Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. mars 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin K. Joensen.

 

30/21 Umsókn um keyp av jarðarstykki í Funningsfirði

Búnaðarstovan sendir umsókn til ummælis í samband við, at MP Teknik søkir um at keypa matr. nr. 236f í Funningsfirði, sum er eitt 4.439 m2 stórt jarðarstykki, at leggja saman við matr. nr. 236b, sum fyritøkan eigur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini og søkja Umhvørvis- og vinnumálaráðið um undantaksloyvi til sølu av lendinum uttan alment útboð.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at viðmæla umsóknini um keyp av matr. nr. 236f til samanlegging við matr. nr. 236b Elduvíkar bygd.

 

31/21 Umsókn um keyp av grundstykki á Skála.

Faroe Offshore søkir um loyvi at keypa part av matr. nr. 519a á Skála til bygging av einum eitt-plans húsi.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti vísandi til, at avgerðin hevði verið í stríð við kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

32/21 Keyp av parti av fjøruni á Skála

Hagastýrið fyri Innan Gjógv á Skála spyr, um kommununan er áhugað í at keypa part av fjøruni á Skála, sum Innan Gjógv eigur.

Býráðið samtykti á fundi 5/11-2020 at broyta ein part av hesi fjøru til F1-øki, Alment fríøki og mælir Tekniska deild til, at kommunan ognar sær tann partin av fjøruni, uml. 587 m2, sum liggur ímillum kirkjuna og Skipasmiðjuna.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

33/21 Umsókn um marknaumskipan á Skála.

Hagaparturin Innan Gjógv á Skála søkir um marknaumskipan millum matr. nr. 110a og 366 á Skála

Býráðið samtykti á fundi 5/11-2020 at fjøran frá matr. nr. 366 norður til matr. nr. 364 á Skála skal útleggjast til fríøki. Tekniska deild mælir frá at viðmæla umsóknini vísandi til, at kommunan er í gongd við at broyta býarplanin fyri økið til F-øki, sum er Alment fríøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

34/21 Møguligt keyp av jarðarstykki í Rituvík

Kommunan hevur fingið í boði at keypa trøðna matr. nr. 38c í Rituvík, sum er uml. 5.700 m2 til støddar.

Økið er í býarplaninum útlagt sum E1-øki (landbúnaður innangarðs).

Eftirspurningur hevur ikki verið fyri útstykking í hesum partinum av bygdini, men har seinastu útstykkingarnar eru gjørdar, miðskeiðis í bygdini, er stórur eftirspurningur og mælir Tekniska deild f-rá at keypa matr. nr. 38c.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

35/21 Umsókn um uppískoytisstykki í Oyndarfirði

Búnaðarstovan hevur sent umsókn frá eigaranum av matr. nr. 7b í Oyndarfirði til ummælis, har søkt verður um at keypa uml.  80 m2 burturav matr. nr. 7a og 9a, til samanlegging við matr. nr. 7b. Eigarin av 7b hevur, í samráð við gamla festaran, planta trø fyri at fríðka um økið í hetta økið og ynskir hann at keypa geiran afturat grundstykkinum.

Økið, sum í býarplaninum er útlagt til B-øki, og er 3 - 3,5m breitt. Í býarplaninum liggur ein vegur omanfyri, sum er í eini frástøðu uppá 28m frá markinum til grundstykkini niðanfyri. Um tað verður útstykkjað her, er akkurát pláss fyri eini rekkju av grundstykkjum og einum geira til leiðingar niðanfyri og tí kann hetta hava eina negativa ávirkan á eina møguliga framtíðar útstykking.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, grundað á kommunuætlan fyri økið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

36/21 Umsókn um keyp av uppískoytisstykki í Rituvík

Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn til ummælis, har eigarin av matr. nr. 224 søkir um at keypa uml. 700 m2 burturav leigutrøðni matr. nr. 216a til samanlegging við matr. nr. 224.

Um kommunan gongur umsóknini á møti, er tað kommunan sum keypir økið frá Búnaðarstovuni og selur tað víðari til umsøkjaran. Tá er “kunngerð nr. 122 frá 22. Desember 2000 um útboð av kommunalari fastogn galdandi. Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

37/21 Sundurbýti av grundstykkjum á Skála

Nýggja útstykkingin á Hórheiðum er nú avhendað og grundstykkini, sum verða 27 í tali, eru klár at sundurbýta. Tekniska deild mælir til at umsókn um sundurbýti verður send Umhvørvisstovuni til avgreiðslu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

38/21 Støðumetan av brúgvum í kommununi

Uttanhýsis verkfrøðingur hevur mett um ymsar brýr í kommununi og mett um hvussu standurin er og hvat hevur skund at fáa gjørt.

Ringast stendur til við ovaru brúnni um ánna í Funningi, har ráðgevin metir, at ferðslan beinanvegin eigur at avmarkast til akfør, ið viga í mesta lagi 3,5 tons og at brúgvin verður sett í stand sum skjótast. Hendan brúgvin er serlig og eigur úttrykkið av henni at varðveitast.

Vegurin til niðaru brúnna er smalur og krókutur og tí koyra bert smærri bilar eftir henni.

Oljufeløgini og IRF hava vent sær til umsitingina og spurt um hesar brúgvar eru tryggar hjá teirra bilum at ferðast um.

Kostnaðarmetining av at umvæla ovaru brúnna liggur uml. 2-4 mió. kr.

-Tøkni og umhvørvisnevndin mælir til at staðfesta, um tað er Landsverk ella Runavíkar kommuna, sum hevur ábyrgd av brúnni.

Har umframt mælir nevndin til at gera nærri kanningar og kostnaðarmeting av arbeiðinum at umvæla brúnna.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

39/21 Ítróttarstuðulin 2021

Ítróttarnevndin mælir til, at ítróttarstuðulin verður útlutaður feløgunum eftir býtislyklinum.

Samtykt varð somuleiðis at arbeiða við at gera tillagingar í frymlinum til komandi býti, t.d. soleiðis, at ávísur partur av stuðlinum verður útlutaður eftir førleikamenning av ungdómi.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og at býra ítróttarstuðulin soleiðis:

Bogaskjótifelagið Ørvur         10.000

Kappróðrarfelagið NSÍ          47.485

NSÍ                                      237.238

Skála Ítróttarfelag                  88.340

Skála Róðrarfelag                 10.000

Støkk                                   139.300

Tjaldur                                   40.988

Roysnið                                 11.874

Nápur                                    10.000

Hwarang Føroyar                  24.776

Svanur                                   10.000

Kongshavnar Dartfelag          10.000

Sleipnir                                   10.000

Runavíkar Talvfelag               10.000

Dartfelagið D9                        10.000

Skálafjarðar Billardfelag         10.000

Eysturoyar Golffelag               10.000

 

40/21 Veganøvn í nýggju útstykkingini í Leitinum í Saltangará

Gøtunavnanevndin hevur gjørt tilmæli um, at vegurin, sum er framhald av Blikagøtu í suðri og fer niðan móti Norðurhædd, fær navnið “Suðurhædd”.

Teir báðir longu síðuvegirnir, sum fara niðaneftir og úteftir, fáa nøvnini “undir Svartakletti” og “undir Tinnukletti” – hetta við støði í lokalum staðarnøvnum.

Teir báðir stuttu vegirnir, sum fara omaneftir og norðureftir fáa nøvnini “Innariteigur” og “Ytriteigur”

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Gøtunavnanevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

41/21 Veganavnið Rókavegur í Runavík

Umhvørvisstovan hevur heitt á kommununa um at taka málið upp um Rókaveg í Runavík, sum í løtuni ikki er bundin í Rókaveg í Nes kommunu. Hinvegin koma teir ikki saman, meðan vegurin, sum annars bindur teir saman, einki navn hevur.

Gøtunavnanevndin mælir til at nevna vegin frá verandi Rókavegi í Runavíkar kommunu til Rókaveg í Nes kommunu fyri “Rókaveg”

Mælt verður til, at vegurin frá tunlinum, sum fer aftur um vinnubygningarnar á havnaøkinum og niður í smoguna, verður nevndur “Fjøruvegur” og at vegurin fær hetta navnið heilt inn á Glyvrar.

Mælt verður til, at vegurin, sum fer fram við sunnaru síðu av havnalagnum og eystur til ósan (verandi Fjøruvegur) verður nevndur “Gulasteinsvegur”

Og at vegurin, sum verður ein síðuvegur til Fjøruvegin, sum leiðir niðan til Skúlan við Løkin (verandi Rókavegur) fær navndið “Løksvegur”.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Gøtunavnanevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

42/21: Val av valstýrum og valnevnd fyri býráðssetuna 2021-2024

Val av einum limi og einum varalimi í valstýrið fyri Funningsfjørð.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

43/21 Stóru grundstykkini í Leitinum

Stóru grundstykkini í nýggju útstykkingini í Leitinum í Saltangará, sum eru ætlaði til íbúðarbygging, eru nú klár og uppskot til útbjóðingartilfar klárt til útbjóðing.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at lýsa stykkini til sølu við teimum treytum, sum eru ásettar í útbjóðingartilfarinum og at seta freistina at søkja um stykkini til 12. apríl kl. 12.00.

-Býráðið hevur á fundi 25/3-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.