Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. januar 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimur: Katrin Absalonsen

Avboð: Petur Hansen

 

1/24: Umsókn um byggiloyvi í Elduvík

Søkt verður um byggiloyvi til eitt 60 m2 stórt hús á matr. nr. 57a í Elduvík, sum er 279 m2 til støddar.

Smb. Byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu stendur, ”Verandi grundstykkir smærri enn 300 m2 kunnu bara í serstøkum førum verða nýtt at byggja sethús á”. Tað er ikki møguligt at víðka um grundstykkið.

Húsið talan er um at byggja, er eitt lítið hús bygt í gamlan stíl og fellur væl inn í lendið.

Tekniska deild mælir til at víkja frá kravinum um minstu stødd á grundøki, vísandi til Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar kommunu kap. IV, 1.

gr, stk. 4 og at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

2/24: Býarplansbroyting av D-22 øki á Skála í samband við Turrdokk.

MEST søkir, við nýggjum tekningum móttiknar 20/12-2023 um loyvi at byggja nýggja turrdokk á Skála. Í mun til fyrru tekningarnar er dokkin flutt 50m longur eystur eftir og samsvarandi longur burtur frá bygdum øki.

Tekniska deild mælir til, at D-22 havnarøki á Skála verður víðka við uml. 11.000 m2 smb. uppskotinum frá Mest at flyta turrdokkina longur eystur eftir.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Tøkni- og umhvørvisnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3/24: Umsókn um byggilovyi til bilhús á matr. nr. 146o í Saltangará.

Søkt verður um byggiloyvi til bilhús við fráviki um frástøðu til veg soleiðis, at frástøðan frá marki til veg verður 2,5m.

Støddin á bilhúsinum er 35 m2 og hæddin 2,5m.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti vísandi til, at frástøðan til veg er minni enn 5m, sum er ásett í byggisamtyktini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

4/24: Umsókn um byggiloyvi til Anneks og bilhús á Glyvrum.

Søkt verður um byggiloyvi til eitt 50 m2 stórt Anneks, umframt eitt 35 m2 stórt bilhús á matr. nr. 130a á Glyvrum.

Matr. nr. 130a er 800 m2 til støddar og verður samlaða ábyggingin 165 m2. Samlaða nýtingarstigið verður sostatt 20% Smb. byggisamtyktini er mest loyvda nýtingarstig 30%.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndi mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

5/24: Umsókn um byggiloyvi til nýggjan handils- og goumslubygning á Glyvrum.

Søkt verður um byggiloyvi til nýggjan handils- og goymslubygning á nýútfylta økinum í Saltangará/Glyvrum.

Bygningurin fevnir um 6 samanbygdar hallir. Eina handils- og skrivstovuhøll og 5 lagurhallir. Tilsamans 9.371 m2. Harumframt uttanum øki til goymslu v.m.

Samlaða víddin á leiguøkinum, íroknað bygningin, verður uml. 16.000 m2

Hægsta hædd á bygninginum er 11,95m.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og útskriva byggiloyvi tá góðkenning frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fyriliggur.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.