Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 04. apríl 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimir: Jastrid Weihe, John Andersen og Reidar F. Joensen

Avboð: Tóri Højgaard, Kaja Joensen og Jonhard Danielsen

19/24: Umsókn um uppískoytisstykki til Berøa

Samkoman Berøa søkir um at keypa eitt uml. 140 m2 stórt uppískoytisstykki til samanlegging við matr. nr. 197 Glyvra bygd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta Berøa eitt uml. 140 m2 stórt uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 176d og 219a Glyvra bygd til samanlegging við matr. nr. 197 Glyvra bygd.

-Býráðið samtykti 4/4-2024 at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar.

 

20/24: Umsókn um at seta bingju á grundstykki í Leitinum

Søkt verður um fyribils at seta eitt byggimodul á matr. nr. 275c Glyvra bygd í eitt ár, ella at leiga eitt annað stykkið til endamálið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta fyribilsloyvi til ásetan av byggimoduli á grundstykki í bústaðarøki.

-Býráðið samtykti á fundi 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

21/24: Umsókn um byggiloyvi til bygdarhús í Skálafirði

Bygdarfelag Skálfirðinga hevur broytt ætlanina um bygging av bygdarhúsi og  søkir nú um nýtt byggiloyvi til eitt uml. 121 m2 stórt hús í 1,5 plani, umframt bilhús á matr. 8a í Skálafirði.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi.

-Býráðið samtykti á fundi 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

22/24: Umsókn um byggiloyvi til landstøð í Lamba

Formo søkir vegna Bakkafrost um byggiloyvi til útbygging av mannskapsrúmum og skrivstovuplássi til landstøðina í Lamba.

Orsøkin er økt virksemi og nýggj krøv frá myndugleikunum.

Talan er um at útbyggja verandi húsið við uml. 73 m2 eystur eftir.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta byggiloyvi.

-Býráðið samtykti á fundi 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

23/24: Status viðv. útbygging av barnaansingarøkinum

Ein arbeiðsbólkur varð settur at koma við tilmæli og heildarmeting í samband við bygging og staðseting av nýggjum dagstovnum í kommununi.

-Trivnaðarnevndin mælir til at at arbeitt verður víðari við málinum.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin eru kunnað um uppskotið, sum eisini verður lagt fyri býráðið.

-Býráðið samtykti á fundi 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og arbeiða víðari við uppskotinum, sum arbeiðsbólkurin er komin fram til.

 

25/24: Umsókn um taraaling á Skálafjørðinum til ummælis

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent kommununi umsókn um taraaling á Skálafjørðinum, sunnan fyri havnarútbyggingina í Søldarfirði til hoyringar.

HFS sigur í fundarfrágreiðing, at tá frágreiðingin er góðkend av øllum pørtum, verður umsóknin um taraaling á Skálafjørðinum endaliga góðkend.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur ikki undir við niðurstøðuni í fundarfrágreiðingini og metir, at ætlanin órógvar framtíðar ætlanir hjá Runavíkar kommunu í samband við havnarútbygging.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur ikki undir við niðurstøðuni í fundarfrágreiðingini og metir, at ætlanin samsvarar ikki við framtíðar ætlanir hjá Runavíkar kommunu.

-Býráðið samtykti 4/4-2024 at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og Tøkni- og umhvørvisnevndina til viðgerðar.

 

26/24: Ítróttarstuðul 2024

Ítróttarnevndin mælir til, at ítróttarstuðulin verður útlutaður feløgunum eftir býtislyklinum soleiðis:

Bogaskjótifelagið Ørvur   17.000

Kappróðrarfelagið NSÍ     53.274

NSÍ                                     198.162

Skála Ítróttarfelag            134.581

Skála Róðrarfelag              19.655

Støkk                                  182.643

Tjaldur                                45.780

Roysnið                               17.000

Nápur                                  17.000

Hwarang Føroyar              27.905

Svanur                                 17.000                              

Sleipnir                                17.000

Kongshavnar Talvfelag    17.000

Dartfelagið D9                    17.000

Skálafjarðar Billiardfelag  17.000

Eysturoyar Golffelag        17.000

-Býráðið samtykti 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.

 

27/24: Eldrasamtakið Roðin – ársroknskapurin fyri 2023

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Roðanum fyri 2023.

-Býráðið samtykti 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

28/24: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – Ársroknskapurin fyri 2023

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri 2023.

-Býráðið samtykti 4/4-2024 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.