Broytt upplatingartíð fyri Moldgoymsluna í grótbrotinum í Skálafirði

14. mars 2022

Upplatingartíðirnar á moldgoymsluni í grótbrotinum í Skálafirði verða broyttar. Kunngjørt verður nærri, hvørjar upplatingartíðirnar verða.

Harumframt verður nýggj reglugerð lýst og kostnaður ásettur fyri inn- og útveitingar av tilfari. Hetta verður kunngjørt nærri.

Arbeiðstakarar sum veita tilboð, eiga at taka atlit til hesar dagføringar.

Arbeiðstakarar, ið hava tørv á nærri kunning, kunnu venda sær til Kommunuskrivstovuna.

runavik@runavik.fo

Tel.: 41 70 00

 

Broytingin verður galdandi frá leygardegnum 01. mai 2022.

 

Moldgoymslan í grótbrotinum í  Skálafirði

Runavíkar kommuna

Seinastu tíðindi

15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
13. mai 2024
Ruddingardagur í Elduvík 18. mai
13. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingar­deg­num leygar­dagin 11. mai
13. mai 2024
Garðar í seyðahøgum standi