir við uppskotinum til serstaka byggisamtykt og at málið, saman við mótmalisskrivunum frá borgarum á Skála, verður sent Heilsu- og innlendismálaráðnum til viðgerðar.
Minnilutin í nevndini tekur ikki undir við uppskotinum til serstaka byggisamtykt vísandi til, at hann metir ikki, at P/F Mest er komið við øllum visualiseringum sum Býarskipanarnevnd Landsins vísti á og heldur ikki støðumynd frá Akkersvík og skúlanum á Skála, sum varð samtykt á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini 18/4-2017.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 18/9-2017 mælt til, at málið verður lagt fyri býráðið til støðutakan.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt, við 8 atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari atkvøðu, at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini.

101/17: Umsókn um vinnugrundstykki í Oyndarfirði.
Høgni Hansen, Oyndarfjørður søkir um loyvi at keypa grundstykki matr. nr. 118c í Oyndarfirði til at seta eina høll á til vinnuligt virksemi.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini, men at grundstykkið verður leigað og ikki selt.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

102/17: Umsókn um loyvi at avhegna part av havnarøkinum í Oyndarfirði.
Marine Harvest søkir um loyvi at leingja hegnið á bryggjuni í Oyndarfirði við 20m fyri at lúka smittuvandakrøvini.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

103/17: Grótlaging norðan fyri virkið hjá Bakkafrost.
Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at grótlagingin á Bakka verður gjørd í ár og fíggjað burtur av játtanini, sum er avsett til lendingina á Kráargili.
Mælt verður eisini til, at avseta pening á játtanini fyri 2018 til umvæling av brimskaðan á lendingina á Kráargili soleiðis, at skaðin kann verða umvældur á sumri í 2018.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka at gera grótlagingina á Bakka og fíggjað arbeiðið burtur av játtanini, sum er avsett til lendingina á Kráargili í 2017.

104/17: Útvegan av vinnugrundstykkjum í kommununi.
Kommunan hevur fingið fleiri fyrispurningar um vinnustykkið, sum kommunan eigur eftir á Rituvíkshálsi. Tekniska deild mælir til, at farið verður undir at fyrireika fleiri grundstykkir á Rituvíkshálsi og at peningur verður játtaður til at leingja Skoragøtu og gera klárt til fleiri vinnugrundstykkir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

105/17: Viðgerð av byggiloyvum til smærri byggingar.
Í nýggju byggireglugerðini BR17 eru ásetingar um, at bygging ikki kann fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala myndugleikanum. Men tað er eisini ásett, at kommunurnar kunnu gera reglur fyri smærri byggingar, umbygging, afturatbygging og umvæling, soleiðis, at hesi IKKI krevja byggiloyvi, um bygt verður eftir reglunum.
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til hvørjar smærri byggingar ikki skulu krevja byggiloyvi s.s. úthús, drívhús, hjallar v.m. upp til 10 m2, tó skulu allar smærri byggingar, sum ikki krevja byggiloyvi, fráboðast kommununi frammanundan.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild til bygging av smærri bygningum v.m.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

106/17: Byggiloyvi til at byggja afturat verkstaðsbygning á Lambareiði.
BBR Service søkir um loyvi at byggja 315 m2 afturat verkstaðsbygningi teirra á Lambareiði.
Verkstaðið liggur í D7-øki, ætlað til m.a. vinnuvirkir og svarar umsóknin til ásetingarnar í byggisamtyktini fyri økið. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

107/17: Sparkivøllur í Skálafirði.
Byggiráð søkir, vegna Samkomuna Kelduna í Skálafirði, um byggiloyvi til ein 13x20 m stóran sparkivøll vestan fyri samkomuhúsið/skúlan í Skálafirði.
Økið, ætlanin er at leggja sparkivøllin, er í býarplaninum útlagt til C26 -øki og kann brúkast til at byggja sparkivøllin á.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

108/17: Umsókn um loyvi at keypa matr. nr. 35a í Lamba.
Umsókn um loyvi at keypa matr. nr. 35a til bygging av sethúsum og fjós og at byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at sethús eisini kunnu byggjast á stykkið.
Matr. nr. 35a er 1.734 m2 til støddar, harav uml. 400m2 liggja í B10-sethúsaøki og restin í E1 innangarðs til landbúnaðarendamál.
Í býarplaninum ber til at byggja eini hús á B10-økinum á ognini, men á E1-økinum er bert loyvt til at byggja úthús á í mesta lagi 20m2
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini um broyting av býarplaninum á møti til tess at loyvi bygging av sethúsi og stalli á matr. nr. 35 í Lamba.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

109/17: Broyting av byggisamtyktini í Rituvík soleiðis, at sethús kunnu byggjast á matr. nr. 190.
Uppskotið til broyting av byggisamtyktini fyri Rituvík hevur ligið frammi til alment eftirlit.
Ein klaga kom inn, hóast hon kom ov seint, so biður Býarskipanarnevnd landsins kommununa um at taka hana upp til viðgerðar.
Økið talan er um, liggur í býarplaninum sum E1 búnaðarøki, sum søkt er um at broyta til B27 bústaðarøki. Ein grund til at hetta økið ikki varð lagt út til byggilendi, tá ið býarplanurin fyri Rituvík var gjørdur er, at tann nýggi vegurin til Rituvíkar møguliga skuldi ganga gjøgnum hetta økið. Vegurin til Rituvíkar endaði við at verða bundin í Rituvíkarveg uml. 50m longur suðuri og tí er ikki brúk fyri hesum økinum til vegíbindingina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at taka klaguna til býarplansbroytingina til eftirtektar.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

110/17: FSF kunnar um stuðul til ljós við leikvallirnar.
FSF hevur boðað frá, at til kappingarárið 2018 verður tað eitt krav til leikvøllirnar í EFFO-deildini, at miðal ljósstyrkin á vøllunum er 350 lux.
Kostnaðurin av uppstigan av einum vølli er uml. 1,3 mió. kr. og UEFA letur, umvegis FSF, ein stuðul á 400 t kr. pr. vøll.
-Mentanarnevndin mælir til, at Mentanardeildin arbeiðir víðari við málinum.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 kunnað um málið.

111/17: Fíggjarætlanin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fyri 2018.
Í uppskotinum til fíggjarætlan hækkar gjaldið við 100 kr, úr 1295 til 1305 pr. íbúgva.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri SKS fyri 2018.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjararnevndini.

112/17: 2 viðgerð av eykajáttan til keyp av bygningi á Skála til Skálafjarðar Sløkkilið.
Hølisumstøðurnar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði eru sera trongligar og hevur SKS møguleika at keypa ein bygning á Skála til virksemi hjá Sløkkiliðnum.
-Parturin hjá Runavíkar kommunu í hesum er 1.560.000 kr og mælir fíggjarnevndin til at veita eykajáttan til keypið og at eykajáttanin verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt, við 1 viðgerð, at veita eykajáttan áljóðandi 1.560.000 kr til keyp av bygningi á Skála til Skálafjarðar Sløkkilið.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt, við 2 viðgerð, at veita eykajáttan áljóðandi 1.560.000 kr til keyp av bygningi á Skála til Skálafjarðar Sløkkilið.

113/17: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2018.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016 fyri Runavíkar kommunu.
Á fundi 31/8-2017 ásetti býráðið fíggjarkarmin at verða:

Inntøkur:
Persónsskattur​​            150
Felagsskattur​ ​               20
Eftirlønarskattur​ ​        32
Útreiðslur:
Fíggjarkostnaðir​ ​         15
Rakstur                       ​​​147
Íløgur​​ ​                           40

Eftir fyrstu viðgerð í nevndunum eru samlaðu uppskotini til rakstur 3,1 mió. kr. hægri enn samtykti fíggjarkarmurin.
-Fíggjarnevndin heitir á nevndirnar um at tillaga raksturin til 2. viðgerð av fíggjarætlanin, so at hann liggur innanfyri samtykta fíggjarkarmin.
-Býráðið hevur á fundi 28/9-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjararnevndini.