Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 02. september 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.

 

81/21 Fjøruvegurin – staðseting av linjuføring frá Rókini til Glyvraveg.

Síðan 2016 hevur verið arbeitt við nýggjum innkomuvegi í Runavík og varð fyrsta heildarætlanin fyri miðstaðarøkið og nýggjum innkomuvegi løgd fram á sumri 2018.

Tekniska deild mælir til at taka undir við linjuføringini í projektuppskotinum fyri Fjøruveg norður- og suðurøki og at fara undir at gera høvuðsprojektið klárt til útboð.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin

 

82/21 Fíggjarkarmurin fyri 2022

Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2022 til 236 mió. kr.

Inntøkur:

Persóns-, partafelags- og DIS/FAS skattir 196 mió. kr.

Eftirlønarskattur 40 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur 172,7 mió. kr.

Íløgur 50,0 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5 5,0 mió. kr.

Avlop 8,3 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndin.

 

83/21 Tey 17 heimsmálini

Heimsmálini hjá ST innihalda 17 høvuðsmál og 169 undirmál og eru samansett soleiðis, at tey skulu slóða fyri burðardyggari menning í samfeløgunum kring heimin. Tey 17 heimsmálini vórðu samtykt á ST aðalfundi í New York tann 25. september 2015

Tekniska deild mælir til, at Runavíkar kommuna tekur undir við heimsmálunum hjá ST og í fyrstu atløgu ger tað við at knýta tey í verkætlanir.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

84/21 Ferðslutrygd við dagstovnin við Stórá í Rituvík

Borgarar í Rituvík heita á kommununa um at gera nakað við ferðslutrygdina við “Gl. Skúla” í Rituvík.

Ferðsluteljing er ikki gjørd á hesum strekkinum, men 100m vestari er ferðsluteljing gjørd í 2020 sum vísti, at flest øll koyra undir loyvdu hámarksferðina.

Tekniska deild mælir til í fyrsta lagi at lækka hámarksferðina við skelting frá 50km/t til 30 km/t við Frítíðarskúlan. Og at uppmerkja inn- og útkoyring til p-plássið, við pílum og hávatonnum og at P-básarnir verða broyttir til skráparkering.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum um at skipa viðurskiftini við frítíðarskúlan við uppmerking og P-básum, men tekur í fyrsta umfari ikki undir við at skelta ferðina niður í 30 km/t.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at beina málið aftur í Tøkni- og umhvørvisnevndina.

 

85/21 Umsókn um broyting av byggisamtyktini í Skálafirði

Leiðslan fyri Samkomuna Keldan í Skálafirði søkir um at fáa broytt byggisamtyktina í Skálafirði soleiðis, at tey kunnu arbeiða víðari við ætlanini um at útbyggja skúlan.

Keldan søkti í 2016 um at keypa 20.000 m2 av lendi norðan fyri Kelduna, men steðgaði málið upp, tí býarplanurin fyri økið ikki loyvdi hesum.

Í økinum sum ætlanin er at byggja á liggur Svínagjógv, sum er fevnd av løgtingslóg um náttúrufriðing, tí áin er meira enn 4m breið í botninum.

Tekniska deild metir, at grøna E1-øki og áin eiga at fáa frið og at Keldan heldur keypir burturav C27 økinum.

Tekniska deild mælir til at viðmæla, at Keldan fær loyvi at keypa 20.000 burtur av C27 økinum og at býarplanurin fyri Skálafjørð verður broyttur soleiðis, at fótbóltshøllin verður tikin burtur úr C27 økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

86/21 Umbygging/umvæling av sethúsum í Elduvík

Søkt verður um loyvi til at dagføra og gera ein lítlan útbygning á sethúsini á matr. nr. 130 í Elduvík. Húsini liggja í B 51 øki, elstu býlingarnar, har ásetingarnar m.a. siga, at sethús ikki kunnu víðkast uttan serligt loyvi frá býráðnum.

Tekniska deild mælir til at geva smærri undantaksloyvi til byggiætlanir, sum eru við til at varðveita eldru býlingarnar og skal hetta metast um fyri hvørja einstaka umsókn.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti við undantaksloyvi frá ásetingunum í byggisamtyktini fyri Eldru býlingarnar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

87/21 Umsókn um marknaumskipan í Elduvík

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan av matr. nr. 114 og 120 í Elduvík ummælis. Søkt verður um, at matr. nr. 114, sum er í

tveimum lutum verður deildur sundur og tann parturin sum er ein hjallur og liggur uppat matr. nr. 120, verður lagdur afturat matr. nr. 120.

Fríttstandandi hjallurin á matr. nr. 114 er ein nátúrligur partur av sethúsunum matr. nr. 120 og tí mælir tekniska deild til at viðmæla umsóknini sum undantak í byggisamtyktini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

88/21 Umsókn um byggiloyvi til úthús í Rituvík

Søkt verður um byggiloyvi til eitt 6,6 m2 stórt úthús á matr. nr. 165 í Rituvík. Úthúsið verður bygt ímóti verandi úthúsi, sum er 28,8 m2 á matr. nr..

Verandi úthús er uml. 2,5 m frá marki og úthúsið, sum søkt verður um byggiloyvi til, er 2 m breitt og verður bygt ímillum verandi úthús og mark.

Mest loyvda hædd og longd av bygging ímóti grannamarki er ávikavist 2,5 og 8 m Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

89/21 Umsókn um uppískoytisstykki í Rituvík

Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn frá J. K. Højgaard til ummælis, har søkt verður um keyp av uppískoytisstykki uml. 200 m2 burtur av matr. nr. 195a, at leggja saman við matr. nr. 196 í Rituvík.

Matr. nr. 196 er 451 m2 til støddar. Bæði matr. nr. 195a og 196 liggja í E1 øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini grundað á, at talan er um E1 øki í báðum førum.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

90/21 Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging á Glyvrum

Kristian E. Knudsen søkir um byggiloyvi til 6 íbúðir á matr. nr. 44f á Glyvrum.

Grundstykkið er 693 m2 til støddar og við 40% bygging kunnu 277,2 m2 byggjast á ognina. Umsókta bygging er 240 m2 til støddar.

Bygningurin er í 2 hæddum við 3 íbúðum á hvørjari hædd. Parkeringspláss verður til 9 bilar.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti og geva undantaksloyvi til bygging hægri enn 2,5m ímóti marki eystureftir.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin,

 

91/21: Sundurbýti av grundstykkjum í Leitinum 2. byggistig

Tekniska deild mælir til, at grundstykkini í 2. byggistigi í Leitinum verður send til frábýtingar og at stóru stykkini verða samanløgt til eitt stórt stykki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 2/9-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- o