Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. november 2020 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

 

128/20: Fíggjarætlanin fyri 2021 - Fíggjarkarmrin

129/20:  2. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2021

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2020 til 236 mió. kr. í mun til 228 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 3/9-2020.

Mælt verður til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2021, sum javnvigar við 236 mió. kr.

Persóns-, partafelagsskattir                                       198 mió. kr.

Eftirlønarskattur og og DIS/FAS                               38 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur                                                                         167,7 mió. kr.

Íløgur                                                                              56,5 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5                  5,0 mió. kr.

Avlop           (avdráttir)                                                  6,8 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, uppskotið til fíggjarætlan fyri 2021 við einum skattaprosenti sum er 21,5% (sum er ein lækking við ¼ prosenti) og óbroyttum barnafrádrátti, sum er 8.000 kr.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt, við 2. Viðgerð, uppskotið til fíggjarætlan fyri 2021.

 

130/20:  2. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum fyri 2020

Talan er samlað um 11,5 mió. kr. av útreiðsluneutralum flytingum millum hesum rakstrarstøðum: Útstykkingin í Leitinum 7,5 mió., Høgabólsbryggjan 1,5 mió. og 2,5 Søldarfjarðar havn (grótflutningur), sum verður flutt frá óbrúktum játtanum: Bygningurin (við Heiðaveg 13) 0,5 mió., Bygningar 0,5 mió., Vetrarfriðing 0,7 mió., Vatnverk 2,5 mió., Grøn orka 0,4 mió., Spillivatn 2,3 mió. Vegir 0,6 mió., Runavíkar havn 1,5 mió. (íløga) og Søldarfj. Havn 2,5 mió.

-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 11,5 mió. millum konti av omanfyri nevndu játtanum, sum útreiðsluneutralar eykajáttanir.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

 

31/20:  2. viðgerð av eykajáttan til Eldrasamtakið Roðan fyri 2020

Roðin hevur boðað frá, at meirútreiðslan í 2020 væntandi verður 1. mió. meira enn mett, tá fíggjarætlanin fyri 2020 varð samtykt. Meirjáttanin kemur av fólkatalsregulering (bólkurin 67+) 700 tkr. og 300 tkr. orsaka av meirútreiðslum vegna korona.

-Trivnaðarnevndin og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan til Roðan uppá 761 tkr., sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 2611-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini.

 

132/20: 2. viðgerð av eykajáttan til Vatnveiting og kavagrevstur

Meirútreiðslur hava verið til vatnveiting og kavagrevstur í mun til avsettu upphæddina á fíggjarætlanini, m.a. var neyðugt við munandi umlegging av vatnveitingini til útstykkingina á Hórheiðum, sum ikki vóru innroknaðar í tilboðið. Hendan upphædd var 1 mió. kr.

Mælt verður til at veita eykajáttan kr. 1.300 tkr. til RS 650 og 674.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan 1. mió kr. til vatnveiting RS 650 Vatnverk og 300 tkr. til RS 674 Kavagrevstur og at upphæddin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.

 

133/20: 2. viðgerð av eykajáttan til Renovatión

Tekniska deild metir, at meirútreiðslan til RS 710 Renovatión væntandi verður 1,2 mió. kr. meira enn avsett vegna nógv øktum rusknøgdum á ruskplássunum.

-Umhvørvisnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan uppá 1,2 mió. kr. til RS 710 Renovatión.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og Fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og Fíggjarnevndini.

 

134/20: 2. viðgerð av eykajáttan til útstykkingar í Saltangará og á Skála.

Tekniska deild metir, at meirútreiðslan av RS 635 útstykkingar verður 20 mió. kr. meira enn mett.

Talan er um útstykkingarnar Í Leitinum í Saltangará og á Hórheiðum á Skála.

-Fíggjarnevndin mælir til at fíggjað meirkostnaðin við útreiðsluneutralum flytingum (7,5 mió.) og úr gjaldførinum (12,5 mió.) kr.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

135/20: 2. viðgerð til regulering og asfaltering av havnarøki á Høgabóli

Í samband við leiguøki á havnalagnum er ein partur, uml. 2.000 m2 av økinum  ójavnt og ikki egnað at seta bingjur á. Havnarstjórin mælir til, at hetta arbeiðið verður gjørt beinanvegin, so økið kann brúkast optimalt. Arbeiðið er mett at kosta 800.000 kr.

-Vinnu og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at játta 800 tkr. til RS 751, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt við 1. vðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt við 2. vðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

136/20: 2. viðgerð til ráðgevaraavtalu um leingjan av bryggjuni á Bakka

Fyri at koma í gongd beinanvegin við fyrireikingunum, mælir Tekniska deild til, at geva umsitingini heimild at undirskriva sáttmála við Landsbyggifelagið um projektering av bryggjuni á Bakka og at játtað verður 900 tkr. í ár til arbeiðið.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum at játta 900 tkr. til RS 761 Bakkabryggjan, sum skal leingjast norðureftir. Játtanin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

137/20: Áheitan um ferðsluforðingar á Rituvíkarveg.

Borgari í Rituvík heitir á kommununa um at seta ferðsluforðing upp á Rituvíkarvegi tí bilarnir koyra ov skjótt og eru til ampa fyri trygdina.

Tekniska deild hevur í tíðarskeiðnum 9-18 sept. 2020 gjørt ferðsluteljing á vegastrekkinum sum vísir, at meðalferðin er 40km/t.  85% av bilinum koyra undir 49 km/t og 95% koyra undir 55,1 km/t. Max. ferð er máld kl. 06 á morgni til 82,3 km/t.

Tekniska deild metir ikki, at grundarlag er fyri at gera ferðsluforðingar vísandi til ferðsluteljingina, sum er gjørd á staðnum.

-Tekniska nevnd mælir frá at gera ferðsluforðingar.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at Beina málið aftur í Teknisku nevnd.

-Tekniska nevnd mælir frá at gera ferðsluforðing, tí mett verður ikki, at grundarlag er fyri tí á hesum vegastrekkinum vísandi til ferðmátingarnar.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt at beina málið í Ferðslunevndina.

 

138/20: TN-bygging søkir um loyvi at gera parkeringsøki

TN-bygging søkir um loyvi at gera parkeringsbásar sunnanfyri bygningin á matr. nr. 105 á Glyvrum til 6 parkeringsbásar.

Ummæli frá Teknisku deild:

Tað er ikki í tráð við ferðslutrygdarætlanina, at allir parkeringsbásarnir hava útkoyring út á Glyvraveg. Tekniska deild mælir til, at nýggja parkeringsøki verður broytt soleiðis, at tað verður ein 5m breið inn-/útkoyring til parkeringsøkið.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd.

-Tekniska nevnd hevur á fundi 18/11-2020 mælt frá at játta umsóknini sum hon fyriliggur, men mælir til eina loysn við einari 5m breiðari inn-/útkoyring til allar parkeringsbásarnar ístaðin.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt at Tekniska deild arbeiðir víðari við málinum út frá skitsu/tilráðing dagf. 16/11-2020 og samsvarandi ferðslutrygdarætlanini.

 

139/20 Stóru grundstykkini í nýggju útstykkingini í Leitinum, Saltangará

Ovast í útstykkingini eru 7 størri grundstykkir millum uml. 1.200 m2 og 1.800 m2 og liggja niðan ímóti brattlendinum  við einum høgum beni sum ger, at stykkini hóska seg best til høga bygging.

Umsitingin hevur gjørt uppskot til útboðstilfar til stóru grundstykkini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at umsitingin ger nakrar justeringar í útboðstilfarinum áðrenn býráðsfundin, so støða kann takast til útbjóðingartilfarið á býráðsfundinum.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt at at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini við teimum justeringum sum Tekniska deild hevur gjørt.

 

140/20 Umsókn um býarplansbroyting í Saltangará.

Eigarin av matr. nr. 252m Glyvra bygd heitir á kommununa um at broyta býarplanin fyri ein part av trøðni soleiðis, at hann kann frábýta 3 grundstykkir til sethús.

Ummæli frá Teknisku deild:

Tekniska deild hevur gjørt uppskot um, at øll trøðin matr. nr. 252m verður broytt frá E1-øki (landbúnaðarøki) til B3-bústaðarøki og at kommunan ognar sær eina 2,5m breiða ál framvið vegnum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at býarplanurin verður broyttur sambært  tilmælinum frá Teknisku deild.

 

141/20 Býarplansbroyting á Hórheiðum á Skála

Í samband við nýggju útstykkingina á Hórheiðum varð gjørd ein broyting í býarplaninum, sum tók støði í táverandi skipan av útstykkingini.

Nú útstykkingin hevur tikið endaligt skap, vísir tað seg, at nøkur at stykkjunum koma útum B21 bústaðarøkið og tí er neyðugt at gera nýggja broyting í býarplaninum fyri Skála.

Ummæli frá Teknisku deild:

Broytingarnar umfata, at uml. 1.370 m2 av matr. nr. 544h, 430 m2 av matr. 300m og 780 m2 av 545a verða broytt frá E1-øki til B21-øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta býarplanin samsvarandi uppskotinum frá Teknisku deild.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at býarplanurin verður broyttur sambært  tilmælinum frá Teknisku deild.

 

142/20: Áseting av býráðsfundum fyri 2021

Býráðið hevur á fundi 26/11-2020 samtykt at áseta hesar býráðsfundir fyri 2021:

28/1, 25/2, 25/3, 28/4 (í Skálafirði), 27/5 (í Æðuvík), 24/6, 2/9, 30/9, 4/11 og 25/11.